Fyri tað fyrsta, hevði eg ikki vænta av tær Ólavur, at tú uttan at venda tær til okkara, fyri at fáa eina viðmerking, koyrir sovorði tvætl út á Vágaportalin. Fyri tað fyrsta, so samstarva MB og 07Vestur ikki um dreingir og unglingar, men um smádreingir og dreingir, og hevur hettar samstarv gingið sera væl. Og at bara MB fær nakað burturúr samstarvinum er reint tvætl. Sjálvandi er tað allir hesir ungu evnaríku leikarnir, ið fáa allan ágóðan av tí arbeiði, ið verður gjørt fyri og rundan um teir. Fyri tað næsta er tað eisini lygn, at vit hava fingið skriv um at kasta saman við 07Vestur, og at vit ikki hava svara enn. Vit hava fingið eitt skriv, har vit vóru bidnir um fund um møguleikan fyri eini frammtíðarætlan innan fótbólt í vesturøkinum. Vit hava havt ein fund, ið MB kallaði inn til í MB-húsinum og vardi fundurin í hálvan triða tíma, og var fundurin sera positivur. So at vit ikki hava svarað enn, er eisini lygn. Men um fólkini aftan fyri 07Vestur veruliga vilja kasta saman við okkum, so eru vit klárir at takað 07Vestur undir okkara 105 ára gomlu veingir, so at allur fótbólturin er undir einum hatti í vesturøkinum. Fyri tað triðja er málið um leikarnar eisini fullkomiliga misskilt. Málið snýr seg um, at tveir leikarir eru vorðnir 16 ár, og kunnu velja sær eitt felag at leika í víðari, nú teir hava aldur at leika í vaksnamanna deildunum. Teir vilja leika við MB, og mugu leikaraloyvini tí flytast til MB, um hettar skal lata seg gera. Men hettar noktar 07Vestur teimum, sjálvt um teir sambært fótbóltslógunum ikki hava rætt til tað. Og tí kom fótbóltssambandi uppí málið, og eru vit sera keddir um tað í Miðvágs Bóltfelag. Við at sita sum formaður í fotbóltsfelagnum Miðvágs Bóltfelag byrjar man at fáa eina hóming av, hvussu Ísraelsfólk hava havt tað ígjøgnum øldir, so nógvur ágangur er á okkum bæði úr eystri og vestri. Við fótbóltskvøðu Miðvágs Bóltfelag Les eisini: 07Vestur vil hava MB uppí samstarvUm tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|