Málið um Saksaberg hevur verið lýst her á Vágaportalinum eftir at tað kom fram, eisini í Sjónvarpinum, at óreglusemi hevur verið á feltinum, og eisini tí klagað var til Fiskiveiðieftirlitið um málið. Nú roynur Pf. Vinnan at verja seg við - gjøgnum Ingolf Olsen, sjónvarpsmann og talurør -, at Saksaberg hevur fingið eitt tíðaravmarkað umskipingarloyvi frá Fiskimálaráðnum í 2002 viðvíkjandi svartkjafti, og fær tað at síggja út, sum er hetta loyvið galdandi í allar ævir viðvíkjandi øllum heimsins fiskasløgum. Men hvørki Fiskiveiðieftirlitið ella Pf. Vinnan ella sjónvarpsmaðurin hava lisið svarið frá Fiskimálaráðnum, tí í svarinum stendur, at talan er IKKI um umskiping. Henda tekst tekur sjónvarpsmaðurin ikki fram, men klípur bara tað úr svarinum, sum Vinnuni dámar at hoyra, og sjálvandi skal hann tað, tá ið hann er umborð á einum skipi hjá Vinnuni, og vit kunna bara ímynda okkum, hvat hent hevði, um sjónvarpsmaðurin las allan tekstin upp fyri opnum skíggja mitt úti á feltinum. Tá hevði Ingolf helst ligið millum hinar makrelarnar! Sjónvarpið nevnir heldur einki um, at hetta er tíðaravmarkað umsókn. Sum tað stendur í umsóknini, so er hon galdandi fyri tíðarskeiðið 18. apríl - 31.desember 2002, tvs. eftir henda dato er tað ikki galdandi longur. Sjónvarpið lesur heldur ikki tann tekstin upp frá Fiskimálaráðnum, sum sigur, at "Fiksimálastýrið er komið til ta niðurstøðu, at í hesum førinum er ikki talan um umskiping, men um kenda mannagongd at pumpa frá einum øðrum skipi ... Heldur kann hetta verða samanlíknað við tað, at nótaskip á t.d. makrelveiðu pumpar frá einum øðrum, sum ikki fær tikið alt kastið inn. Í slíkum førum verður tað skipið, sum pumpar frá hinum, skrásett at hava fiskað nøgdina, tað pumpar frá hinum". Sjónvarpið, sum hevur fingið innlit í málið, eftir at Vágaportalurin tók málið upp og fekk innlit, hevur heldur ikki tikið nakað úr svarinum hjá fulltrúanum í Fiskiveiðieftirlitinum, har fulltrúin greitt sigur, hvat talan er um í hesum málinum, sjálv kjarnin í málinum, nevniliga, at nótaskip fiska felagskvotuna hjá ídnaðarskipi. Tað er kjarnin í málinum, sum hvørki sjónvarpsmaðurin ella Fiskiveiðieftirlitið annars hevur skilt, men tað hevur fulltrúin í Fiskiveiðieftirlitinum gjørt sera greitt. Fulltrúin skrivar soleiðis: - Venda vit aftur til spurningin um nótaskip kunnu fiska av felagskvotuni hjá ídnaðarskipunum, er svarið nei. - Felagskvota ella partur av hesi kann ikki latast øðrum at fiska. Felagskvota kann sambært løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 ikki umsetast. Hetta skriv má sjónvarpsmaðurin hjá Vinnuni eisini hava fingið innlit í, tí tað er sent uppaftur saman við innlitsumbønini hjá Vágaportalinum. Góði Ingolf, hetta er sera greið tala. Um tað ikki var greið tala, ja, so kundi t.d. Norðborg bara fiskað kvotuna hjá Safir og Smaragd og pumpa alt yvir í Smaragd og Safir, sum so avreiddu veiðina, ikki sannheit Ingolf! Hví gera teir ikki tað, Ingolf? Um so er at Ingolf Olsen, pr-maður hjá Vinnuni og sjónvarpsmaður, hevur rætt, ja, so eru tíðaravmarkaðar umsóknir galdandi allar tíðir, sjálvt um tær ikki eru gingnar á møti, tí ongastaðni í tekstinum hjá Fiskimálaráðnum stendur, at játtað verður nakað umskipingarloyvi. Men nú bíða vit eftir svarinum frá Fiskimálaráðnum, sum hevur fingið málið aftur frá Fiskiveiðieftirlitinum. Góði Ingolf, hvussu nógv fært tú í krónum frá Kringvarpinum fyri hasa sendingina í Degi og Viku í kvøld, sum beinleiðis var eitt forsvar og skuldi ætlast at reinsa Vinnuna? ólavur Les eisini: Málið um Saksaberg er aftur í FiskimálaráðnumUm tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|