ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


'Paaal kom aaa maaal'

Mítt tastatur >>

Treytirnar og upptøkan at sleppa at sita sum upplesari í Útvarpinum ella sum vertur eru, at tú hevur onkran sum starvast í Útvarpinum frammanundan.

Alt annað er líkamikið, um tú lesur gjøgnum nøs ella oyru ella munn ella rumparhol, er komplett líkamikið, bara tú kennir onkran í Útvarpinum, so kom inn!

Hetta er ikki ókent og hevur verið soleiðis í mong mong ár, tó fyrr var tað eftirnavnið sum var upptøkuprógvið at sleppa innum í Útvarpinum.

Vit skilja tað væl, at soleiðis er, og er hetta ikki nakað sum er einans kent í Útvarpinum, tí flestu arbeiðspláss eru soleiðis sett saman í Føroyum.

Hevur tú onga familju/vin, ja, so fært tú einki arbeiði.

Tú kanst eisini bólka tíðindini í Útvarpinum, alt eftir hvør vertur er: eru tað kvinnur, so eru bara reyðsokkatíðindi, og menn, so er tað restin!

Útvarpið hevði í kvøld tikið henda spurningin upp, um vit skulu lata upplesarar sleppa framat tíðindamikrofonini at lesa upp 'paaal kom aaa maaal' og 'okur digor rotnar fikor' og tað helt leiðslan.

Leiðslan grundgav tað við, at aðrastaðni, t.d. í DR í Danmark, var hetta praktiserað nú, men her má eg siga, at leiðslan ikki hoyrir nógv DR. Ongantíð enn havi eg hoyrt ein jyda ella vendelbúgva lesa upp í DR t.d..

Leiðslan førdi eisini fram, at øll skulu sleppa framat mikrofonini uttan mun til, hvaðani tey eru og hvussu tey tosað, men eg havi ongantíð enn hoyrt ein vágamann lisið upp í Útvarpinum og tað krevji eg sum gjaldari av kringvarpshaldinum, at ein vágamaður ella vágakvinna eisini sleppur at lesa upp sum vertur, antin í Útvarpinum ella í Sjónvarpinum.

Vit eiga minst líka nógv dugnalig fólk í Vágum sum eitt nú á Eiði!

Tá ið klaksvíkingar eiga einar 5 upplesarar/vertir og eiðisfólk einar 3, so krevji eg at eitt vágafólk - minst - sleppur framat mikrofonini.

Tað eru mangar ferðir fleiri vágafólk enn eiðisfólk, so nú krevji eg, at útvarpið ger nakað við hetta, so vit fáa javnvág í hesa grundgeving hjá leiðsluni um umboðan av dialektum.

Vit vilja hava ein drynjara framat mikrofonini sum skjótast!

Eftir orðunum frá hasum báðum umboðunum fyri leiðsluna í Kringvarpinum í kvøld at døma, er mær meira greitt, hví støðan er sum hon er í Kringvarpinum.

Leiðslan er ikki før fyri at skilja ímillum upplestur av høvuðstíðindum og túnatos.

ólavur


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 26/08/2010, 18:49

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum