ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Nýmáni - framhald av bókini Skýming

Bøkur >>

Í vikuni gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags út bókina Nýmáni. Nýmáni er framhald av bókini Skýming, sum kom út í fjør.

Hugtakið at gera eina rowling er vorðið kent í bókaheiminum. At gera eina rowling merkir, at tú skrivar eina bók, sum fer sum eldur kring heimin. Hugtakið er sjálvandi íkomið av bókunum um Harry Potter, sum C.K. Rowling skrivaði. Amerikanska Stephanie Meyer hevur megnað at skapa eina rowling við bókarøðini Twilight/Skýming. Bókin er týdd til 37 mál og í 2008 og 2009 seldi Stephanie Meyer flest bøkur í heiminum. Í 2008 megnaði hon at selja heilar 29 milliónir bøkur.

Bøkurnar um Edward og Bellu eru sostatt vorðnar heimskendar, og tað er ikki uttan grund. Bæði ung og eldri verða rúnarbundin av hesi heitu kærleikssøguni millum tey bæði. Hetta er ein kærleiki so sterkur, ósjálvsøkin men ikki minst vandamikil.

Í hesi bókini hevur Bella føðingardag og sker seg av óvart. Beiggi Edvard verður púra ørur av blóði hennara og ger av at drepa hana. Fyri at bjarga Bellu avger Edvard at flyta burtur saman við familjuni. Bella verður í døpurhuga, tí hon veit ikki, hví Edvard er fluttur. So við og við fótar Bella sær aftur. Jacob, sum eisini er eitt slag av varúlvi, hjálpir henni gjøgnum hesa døpru tíðina.

Edvard heldur av misgáum, at Bella hevur gjørt av við seg, og ætlar tí sjálvur at taka lívið av sær, men hetta er ikki so lætt, tá tú ert ein vampýrur. Bella megnar tó at bjarga honum í evstu løtu. Trupulleikin er nú, at Bella veit, at vampýrar eru til, og tann vitanin er deyðilig. Bella fær valið at gerast vampýrur ella lata lív.

Um høvundan
Stephanie Meyer hevði ynski um at liva sum rithøvundur, men helt ikki, at hon hevði evnini, og ætlaði sær tí at lesa løgfrøði. Men í 2003 droymdi hon um eina gentu, sum forelskaði seg í einum vampýri. Dagin eftir settist hon og skrivaði tað, sum í dag er kapitul 13 í bókini Skýming. 3 mánaðir seinni hevði hon skrivað alla bókina. Hon sigur sjálv, at hon ikki ætlaði at geva bókina út, men at hon bert skrivaði til stuttleika. Men systir hennara dámdi so væl bókina, at Stephanie Meyer at enda játtaði at senda bókina til eitt forlag. Restina av søguni kenna vit....

Stephanie Meyer er fødd í Connecticut 24. desembur 1974. Tað sigst, at árliga inntøka hennara er 50 milliónir dollarar.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 31/08/2010, 18:42

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum