ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Sæddur og nevndur við navni

Vagaskjattan >>

Omanfyri skýggini er himmalin bláur. Ávegis uppeftir kann ein ferð við flogfarinum kennast órógvandi og myrk. Vit síggja ikki stórvegis og eru sperd. Viðhvørt rullar og fólk eru friðarlig. Soleiðis gongur tað, og løtan kennist drúgv.

Brádliga lýsnar og ljósið er fagurt. Sólin sendur sínar geislar, og friður valdar aftur í sál og sinni. Ljósið er unniligt, og alt er hugaligari. Samtalan vaknar, og lagið er betri.

Tilveran á jørðini er skiftandi. Dagarnir eru ymiskir. Viðhvørt gongst til vildar. Aðrar tíðir er støðan minni góð. Tað vignast ikki. Sjómenn tosa um líkindi at sigla. Tað er væl sjógvað og góð sigling. Tað er andróður og ivasom líkindi um nøv og nes.

So mangt ymiskt kann ávirka dagin. Viðhvørt eru vit kedd og misnøgd við okkum sjálvi. Aðrar tíðir eru vit vónsvikin, tí vit mettu okkum órættvíst viðfarin. Ein annar møguleiki er eyðvitað, at vit sjálvi eru orsøk til, at onnur eru kedd. Tað keðiliga smittar. Sáa vit mistreysti, so veksur mistreysti í okkara egna jørðildi.

Kynstrið at liva er at vera størri enn ummælið av einum sjálvum. Eitt gott ummælið kann gera fólk hástór av lyndi og hugsan. Tað letur seg gera at vaksa upp um seg sjálvan. At hava eina tignarliga fatan av sær sjálvum er vandamikið, tí sjálvt lívið eigur at vera størri enn ummælið. Hástórt lyndi ger tilveruna minni. Minkar tilveran ella virðið av tilveruni, so minka medmenniskju okkara samsvarandi. Hástórt lyndi sær fjøld av smáum fólkum.

Kynstrið at liva er at vera størri enn mín egna spegilsmynd. Viðhvørt hyggja vit í spegilin og eru skelkað. Andlitið tykist avlagað, og rukkurnar fleiri í tali. Sum við útsjóndini, á sama hátt við okkara innara menniskja. Vit eru miseydnað og fella ein harðan dóm yvir okkum sjálvi. Vit síggja mistøkini, føllini og fylgjurnar. Vit megna ikki tilveruna, og hetta kann ganga út yvir umhvørvið. Eisini tað keðiliga smittar.

Jesus var øðrvísi. Lív hansara á jørðini var størri enn ummælið. Nógv góð orð eru skrivað og søgd um Jesus. Tey eru sonn, men sannleikin er størri. Jesus er sjálvt lívið, og lívið er størri enn orðini um lívið.

Jesus var øðrvísi, sjálvt um hann ikki einans fekk føgur orð og sømiliga viðferð. Hann varð háðaður, vanvirdur og rikin burtur. Loksins krossfestur, - ein deyði, ið var ætlaður brotsmonnum fyri skemdargerðir.

Tað stóra við Jesusi er, at hann megnaði kynstrið at síggja tað virðið, ið hin einstaki ber í sær sjálvum. Jesus sá, og eygu hansara síggja altíð tað góða ella síggja tað ringa soleiðis, at tað kann gerast betri og verða gott.

Gluggin, ið Jesus hyggur út ígjøgnum, tá hann sær út yvir tilveruna, eitur náði og fyrigeving syndanna. Hann er náðin og sannleikin vára vegna. Í sær sjálvum er Jesus tignarligur, hann er sonur Guðs. Hansara tign verður góðskrivað menniskjum, so vit, ið ikki eru fullkomin, fáa lut í hansara fullkomuleika.

Har náðin verður plantað, grør vónin. Har fyrigeving verður sáað, sprettur gleðin og nøgdsemi.

Ein dagin Jesus fór inn í Jeriko, sá hann ein tollara. Tollarar vóru flokkaðir í bólki saman við syndarum.

Sakeus var lítil av vøkstri, so hann kleyv upp í eitt morberjatræ til tess at fáa Jesus at síggja. Sakeus ynskti at síggja Jesus.

Eisini rundan um eitt tílíkt ynski er Jesus øðrvísi. Skrivað stendur, at Jesus bar eyga við Sakeus og nevndi hann við navni. Sakeus, skunda tær og kom niður úr trænum,  tí í dag má eg koma at gista í tínum húsi.

Jesus kallaði á ein tollara og fór á gátt hjá honum. Jesus vitjaði heim Sakeusar, sjálvt um onnur hildu, at hann var farin inn á gólvið hjá einum syndigum manni.

Sæddur og nevndur við navni. Tvinni týðandi fyribrigdi.

At onkur sær meg glaðan og vælnøgdan skapar ein heim av gleði. At onkur sær meg keddan, hugtungan og grátandi. Tað ger nakað við okkum, tá onkur eina miseydnaða løtu ber yvir við okkum, sigur nøkur vøkur orð ella rættur okkum hondina.

At verða sæddur er tað sama sum at kenna seg livandi, elskaðan og góðkendan.

At onkur nevnir mítt navn. Ein staðfesting av, at eri er til. Nevndur við navni, - ikki umlopin ella gloymdur. Mítt navn í rúgvuni, - taldur við.

Tað er júst hetta, ið ger Jesus stóran og dýrabaran. Vit verða sædd og nevnd við navni. Tað er júst soleiðis frelsarin er, - hann, ið er góður við hvørt menniskja. Amen.

Orðið : “Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.” (Lukas 19,5)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Admin tann 12/03/2010, 08:53

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum