Tíðindaskriv: Okkara evni at síggja lutir í ymsum frástøðum, eru stýrd av eini elastiskari linsu innanfyri sjónopnuna. Tá linsan er í hvílistøðu, brýtur hon ljósið, so tað savnast á einum felagspunkti á nethinnuni. Tá vit skulu hyggja eftir onkrum, sum er nær við, knýta vit vøddarnar í linsuni, so ljósið brýtist krappari, men framvegis savnast á einum felagspunkti á nethinnuni. Hjá fólki við nærsýni brýtur ljósið í hvílistøða á einum felagspunkti frammanfyri nethinnuna. Hetta ger, at fólk við nærsýni síggja óklárt langt frá. Tá tann nærsýnti fer nærri, brýtist ljósið at enda soleiðis, at tað aftur savnast á sjálvari nethinnuni. Tann nærsýndi sær tí klárt í stuttari frástøðu. Eygu okkara eru vegurin til myndlistina. Soleiðis sum vit síggja, soleiðis skilja vit listina, veruleikan og okkum sjálvi. Sjón okkara er sjálvt grundarlagið fyri, at listin gevur meining bæði fyri tankan og fyri kroppin. Fyri at hvessa okkara evni at síggja, bjóðar Steinprent í summar til djúpt nærsýni av stórari list í lítlari stødd. 101 verk eru á framsýningin ”Nærsýni”. Tey eru so smá, at vit - sum tey nærsýndu - mugu fara heilt nær at teimum fyri at fáa tey at standa klárt á nethinnuni. Vit verða tvungin at kýta okkum fyri at síggja tað óklára, tað ósædda. Tað ósjónliga gerst sjónligt og tey evarska smáu frábrygdini gerast sjónlig. Framsýningin letur upp mikudagin 7. juli kl. 16 og er opin til 21. august. Listafólkini, sum eru við á framsýningini, eru: Bárður Jákupsson, Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen, Fríða Matras Brekku, Peter Carlsen, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Tóroddur Poulsen, Halldis Olsen, Ken Denning og Thomas Hornemann. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|