ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Útsýni til oyruni

Bøkur >>

Innsent: Yrkingasavnið Útsýni er miðdepil í samstarvi millum listamenninar Tórodd Poulsen og Kim Kristensen, sum saman við royndum tónleikarum høvdu eina áhugaverda jazz ´n´poetry framførslu í Klingruni í Norðurlandahúsinum 30. januar í ár.

Finnur Hansen stóð fyri upptøkuni vegna Kringvarpið í sambandi við tiltakið Vetrarjazz og Tutl hevur nú givið hesa tónleika- og yrkingahappeningina út á fløgu.

Kim Kristensen er ein veruligur kapasitetur innan modernaðan jazz og Tórodd Poulsen kenna vit sum royndan yrkjara og myndlistamann, eins og hann einsamallur og saman við øðrum hevur givið fimm fløgur út.

Nú er altso eingin umbering meir hjá teimum, ið ikki tíma at lesa yrkingar, tí nú er høvið komið at lurta eftir yrkingum, meðan tú vaskar upp ella gert eitthvørt annað skilagott. Úrslitið fær illa blivið annað enn gott við so mikið royndum tónleikarum sum Kim Kristensen, ið spælir klaver og syntheziser, Herluf Lützen, ið spælir guitar, Rógva á Rógvu, sum spælir trummur og Mikael Blak, sum umframt at spæla bass eisini roynir seg sum thereminleikara. Tóroddur Poulsen er royndur upplesari og hansara leikandi musikalitetur kemur til sín rætt í intuitiva samstarvinum við teir frítt improviserandi tónleikararnar.

Úrslitið er spennandi, ófyrisíggjandi og umboðar nakað nýtt í føroyskari tónleikaútgávu. Dynamiski og vakri fløguhúsin, sum er settur saman av myndum hjá Tóroddi sjálvum, leggur eina myndlistarliga dimensión aftrat eini frammanundan stórari ljóðligari uppliving av fløguni Útsýni, sum m.a. er at fáa í handlinum hjá Tutl á Glade Hjørn, har skaldið herfyri signeraði fløgur í sambandi við útgávuna.


 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 13/08/2010, 07:58

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum