ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Veðurlagsfundur, CO2 útlát og syndin

Vagaskjattan >>

Tað grøna grasið, hin bláa luftin, og tað reina vatnið. Einaferð var tað ein sjálvfylgja, at sjógvurin var eitt livand øki. Vit siga, at hjallurin er á sjónum.

Nú adventin boðar frá halgu, tendra vit ljós og seta tey í gluggan sum eina ímynd av ljósinum handan sólina. Skaparin sá, at myrkrið ráddi. Hann setti sólina at lýsa um dagin og mánan at lýsa um náttina.

Adventin sigur frá vónini, at ljósið kom í heimin sum sonur Guðs og frelsari heimsins. Ljós heimsins er Jesus, hann, ið kom, og hann, ið koma skal.

Jesus kom til jarðar og var sum maður millum manna. Hold og blóð. Hann tók jørðina í álvara og gjørdist frelsari, tá hann langafríggjadag varð krossfestur vegna synd heimsins. Páskamorgun staðfesti, at ljósið vinnur á myrkrinum, og lívið vinnur á deyðanum.

Adventin boðar, at Jesus kemur aftur á himmalsins skýggjum at døma livandi og deyð. Nógvir myrkir tónar ljóða, og talan er um skilnað. Lív og deyði, frelsa og glatan. Seyðafylgið býtt sundur til høgru og vinstru.

Í nógv ár var hin kristna prædikan søgd at vera døpur. Dómadagur var eitt evni, sum mong av okkum royndu at avmarka. Dómadagsprofetur var eitt eyknevni, ið fleiri prædikumenn fingu heft á seg. Sjáldan var hetta heitið sagt í jaligum tóna.

At dómurin einaferð kemur, tá himmalin og jørðin ganga undur, eru vísindafólk nøkulunda samd um. Vit nýta ymisk orð og hugtøk.

Í gomlum døgum varð tað kallað tvørrandi ábyrgd og synd. Í dag eitur tað dálking og CO2 útlát. Vit synda mótvegis jørðini. Vit dálka og týna lívið. Hin hvíti kavin myrknar, lívið í havinum viknar, lunguni fyllast av sót, og sólin elvir til krabba.

Frá øllum heimsins londum møtast fólk í Keypmannahavn nú miðskeiðis í adventini. Altjóða veðurlagsfundur, - nú jørðin er hótt av eitri og dálking, nú osonlagið er útholað, nú menniskjan hóttir tilverunnar grundarlag.

Áhugavert er tað hjá gudfrøðingum at staðfesta, at vit, íð prædika hin kristna boðskapin, eru yvirhálað av neiligum tónum. Vituligt er, at hin kristni boðskapurin í sínum jaligu vendingum hevur neiligar undirtónar. Tað letur seg gera at spilla møguleikan burtur við ikki at taka ábyrgd av lívinum. Tað er eingin ævig vælvera uttan í nærveru frelsarans. Jesus er ljós heimsins, og hann er hitt æviga lívið.

Í øldir hava kirkjuklokkur runt allan heimin kallað fólk til gleðiligan boðskap. Okkum er ein frelsari føddur. Guð er kærleiki, og hann elskar hin einstaka. Vit hava eitt ævigt virði. Vit eiga vónina um ein morgindag á jørð og í himni.

Miðskeiðis í adventini, sunnudagin 13. desember 2009, ringja kirkjuklokkurnar í tí donsku fólkakirkjuni í sambandi við altjóða veðurlagsfundin í Keypmannahavn. Saman við dønum verður heimurin mintur á, at vit mega taka ábyrgd av jørðini. Mint á, at vit sjálvi skapa ein dómadag við ráðaloysi og kaos. Ein dag, har lívið hevur tað svárt og er dømt at doyggja.

Triðja sunnudag i advent ringja kirkjuklokkurnar 350 sløg. Talið sipar til hægsta CO2 útlát, ið er endaligi dómur heimsins. Dálking í so stórari nøgd, tá er søgan skrivað, og dómurin sagdur. Tað er yvirstaðið.

Meðan kirkjan áður hevur ringt við klokkunum og boðað til halgan fund í gleði og álvara, so vilja kirkjuklokkurnar í Danmark hesa advent minna á, at vit mega taka ábyrgd av tilveruni. Saman við teimum klóku og lærdu innan náttúru og vísind fer kirkjan at prædika vanlagnu fólksins í gomlum og nýggjum orðum.

Kirkjan fer at vísa á tað gomlu syndina, at vit ikki geva Guði gætur. Henda syndin eitur ólýdni móti Guði. Kirkjan fer at vísa á “ta nýggju syndina”, tað at vit ikki geva skapanarverki Guðs gætur og umsita tað á skilagóðan hátt. Hin nýggja syndin eitur tvørrandi grøn hugsan, ov lítil rørsla og ov mikið CO2 útlát.

Tað er áhugavert at síggja heildarhugsanina í kristindóminum. Bæði jørðin, havið og luftin fáa tað gott, tá skapanarverkið verður tulkað sum handaverk Guðs. Náttúran er ikki heilag í sjálvum sær, men hon er skapað av honum, ið heilagur er, hinum æviga Guði.

Í glugganum tendra vit ljós, tí Kristus er ljós heimsins. Saman við Jesusi er dómadagur ikki ein ræðslunnar dagur. Eisini á dómadegi er Jesus ein frelsari.

Kirkjuklokkan boðar vónina um lívið. Tá gudstænastan endar, ljóða biðisløgini tríggjar ferðir trý sløg : Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.

Har Guð verður tilbiðin sum faðir, sonur og andi verða vit vegna Jesus Krist dømd frí og fræls. Vit fáa møguleikan at liva og anda í reinum umhvørvi við frískari luft og fløvandi sól. Amen.

Orðið :”Tú (Guð) gjørdi hann (menniskjað) nærum til Guð, hevur krýnt hann við dýrd og við æru, hevur sett hann at ráða yvir handaverki tínum og alt undir føtur hans lagt.” (Sálmur 8, 6-7)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Admin tann 12/03/2010, 08:45

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum