Norðoya Sparikassi hevur í morgun skift stjóra. Eyðfinn Reyðberg hevur sagt seg úr starvi, og Marner Mortensen er fyribils settur nýggjur stjóri. Marner Mortensen er 46 ára gamal, og hann hevur verið varastjóri í sparikassanum síðani 1. januar 1996. Marner Mortensen er útbúgvin civiløkonomur innan roknskap og fíggjarstýring. Eyðfinn Reyðberg hevur verið stjóri í Norðoya Sparikassa síðani 1. mai í 2000. Í sambandi við, at hann leggur frá sær, sigur Eyðfinn Reyðberg: “Eg havi nú verið stjóri í Norðoya Sparikassa í 10 ár, og hevði arbeitt í sparikassanum í meir enn 12 ár. Tí haldi eg, at mín tíð er komin at royna nakað annað, og at aðrar kreftir taka við. Vit hava í 2008 og 2009 havt tvey sera trupul og kravmikil ár, ið hava kravt ógvuliga nógv av øllum, sum varða av sparikassanum, men sparikassin hevur tað gott, og tað er tað, sum hevur størstan týdning. Eg eri sannførdur um, at sparikassin kemur styrktur burturúr hesi kreppu, sum í alheims høpi verður umtalað sum ein hundraðára kreppa. Við góðum og dugnaligum starvsfólkum ivist eg onga løtu í, at sparikassin eisini næstu mongu árini fer at verða ein týðandi peningastovnur í Føroyum.” “Tá eg tók við sum stjóri fyri 10 árum síðani, arbeiddu 36 fólk í sparikassanum, og vit høvdu 6 deildir í Norðoyggjum og Leirvík. Í dag arbeiða 46 fólk í sparikassanum á 3 deildum, Klaksvík, Tórshavn og Saltangará. Útlán, innlán og javni eru hesi 10 árini trífaldað. Hetta setur stór krøv til starvsfólkini, og tað liva tey til fulnar upp til. Eginognin var við ársbyrjan 2000 167 mió.kr. Tá hon var hægst við árslok 2007 var hon tvífaldað til 337 mió.kr.” “Eg vil í sambandi við, at eg leggi frá mær sum stjóri í Norðoya Sparikassa, nýta høvi at takka øllum kundum, ábyrgdarum, umboðsráði, nevnd, starvsfólki og samstarvspørtum annars fyri gott samstarv hesi seinastu 10 árini”, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri at enda. John P. Danielsen, nevndarformaður, takkar Eyðfinni Reyðberg fyri arbeiðið, sum hann hevur lagt í Norðoya Sparikassa, og hann ynskir Marner Mortensen blíðan byr í starvinum. Norðoya Sparikassi hevði í 2009 eitt hall áðrenn skatt uppá 46,2 mió.kr. móti einum halli uppá 63,2 mió.kr. í 2008. Eftir skatt gjørdist úrslitið í 2009 eitt hall uppá 38,0 mió.kr. í 2009 móti einum halli uppá 55,1 mió.kr. í 2008. Høvuðsorsøkin til úrslitið er, at sparikassin í 2009 hevur staðfest eina versnandi gongd hjá fleiri kundum, ið hevur ført við sær øktar niðurskrivingar móti tapi uppá útlán og íløgum. Sparikassin hevur í 2009 framt niðurskrivingar uppá útlán uppá 45,4 mió.kr. ella eins nógv sum í 2008, tá niðurskrivingar uppá útlán vóru 45,1 mió.kr. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|