ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Nei, tað er ikki hasin handilin

Mítt tastatur >>

Vágaportalurin hevði fyrr í dag eina grein frá einum vinnurekandi, sum fanst at, at Gjaldstovan brúkar ein møguleika sum ikki er sambært lóg. Lógaruppskotið til grund fyri elektróniskari fakturering var felt í løgtinginum.

- Eg skal eisini gera vart við, at Elektron hevur gjørt eina skipan uttan at endamálið var at fylgja einari lóg, men heldur ein "smartur" máti at levera rokningar. Men tað verður koyrt út sum at tað er álagt fyritøkum at gera soleiðis, skrivaði tann vinnurekandi m.a.

- Vit hava í fleiri ár sent rokningar umvegis email sum pdf skjal, tað hevur fungera fínt. Men nú skulu vit til at senda rokningina á ein serligan hátt har ið vit rinda fyri hvørja rokning, skrivaði tann vinnurekandi, sum eisini fanst at, at roknskaparleiðarin hevur sent trúnaðarskjøl út til email adressur hjá fyritøkum:

- Í okkara førum bleiv tað sent til okkara kontakt eina tilfeldiga kontakt adressu, ikki eingang mína persónligu teldupost adressu. Tískil er tað heilt ótrúliga óforsvarligt gjørt. Eg hugsi serliga um trygdina hjá fyritøkunum.

Roknskaparleiðarin á Gjaldstovuni hevur nú sent eina innbjóðing til Vágaportalinum um meira kunning um málið og løgtingslógaruppskotið saman við einum skrivi, har hann m.a. skrivar soleiðis:

- Eg vil taka hatta við ”internu sølutølunum” til eftirtektar, hóast upplýsingarnar bara eru sendar fyritøkuni sjálvari. 

- Eg gangi út frá, at talan er um handilin XXXXXX (navn verður nevnt á handli í Miðvági), ið tit taka sum dømi. Eg eri samdur við handlinum í, at talan er um lítla fyritøku, og eg havi einki ynski um at pressa teir til nakað sum helst. Tað var ásannandi, at vit nakrar ferðir høvdu rindað pening til handilin XXXXXX (navn aftur nevnt á handlinum í Klaksvík), at eg vísti XXXXXX (navn á hinum handlinum í somu fyritøku í Miðvági) á hendan møguleikan.

Roknskaparleiðarin sigur eisini viðvíkjandi skrivinum soleiðis:

- Eg orðaði meg í standardskrivi, at ”vit vilja fegin hava”. Veitarin kann siga ”nei”, og so er tann søgan ikki longur.

Viðheft er eisini skrivið við hesum teksti, og har er eingin ivi, at hetta eru eini boð og ikki eitt tilboð:

- Góði  veitari, Vit vilja fegin hava, at tit senda okkum elektroniskar rokningar – og ikki senda pappírsrokningar

Her er eingin ivi, at hetta eru eini kravboð.

Men viðvíkjandi handlinum, sum roknskaparleiðarin í Gjaldstovuni sigur er ein handil í Vágum og í Klaksvík, so er hetta ikki satt.

Talan var um ein vinnurekandi í Tórshavn.

Vit kundu eisini spurt, um talan er um spamm, tá ið Gjaldstovan sendir sovorðin brøv út til vinnurekandi?

Eisini kunna vit spyrja um Gjaldstovan hevur heimild at upplýsa Vágaportalinum - uttan at hava biðið um innlit - um nøvn á fyritøkum og greiða frá ymiskum viðurskiftum?

ólavur

Les eisini:

Gjaldstovan ger beint móti løgtingslóg


 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 09/06/2010, 12:28

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum