At standa á trappuni og ikki kunna koma inn. Komin at húsum og á lastar dyr. Hesin veruleikin er ofta í mótsøgn til kenslur og egin ynskir.
Eisini í lívsins mongu forløgum kennist tilveran sum at koma á lastar dyr. Tað vit hildu, trúðu og vónaðu royndist ikki. Í lívinum vórðu vit sett uttanfyri, ella vit sjálvi settu onnur út á trappuna.
Viðhvørt náa vit at húsum, men megna ikki at lata dyrnar upp. Talan kann vera um tvørrandi likamliga orku ella sálarliga tvístøðu. Vit ynskja okkum innanfyri í hitanum, men megna ikki at banka á dyrnar tíans heldur at opna tær.
Tað er vælsignað við menniskjum, ið lata dyrnar til lívið upp. Tí eins væl og vit kunnu koma á lastar dyr, eins væl kunnu vit læsa okkum inni. Vit skammast um veruleikan, støðuna og fortíðina. Vit síggja farnar dagar, spiltar møguleikar og tað miseydnaða. Tá at verða leiddur út í durin og síggja fløturnar, gøturnar og merkja ta frísku luftina.
Lívið er ikki eitt einfalt roknistykki. Lívið er ikki ein bein strika. Lívið er mangan eitt roknistykki, ið hevur torført við at ganga upp, ein helvt ella ein fjórðings veruleiki. Lívið hevur mong frávik, og nógvar smærri gøtur ganga út frá høvuðsvegnum.
Vit hava lyndi at meta um tey ymisku frávikini. Viðhvørt koma vit til eina skjóta niðurstøðu, aðrar tíðir er málsviðgerðin longri. Sjálvt um tað er torført at gera neyvar metingar, so er tað óivað satt, at tað er svárari at verða umtalaður enn at umtala onnur.
Jesus er ein fyrimynd, ið verd er at geva gætur. Tá hann hugdi út yvir tilveruna, sá hann hin einstaka í fjøldina. Hann sá ikki einans andlitið, men menniskjað aftan fyri andlitið.
Tað letur seg gera at hava eina rímiliga vakra útsjónd, og tó pínist sálin, og hjartað grætur. Líkasum vit kunnu fríðkast við serkønari røkt og hepnari viðgerð, á sama hátt kunnu vit aftan fyri eina vakra útsjónd gráta í okkara innara menniskja.
Tosaði við eina eldri kvinnu nú ein dagin. Hon hevði fríðkað sær hárið. Sigast kann, at arbeiðið var væl úr hondum greitt. Tað klæddi hesi eldru kvinnuni at fáa hárið gjørt.
Tað er skilagott at røkja sítt likam og sína útsjónd. Tað er mangan staðfest, eisini millum eldri og sjúk, at viðgerð, ið fríðkar andlit og hár, skapar eina vælveru og harvið øktan trivnað og størri nøgdsemi.
Varnaðist í prátinum henda eina setningin, ið hvørki er háborin ella ovur vitborin. “Tað er einans tað, prestur, at tann grái liturin kemur so skjótt fram aftur, so hvørt hárið veksur.”
Í lívinum er tað satt, at so er. Men viðhvørt er tann andaligi veruleikin ein heilt annar enn viðurskiftini á jørðini. Myndir frá gerandisdegnum ella tilveruni siga ikki altíð allan sannleikan.
Viðhvørt er tað torført at fyrihalda seg til dagin í dag og síggja tað vakra. Tað er skjótt at lýsa og greina eitt menniskja við at vísa á søguna og staðfesta føllini.
Jesus er fyrimyndarligur í sínum samskifti. Við brunnin í Sikar møtti hann eini kvinnu. Hon kom úr Sámaria at draga vatn. Hetta var um middagin, tá sólin stóð hægst á himli, og fjøldin hvíldi.
Við Sikars brunn møttust tey bæði Jesus og henda kvinnan. Tey tosaðu um at draga vatn upp úr brunninum. Konan varð hugtikin av orðinum um tað livandi vatnið : “Harri, gev mær hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki koma higar at draga upp.” (Jóh. 4,15)
Svar Jesu var eitt stílbrot í samrøðuni. Frá vatni og livandi vandi kemur ein beinleiðis áheitan á kvinnuna : “Far avstað og rópa mann tín, og kom higar!”
Kvinnan hevði ongan mann, men hevði havt fimm menn, og tann núverandi var ikki maður hennara.
Kvinnan var komin út til Sikars brunn at draga vatn. Við brunnin møtti hon Jesusi, og samtalan opnaði dyrnar fyri kvinnuni. Møguleikin til lívið, eitt nýtt lív.
Kvinnan bar henda vitnisburðin um Jesus, tá hon kom inn aftur í bygdina : “Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, sum eg havi gjørt : man hann ikki vera Kristus?”
Og fjøldin staðfesti, at Jesus er frelsari heimsins.
Jesus er ikki sum ein litføgur viðgerð av hárinum. Tann grái og ljósi liturin vinnur fram og boðar frá mongum døgum ella tyngri forløgum. Tann grái liturin minnir á søguna.
Men hjá Jesusi er fyrigivið – veruliga fyrigivið. Amen.
Orðið : “Tí kann hann (Jesus) eisini fullkomiliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum.” (Hebrearabrævið 7,25)
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Admin tann 12/03/2010, 08:55 |
|
|