ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Tænastan Guði til heiðurs

Vagaskjattan >>

Másin legði at í Hattarvík. Hetta var mín fyrsta vitjan í kallinum. Hevði ongantíð verið í Fugloynni, so kunnleikin til oynna og fólkið var ikki stórur. Fitt av fólki stóð á lendingini og tók ímóti bátinum.

Komin í land trínur ein eldri maður fram og býður mær vælkomnum. “Eg skal bera kuffertið hjá tygum”. Hin eldri maðurin sá, at júst hesi orðini komu óvæntað. “Tað er siðvenjan, at vit bera kuffertið hjá presti. Tað er ein kirkjulig tænasta.”

Nú kunnu vit meta rættiliga ymiskt um hetta fyribrigdið. Kann prestur ikki sjálvur bera sítt egna kuffert? Sjálvandi kunnu vit bera kuffertið, men í veruleikanum snýr henda tænastan seg um nakað heilt annað.

Hin kristna trúgvin er í mangar mátar vorðin ein streymur av orðum. Orð eru góð, tey eru neyðug. Men, hin kristna trúgvin er mikið meira. Tænastan er ein beinleiðis fylgja av trúnni. Tænastan ger orðini sjónlig, annars kunnu tey hvørva út í tóman heim.

At kuffertið verður borið er mikið meira enn ein tænasta mótvegis presti. Skriftin talar um virðing fyri teimum, ið standa fyri. Virðingin vísir loksins á Guð, ið kallar hin einstaka til tænastu.

Tað er annars væl vitnað í skriftini, at vit við at tæna okkara medmenniskjum tæna Guði. Á ein hátt hava vit lyndi at gloyma tænastuna, ella vit seta hana til síðis. Hin kristna trúgvin er vorðin málslig og trínur fram í orðum. Vit prædika, vitna og syngja.

Eyðvitað skulu vit prædika, vitna og syngja. Men spurningurin er, um alt harvið er gjørt? Ápostulin Jákup minnir á, at trúgv uttan gerningar er deyð trúgv.

Talan er um gudfrøði, ið krevur drúgva viðgerð. Á hesum sinni verður einans staðfest, at gerningarnir mótvegis næsta okkara nema trúnna.

Frá barnaárum lærdu vit orð Jesu og vóru hugtikin. Ein skál av køldum vatni givin til ein av Jesu smáu fær sína løn. Ein skál av køldum vatni hugsa vit. Tað er sum um henda skálin er skolað burtur í øllum regninum.

Nakað tað sama er við tænastuni sum heild. Hon hoyrist ikki altíð, og viðhvørt er hon ósjónlig. Tað fær ikki góða umtalu í skriftini, um vit fyrst blása í lúður og síðani fara til verka.

Tað liggur til menniskju, at vit meta nøkur størv og nøkur yrki fínari enn onnur. Tíbetur er hesin hugburðurin víkjandi. Tey flestu velja í dag eina útbúgving ella eitt starv, ið tiltalar og dregur. Tað verður mett umráðandi, at vit trívast bæði í arbeiði og frítíð.

Eisini í kristnum verki síggja vit hetta sama. Eftir ein fyrilestur, ið eggjaði til virknan leiklut í kirkjuliðinum, varð spurt, hví einans tænastur, sum eingin tímdi at gera, vórðu nevndar. Ein slík tænasta var t.d. at vaksa gólv og halda halgidómin reinan. Var einki annað at gera?

Danski biskupurin, Steen Skovsgaard, hevur orðað tíggju setningar. Ætlan hansara er at flyta nøkur mørk. Ein av hesum setningum ljóðar : “Ver fúsur at gera eitt arbeiði, sum eingin annar tímir.”

Er tað rætt, at ein av kirkjunnar hægstu orðar ein slíkan setning? Eisini her ræður um dirvi til hugsan uttan fordómar. Tað kann væl vera, at ein prestur ella trúboðari ger nógv meira, enn vit mangan hugsa ella geva gætur.

Síggi fyri mær eina kvinnu, ið taldist millum tey stillu í landinum. Hon virkaði í einum gudshúsi og tað var sjáldan, vit hoyrdu málið í henni. Undraðist yvir, hví hon altíð var so tíðliga í húsinum, langt áðrenn møti byrjaði. Ikki einans tað. Hon var altíð millum tey seinastu, ið fór heim eftir loknan fund.

Nógv ár seinri varð loyndarmálið greinað. Hon kendi tað sum sítt kall, sína gudstænastu, at húsið var opið, heitt og reint. Lutur hennara var praktiskur, og tað er ein vitnisburður, ið vit minnast.

Havi lisið, at orðini einans telja 7%. Skulu vit økja um góðskuna í prædikuni / vitnisburðinum, so mega vit staðfesta orðini í verki. Ein fysisk tænasta, har vit eru hjástødd mitt í tilveruni, faldar dygdina fleiri ferðir tey 7 prosentini.

Ella sagt á annan hátt. Vit hava øll dygdir, og tað er ikki neyðugt at øll gera tað sama. Tað finst eingin lítil tænasta fyri Kristus. Alt, ið verður gjørt av einum reinum hjarta í Jesu navni, er stórt og dýrabart. Men tað krevst, at vit eru sonn í tænastuni, bæði í orðum og verki. Amen.

Orðið : “Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má vera æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist.” (1. Pætursbræv 4,11)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Admin tann 11/03/2010, 17:09

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum