Chelsea vunnu ein knúsandi 6-0 sigur á heimavølli móti uppfluttu West Bromwich. Didier Drogba legði hart út og gjørdi hattrikk. Uppfluttu Blackpool, sum ikki hava verið í bestu deildini síðani 1971, vórðu spáddir at gerast tryggasta boð uppá niðurflytara, summir vóru enntá so djarvir at siga, at teir helst fóru at sláa metið, sum Derby eigur, at fáa fæst stig. Men teir gjørdu fyribils hesum til skammar, á teir á útivølli vunnu 4-0 móti Wigan.
Aston Villa vunnu 3-0 á heimavølli móti West Ham, fáar dagar eftir at venjarin, Martin O'Neill segði seg úr starvi. James Milner, sum væntandi verður Manchester City leikari skjótast, var við og gjørdi eitt mál. Bolton og Fulham spældu ein minni áhugaverdan 0-0 javnleik. Tottenham og Manchester City leiktu eisini málleysan javnleik, og tað kundi stórríka felagið úr Manchester helst vera best nøgdir við. Málmaðurin Joe Hart var einsamallur ábyrgd av, at Tottenham ikki vóru á odda eini 3-0 í hálvleikinum. Blackburn vunnu 1-0 á heimavølli móti Everton. Málið var sera illa handfarið av amerikanska málmanninum í Everton, Tim Howard, sum - uttan at vera undir serligum trýsti - misti bóltin, og Nikola Kalinic, sum mátti kýta seg eitt vet, fekk hegnisliga bóltin í netið. Sunderland og Birmingham leiktu 2-2. Sunderland vóru á odda 2-0, men Lee Cattermole gjørdi uppgávuna hjá heimaliðnum nakað tyngri tá hann fekk reyða kortið, og tað megnaðu Birmingham at gera sær dælt av og venda hóttandi tapi.
Wolves vunnu 2-1 á heimavølli móti Stoke. Sunnudagin var ársins fyrsti stórdystur, tá Liverpool og Arsenal tørnaðu saman á Anfield. Joe Cole, sum er nýggjur Liverpool leikari, varð vístur av vølli móti endanum av fyrra hálvleiki, og tóktist tað at gerast avgerandi fyri dystin. Men David Ngog legði Liverpool á odda í fyrsta minutti av seinna hálvleiki og tóktist tað at skula halda allan vegin, áðrenn málmaðurin, Reina, var so óheppin ella klossutur, at hann beindi bóltin í egið mál, eftir at nýggi áleyparin hjá Arsenal, Marouane Chamakh, hevði skallað á stongina. Í yvirtíðini fekk nýggi verjuleikarin hjá Arsenal, Laurent Koscielny, reyða kortið, men dysturin endaði 1-1. Liverpool hava eina trupla byrjan, tí í øðrum umfari skulu teir vitja Manchester City.
Manchester United leiktu mánakvøldsdyst móti uppflutta Newcastle. Henda dystin vunnu teir reyðu trygt 3-0. Dimitar Berbatov, sum nógvir fjeppar hava havt sum syndabukk, legði United á odda, men tað vóru gomlu veteranarnir, Paul Scholes og Ryan Giggs, sum stjólu myndina. Úrslit: Tottenham - Manchester City 0-0 Støðan:
Næsta umfar: Leygardagin 21. august: Sunnudagin 22. august: Mánadagin 23. august:
Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|