ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Tríggjar broytingar á føroyska liðnum

Innlendis >>

FSF: Brian Kerr hevur nú sett liðið, sum skal royna seg móti Italia í kvøld. Liðið er nakað broytt frá dystinum móti Serbia, tí venjarin hevur gjørt av at seta tríggjar nýggjar manns á vøllin.

Í verjuni kemur Egil á Bø á liðið fyri Jónas Tór Næs. Hetta hevur við sær, at Jóhan Troest Davidsen fer at leika á høgra bakki í kvøld, meðan Atli Gregersen og Egil á Bø verða í miðverjuni. Hendrik Rubeksen er á vinstra bakki.

Tvær broytingar eru á miðvøllinum. Bogi Løkin kemur inn fyri Christian Holst, meðan Christian R. Mouritsen loysir Daniel Udsen av. Christian R. Mouritsen meiddi sær fótin undir fyrstu venjingini í Italia, men skaðin var ikki álvarsamur, og hann er tí tøkur til dystin. Símun Samuelsen hevur eisini verið tarnaður av skaða, men hann er eisini komin fyri seg og byrjar móti Italia. Hinir báðir menninir á miðjuni eru Jann Ingi Petersen og Fróði Benjaminsen, liðformaður.

Ungi toftamaðurin, Jóan Símun Edmundsson, verður einsamallur áleypari í dystinum í kvøld, sum byrjar kl. 19.50.

Føroyska liðið til dystin móti Italia er tí:
1. Gunnar Nielsen - 6. Jóhan Troest Davidsen, 4. Atli Gregersen, 5. Egil á Bø, 3. Hendrik Rubeksen - 2. Bogi Løkin, 7. Fróði Benjaminsen (L), 8. Jann Ingi Petersen, 9. Christian R. Mouritsen, 10. Símun Samuelsen - 11. Jóan Símun Edmundsson

Á bonkinum:
16. Tórður Thomsen, 12. Jónas Tór Næs, 13. Bartal Eliasen, 14. Daniel Udsen, 15. Christian Holst, 17. Arnbjørn Hansen, 18. Jústinus Hansen


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 07/09/2010, 18:25

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum