Vinmaður mín keypti atgongumerki til U2 konsert í Helsinki í oktober mánaða seinasta ár. Vit gjørdu av at fara gera ein túr burtur úr tí. Vit fóru til Finnlands hóskvøldið, so at vit høvdu allan fríggjadagin at síggja býin og annað slíkt. Konsertin var leygarkvøldið. Komin inn i býin fóru vit ein lítlan túr, bert fyri at hyggja. Vit komu inn á eina gøtu, har vit sóu so øgiliga nógv fólk savnað. Har vóru eisini politiavmerkingar, politistar og menn, sum gingu við sólbrillum og oyrasniglum. Tað sá øgiliga týdningarmikið út. Vit gjørdu av at kanna hetta nærri. Vit smátosaðu um, hvat hetta mundi vera, tá vit sóu, at øgiliga nógv vóru í U2 t-skjúrtum og høvdu plakatir og annað gott. Á gøtuni var Hotel Kämp, og tað var okkum greitt, at hetta helst var hotellið har U2 búðu. Vit stóðu og bíðaðu nærum ein tíma, tá bilar fluttu seg og parkeraðu beint við útgongdina. Vit roknaðu við, at teir helst fóru at koma út og seta seg í bilarnar, so at stóra mannfjøldin helst fekk líka sæð á teir. Men har fóru vit skeiv.
Fyrst kom bassisturin, Adam Clayton, út. Hann kom beint yvir har, sum vit stóðu, heilsaði uppá fólk og skrivaði autografar. Segði, at tað var gott at vera aftur. Tað eru 13 ár síðani, U2 seinast hava vitjað í Finnlandi. Guitaristurin, The Edge, var næstur úti. Hann gekk eisini beinleiðis yvir til fólkið, heilsaði uppá og skrivaði autografar. Vinmaður mín, Knút, sum hevur verið lívslangur fjeppi, sum eisini er gittarleikari, fekk autograf og tók í hondina á The Edge. Eg tók í hondina og viðgekk í sama andadrátti, at tað var nakað serligt upplivilsi fyri meg. Eg havi elskað tónleikin og persónarnar síðani eg var tannáringur og tað var ikki sørt álvarsamt fyri meg, eisini.
Knút viðmerkti, at tað er sjáldan, um nakrantíð, at hann hevði upplivað meg so tigandi og álvarsaman, sum eg var hálva annan tíman vit stóðu har. Soleiðis hevði eg tað helst eisini. Hesir menn hava verið hetjur mínar síðani eg var smádrongur, hava myndað meg menniskjaliga, andaliga og tónleikaliga, og tað var einastandandi løgið at standa har og síggja teir og heilsa uppá teir.
Seinastur út kom Bono. Beint sum hann var útkomin og sá mannfjøldina, lyfti hann nevan upp í loft, tóktist peppaður og fór beint at heilsa uppá fólk. Hann tók sær góða tíð og var vinarligur og fyrikomandi. Spurdur hví trummusláarin ikki kom út, svaraði Bono, at "he doesn't know he's in a rockband". Eg var at kalla lamsligin, sum eg stóð har, síggjandi mína stóru fyrimynd og hetju, heilsaði eyðmjúkt og pent, tók nakrar myndir. Teir vóru leingi úti og heilsaðu uppá fólk, fóru síðani avstað, út til konsertina fríggjakvøldið, meðan vit fóru inn í Helsinki at keypa.
Á konsertini leygarkvøldið var upplivingin eisini eitt sindur øðrvísi. Onkursvegna kendist tað inniligari og ríkari. Eg dugi ikki at siga tað betri enn, at hóast U2 neyvan minnast at hava heilsað upp á meg, hevði eg við í hjartanum, at eg havi heilsað upp á teir, og fingið høvi at síggja, at teir eru menniskjaligir, vinarligir og eyðmjúkir. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|