Løgmaður segði í útvarpinum í kvøld, at hann væntaði, at eitt orðaskifti um tilfeingisgjald fór at taka seg upp teir næstu mánaðirnar. Ein fekk varðhugan av, at hetta bara snúði seg um makrelveiðu. Eftir øllum at døma veit løgmaður meira enn hann letst. Góðar keldur í vinnulívinum siga nú við Vágaportalin, at eitt fullfíggjað generelt lógaruppskot um tilfeingisgjald longu er farið til hoyringar hjá flokkunum, sum manna ABC-samgonguna. Tá fíggjarmálaráðharrin legði uppskotið um fíggjarkarmarnar fram á ting í vár, var greitt, at ein stórur partur av meirinntøkunum, fyri at fáa kabalina at ganga upp, skuldi koma frá einum nýggjum tilfeingisgjaldi. Ábendingar hava síðani verið um, at samgongan serliga ætlar at fara eftir fyritøkum, sum hava fingið tað at bera til, eitt nú alivinnan og pelagisku skipini. Sagt verður nú, at uppskotið, sum er sent flokkunum til hoyringar, snýr seg um, at allar fyritøkur í Føroyum í 2011 skulu gjalda landskassanum 6% av rakstraryvirskotinum, altso fyri fíggjarpostar. Gjaldast skal, líkamikið hvussu stórar íløgurnar hava verið frammanundan, sum ávirka fíggjarpostarnar. Vinnan er stúrin um framtíðina, um ein so greflig broyting verður smoygd niður yvir hana í einum og uttan samráðingar við vinnuna um uppskotið. Sagt verður, at eitt uppskot sum hetta fer at taka burtur allan íløguhug í Føroyum, og at hetta í ólukkumáta fer at skaða átakið fyri at fáa útlendskan kapital til landið. Fólkaflokkurin hevur sagt seg at vera ímóti einum tilfeingisgjaldi av slíkum slag, tí bíðar vinnan spent eftir, um hetta nýggja gjaldi fer at síggjast aftur á fíggjarlógaruppskotinum, sum Jóannes Eidesgaard fer at leggja fyri tingið í næstum. Hvørja støðu andstøðan á tingi hevur til uppskotið um tilfeingisgjald veit ongin enn, tí málið er so nýtt, og helst hava andstøðutinglimir ikki sæð uppskotið um hesi 6%. Spennandi verður tó at vita, um Fólkaflokkurin tekur undir við gjaldinum, ella um tað hinvegin eydnast Jóannesi Eidesgaard at krøkja andstøðuna, í eini roynd at leggja fótonglar fyri vinnuna í Føroyum. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|