Tá ið íslendska pressan skrivar um Hans Lindberg, stóra og talentfulla hondbóltsleikaran, so er hann íslendingur, og tá ið danska pressan skrivar um hann, so er hann dani, men hann er reinur føroyingur. Tað kom eitt sindur óvart á mong, tá ið Vágaportalurin skrivaði, at kendi hondbóltsleikarin Hans Lindberg, sum hevur sáttmála í Týsklandi og eisini spælir á danska landsliðnum, kanska fer at spæla í Barcelona - at hann er føroyingur. Vágaportalurin skrivaði, at Hans Lindberg er trongisvágsmaður, tí bæði abbin og omman eru úr Trongisvági. Og Hans Lindberg er sonur Erling Lindberg. Abbi kenda hondbóltsleikaran, Hans Lindberg, er føddur 5. august 1920 í Trongisvági, og var giftur við Atu Sørensen ættað av Húsgarði í Trongisvági, og fluttu tey bæði til Íslands, á Hafnafjørð. Hans Lindberg doyði 18. juli 1999 á Hafnafirði og er eisini grivin har. Tey fingu dóttrina Valgerður Lindberg Hansdóttir og sonin Erling Lindberg, sum er pápi Hans Lindberg, landsliðsleikaran og stórtalentið. Hans Lindberg spælir júst nú í HSV Handball og við sínum 251 skoringum er hann toppskorari í Bundesligaini. Og hetta, umframt at hann spældi væl í Champions League, hevur ivaleyst vakt áhugan hjá spanska stórfelagnum Barcelona. Við hjálp frá góðum ættargranskarum, m.a. Kára Thorsteinson og Hans Sørensen, sum Vágaportalurin hevur havt samskifti við, so hava vit fingið meira at vita um familjuna hjá Hans Lindberg og hvussu alt hongur saman við upprunanum. Mamma gamla Hans Lindberg er ættað av Víkum, í Vágum. Hon æt Hansina Hans-Christofffersen og var fødd 03.10.1895 og doyði í Tórshavn 03-10-1976. Hansina búði eisini í Húsgarði, og var gift við Andriasi Lindberg. Hann var nevndur Andrias á Beitinum. Hansina var dóttir Ole Kristian Hans-Christoffersen, f. 18.11.1848 á Víkum og aftur sonur Hans Christoffer Olesen f. 29-09-1818 í Bø og Sara Sophie Danielsdatter f. 10.04.1822 í Sørvági. Omma Hans Lindberg, Ala, er enn á lívi. Hans Lindberg hevur eisini góðar hondbóltsrøtur í Vestmanna. ólavur Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|