| ________________ |
Fótbóltsferð til Slovenia
Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Ljubljana 05/10 og heimaftur tann 09/10 |
Við hús og heima |
Klæddur sum prestur í kjóla og kraga. Tað var siðvenjan, tá vit vitjaðu Klaksvíkar Sjúkrahús til gudstænastur sunnumorgun. Trúfastir tænara spældu á urgu og sungu sálmarnar. Ríkar løtur, ið minnast.
Siðvenjan var at hyggja inn á stovurnar og heilsa uppá sjúklingarnar. Tíverri náddu vit ikki allar stovurnar á somu vitjan. Viðhvørt vórðu vit boðsendir, og tess vegna kom valið av sær sjálvum.
Gudstænastan var hildin, og vit vóru um at fara. Manningin takkaði fyri løtuna, og vit fóru hvør sína leið. Ávegis hugdi eg inn á eina stovu og gekk í skundi framvið eini aðrari. Visti, at ein sjúk kvinna lá til tað síðsta á hesi seinru stovuni. Visti, at hon hoyrdi heima í Brøðrasamkomuni. Helt tað vera nakað áleypandi at detta inn á gólvið í kjóla og kraga.
Komin nøkur fet eftir gongini, nú kemur ein sjúkrasystir rennandi og rópar mítt navn. Kvinnan, ið eg hevði lopið um, ynskti at práta við meg. Skammaðist í langa tíð um mín atburð. Tað er eitt tekin um trongskygni ella eitt slag av fordómi, tá vit skóna einum menniskja einans vegna tess, at tey hava øðrvísi áskoðan.
Hin sjúka kvinnan var blídlig. Hon var sjúk og veik. Hon hevði als ongan trega av, at eg var í prestakjóla. Hon hvíldi í síni trúgv og hevði virðing fyri míni trúgv.
“Nú lupu tygum stovuna um,” segði hon yvirberandi og breyt tøgnina. Ivaleyst sá hon, at prestur var illa við. “Kunnu tygum ikki lesa eitt orð úr halgubók og biðja eina bøn?”
Áheitanin kom væl við. Legði til merkis, at Bíblian í týðingini hjá Victori Danielsen lá á borðinum. Tók av tilvild Bíbliu hennara og las eitt brot. Orðini gjørdu sín gerning. Orðið um Jesus er ein Guðs kraft. Signing Guðs og friður í hjarta, sál og sinni. Nakað ríkt og stórbært.
Ikki tilvild, - tað var Andans leiðsla. Guðs ráð og vilji. Vit eru systkin, øll tey, ið søkja ásjón Guðs í Jesusi Kristi.
Var ungur og tók við læru. Ein unnilig løta tá kvinnan takkaði fyri vitjanina og legði afturat : “Tygum skulu ikki skammast við tygara egna samleika. Vit eiga at virða tænastu tygara og siðvenjuna í kirkjuni.”
Gekk framvið eini stovu, har ein kvinna lá, ið hevði eina øðrvísi fatan av kristnu trúnni enn eg sjálvur. Í dag eri eg sannførdur um, at trongskygni búði í mær, meðan kvinnan hevði breiðari sjónarring. Hon var eisini eldri og lærd í lívsins leiki.
Tað er ein, ið ongantíð gongur framvið einum menniskja uttan at steðga á. Tað er ein, sum hvílir so fullkomiliga í sínum samleika, at hann megnar at samskifta við øll. Tað er ein, hvørs kærleiki er reinur.
Meistarin, Harrin Jesus, er vinur alra. Hann tekur ikki dagar ímillum. Hann avskrivar ongan, og eingin hevur framíhjárætt. Øll hava sama virði, verdug til himinsins bústað vegna frelsarans fullgjørda verk.
Henda sunnudagin sá eg sannleikan um meg sjálvan. Skógvarnir vóru ov smáir. Komin aftur í Ónagerði á Viðareiði var eitt tað fyrsta at grunda yvir loyndardóm Guðs barna. Helt onnur vera trongskygd og var ikki varugur við, at eg sjálvur gekk í trongum skóm.
Orð Meistarans um húsið við teim mongu bústøðunum var í huganum allan dagin. At eiga ein bústað, eitt rúm. Eitt ríkidømi fyri trúnna og trúarlívið, at húsið hevur mangar bústaðir, at himmalin er ætlaður øllum ikki sum ein stórur sovisalur, men sum hús við mongum bústøðum.
Løtan stendur sjónsk í huganum. Ein stutt vitjan, ið ger lívið ríkt og signað. At kunna hvíla í sínum egna samleika og samstundis virða onnur í teirra trúgv. Einki við at kroysta støðuna, einans vera børn Guðs í trúnni á Jesus, - einki meir, men heldur einki minni.
Vit skiltust og søgdu farvæl. Eg fekk náðir at fara aftur at húsum. Fekk náðir at liva tað jarðiska lívið og síggja míni kæru mennast. Liva í gleði og kæti, sorg og trega. Eg fór heim til míni kæru og veit, at eg einaferð fari heim til bústað Meistarans.
Vit skiltust í øllum góðum. Sama sunnudag segði henda sjúka kvinnan farvæl, takkaði fyri tíðina og lýsti signing Guðs yvir sín kæru. So legði hon frá sær og fór heim til frelsaran. Rík í hjartanum, væl nøgd og takksom fyri síni kæru. Hon átti eitt heim á jørðini og ein bústað í Guðs ríki. Hon fór heim, og løtan kendist unnilig. Amen.
“Orðið : “Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum.” (Jóhannes 14,2)
Jógvan Fríðriksson, biskupur

Tann almenna svimjingin byrjar aftur leygardagin 11. septembur

Hevur tú hugsjónir og hegni at føra Søvn Landsins inn í framtíðina?

Eitt spennandi starv sum málsviðgeri á manningardeildini er leyst at søkja

Sláturmiðstøðin í Haraldssundi ger klárt at fletta oktober mánaða út

Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnuhúsið
Íbúð, helst møblerað, ynskist til leigu

Hús í Klaksvík til sølu fyri besta boð yvir 600.000 kr.

Hús til sølu í Sandavági um hóskandi boð fæst

Søkt verður eftir lærara til Miðvágs-Sandavágs skúla
Gamli skúli í Sørvági verður um stutta tíð liðugt umbygdur. Í tí sambandinum verður útskrivað navnakapping til bygningin

SKYTTENS fóður er í høvuðsheitum framleitt úr fiski og høsnarunga
Í samband við bygging av nýggjum barnagarði í Miðvági verður El-arbeiðið hervið boðið út