Nú muga so teir klóku heilarnir grópa í paragraffum og lógum, tí sum skilst, er málið um makrelin hjá Saksaberg endað aftur í Fiskimálaráðnum. Har verður tí fundast nakað, eftir at komið er úr eini gamlari skuffu eitt skriva frá 17. apríl 2002 sum hevur fína tittulin "Viðvíkjandi umskipingarloyvi til M/S Saksaberg FD 86". Sambært innlitsumbøn, so hevur Vágaportalurin fingið hetta skjal, sum er viðvíkjandi umskiping av svartkjafti, og stendur soleiðis í skjalinum: - Saksaberg hevur ætlanir um at føra svartkjaft frå størru nótabåtunum, sum fiska á føroysku landleiðini. Ætlanin er at pumpa beinleiðis úr trolposanum i tangarnar á Saksabergi. Veiðan skal landast til matna i Kollafirði (tó kann vera neyðugt at landa til ídnað í Fuglafirði, um góðskan av einihvørjari orsøk ikki er í lagi). Skipini gera avtalu sínámilIum um býtið av søluni.Ti verður við hesum søkt um umskipingarlovvi frå 18. apríl - 31.desember 2002 til hetta virksemi. Skjalið er undirskrivað av fyristitingarleiðaranum fyri Pf. Miðalberg (M/S Saksaberg). Fiskimálaráðið svarar reiðarínum soleiðis aftur í brævi tann 19. apríl 2002: - Víst verður til skriv tykkara dagfest 17. apríl 2002, har søkt verður um loyvi til at m/s Saksaberg kann umskipa svartkjaft í føroyskum sjógvi frá øðrum størri svartkjaftatrolarum. - Sum skilst, er her talan um, at m/s Saksaberg skal pumpa beinleiðis burtur úr posanum hjá øðrum skipum og avreiða í Føroyum. Sostatt er ikki talan um beinleiðis umskiping, sum vit t.d. kenna tað í sambandi við norðhavssild um summarið. Heldur kann hetta verða samanlíknað við tað, at nótaskip á t.d. makrelveiðu pumpar frá einum øðrum, sum ikki fær tikið alt kastið inn. Í slíkum førum verður tað skipið, sum pumpar frá hinum, skrásett at hava fiskað nøgdina, tað pumpar frá hinum. - Fiksimálastýrið er komið til ta niðurstøðu, at í hesum førinum er ikki talan um umskiping, men um kenda mannagongd at pumpa frá einum øðrum skipi. Samsvarandi grein 32 í løgringslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verður kravt, at veiðan fingin á henda hátt bert kann verða førd til avreiðingar í Føroyum. Samstundis er tað greitt, at tað verður m/s Saksaberg, sum skal fráboðað fiskiskapin, og skal á avreiðingarseðil verða skrásett sum tað skipið, ið hevur veitt fongin. - Harumframt er treyt, at m/s Saksaberg hevur fiskiloyvi til svartkjaftaskip í føroyskum sjógvi. Undir viðgerðini av hesum málinum hevur Fiskimálastýrið staðfest, at m/s Saksaberg hevur veiðiloyvi til svartkjaftafiskiskap á ytru leiðini. Fiskiloyvi verður skrivað m/s Saksaberg ein av fyrstu døgunum, skrivar Fiskimálaráðið í aftursvari. So nú kunna teir klóku heilarnir í Fiskimálaráðnum og Fiskiveiðieftirlitið kjakast um, hvørt henda umsókn um umskipingarloyvi hjá Saksabergi fyri tíðarskeiðið 18. apríl til 31. desembur 2002 er galdandi eisini í dag og í allar ævir, og eisini um svartkjaftur er sami fiskur sum makrelur, og eisini um ein felagskvota av makreli í 2010, er tað sama sum kvota av svartkjafti í 2002. Vágaportalurin fylgir hesum spennandi máli ... Les eisini: Nótaskip kunnu ikki fiska av felagskvotuni hjá ídnaðarskipunum
Fiskimálaráharrin góðtekur ikki lógarbrotUm tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|