Tryggingarfelagið: Tryggingarfelagið Føroyar hevur í dag givið enn eina forkunnuga gávu til allar føroyingar. Í ár eru 70 ár síðan føroyska Merkið varð viðurkent sum tjóðarflagg føroyinga. Eisini eru tað 70 ár síðan føroyingar tóku seg saman um at stovna tryggingarvirksemið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Tryggingarfelagið Føroyar hevur tí avgjørt at geva eina gávu, ið skal gera fyrsta, uppruna føroyska Merkið tryggari. Gunnar í Liða, forstjóri: ”Tað er ómøguligt at seta eina tryggingarupphædd á okkara fyrsta, uppruna føroyska flagg - Merkið. Hetta er eittans og kann ikki endurnýggjast. Samstundis er Merkið okkara tjóðarbúmerki, og hevur tí ein týðandi leiklut í okkara samfelagi og samleika. Tryggingarfelagið Føroyar hevur til endamáls at skapa tryggleika. Tí varð avgjørt, at vit, í sambandi við 70 ára haldið, vildu geva eina gávu til allar føroyingar, ið kundi gera Merkið tryggari.” Merkið hevur hingið nærum óvart í Fámjins Kirkju í nógv áratíggir. Hetta verður nú broytt við gávuni, sum er eitt eldtrygt glasskáp, ið tryggjar fyrsta, uppruna Merkið ímóti eldi, stuldri v.m. Andras Mortensen, landsantikvarur: ”Fyrsta, føroyska Merkið hevur hingið í vanligari glas myndarammu í kirkjuni í Fámjin, hetta hevur ikki verið nøktandi við atliti til tryggleikan hjá Merkinum. Við gávuni er fyrsta Merkið nú tryggjað fram í tíðina. Talan er um eitt tað mest framkomna eldtrygga glasskápið í Føroyum.” Gávan varð handað í Fámjins Kirkju í dag. Byrjað varð við hátíðarhaldi í Kirkjuni har Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, Jónsvein Bech, prestur og Andras Mortensen, landsantikvarur søgdu nøkur orð. Eisini varð solosangur og felagssangur á skránni. Eftir hátíðarhaldið varð hildið áfram við almennari móttøku í bygdarhúsinum í Fámjin. Nógv fólk møttu. Jógvan Fríðrikson, bispur: ”Vit fegnast um, at hava fingið tílíka stórfingna gávu. Tað er gleðiligt at vit hava føroyskar fyritøkur, ið velja at geva aftur til samfelagið. Nýggja glasskápið gevur munandi betri umstøður til fyrsta tjóðarflagg okkara, ið hongur í kirkjuni í Fámjin.”
Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|