Tíggju ára gamal gjørdist eg rættiliga sjúkur. Eftir drúgva sjúkralegu heima var eg sendur niður á Ríkissjúkrahúsið. Ferðin var sjóvegis, og ein sjúkrasystir var ferðaleiðari.
Beint undan fráferð gav móðir mær eina bók, ið er bókin í mínum lívi. Nú sonurin fór av landinum, gav mamman honum tað besta, ið henni kom til hugs. Viðføri til ferðina inn í ókenda lagnu og framtíð á fremmandum staði.
Móðir fór í Gamla Bókhandil og keypti eitt Nýggjatestamenti. Fremst í bókini skrivaði hon mítt navn. Við síðuna av navninum festi hon tað føroyska flaggið. Í mínum nýggjatestamenti stóð navnið og Merkið. Fór av landinum, men trinni viðurskifti stóðu fast, sjálvt um lagnan var ivasom. Samleikin var eyðsýndur.
NT segði frá ástøði og grundarlagi. Boðskapurin um Jesus, Guðs son og heimsins frelsara, var hellan, ið lívið bygdi á. Hvat annað var ókent, so var tað satt, at lyftið frá Jesusi helt. Minnist ikki nakran serligan fjáltur, hóast tað var svárt at skiljast og vera burturi einsamallur í fleiri mánaðir. Grundarlagið var kent, og tað helt alla tíðina í útisetu og hevur hildið síðani tá.
Navnið stóð skrivað á fyrstu síðu innanvert permuna. Ástøðið og tað jarðiska lívið, ið navnið boðaði frá. Navnið á einum sjúkum drongi. Bókin var ikki einans ein bók. Hon var bindilið ímillum tveir persónar. Hin himmalski Guð kom til jarðar í syni sínum Jesusi, og vit báðir møttust í orðinum, møttust í bókini. Eitt ferðalag, har frelsarin fylgir við eisini tær løtur, tá tað við hond skrivaða navnið misti navnið burtur, ið einglarnir fráboðaðu Jósefi : “Og hon (Maria) skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.” (Matt.1,21)
Merkið segði mær sannleikan. Føroyar er landið, upphav og heimstaður. Hetta var ikki ein spurningur um tjóðskap og kenslur. Hetta var ein veruleiki, ein heilsan og áminning. Nú farið varð avstað til ókent land millum ókend fólk ráddi um at kenna sínar røtur. Veruleikin, ið skapti mína sjálvsfatan og menti mín samleika.
Hvønn dag í útisetu sá eg Merkið. Krossurin varð sjónskari og Merkið vakrari fyri hvønn dag, ið gekk. Samskiftið við Føroyar var óregluligt, og fáar telefonir vóru í heimbygdini um tað mundið. Merkið og krossurin lýstu sína signing inn yvir dagin og tilveruna.
Merkið og krossurin eru samleikin hjá tí føroysku tjóðini. Krossurin gongur aftur í hugsan og lóggávu. Bókin og tann kristni arvurin eru grundarlagið undir menning, framburði og fólkaræði í Norðurlondum og Vestur Evropa.
Vit staðfesta og harmast um, at vit sum kristin viðhvørt mistu okkum burtur í trongskygni. Vit søgdu óhøvisk orð, bóru okkum skeivt at og forfylgdu øðrvísi hugsandi og minnilutum.
Bókin mælir til kærleika og andar av hóvsemi. Bókin byggir á persónligt frælsi, har hin einstaki tekur egnar avgerðir við ábyrgd. Kristindómur mælir til frælsi, frælsi at velja Kristus og frælsi at velja Kristus frá.
NT er ein heilag bók, hon er Guðs orð. Talan er bæði um Guðs orð og orð um Guð. Fyri kristnu trúnna er NT bókin.
Hugsa vit um víðu verøld, so er átrúnaðarligi marknaðurin stórur. Innan andaliga leiðslu royna fólk av øllum alvi at menna tolsemi og virðingina fyri øðrvísi hugsandi og trúgvandi. Átrúnaðurin hevur / eigur at hava virðing fyri teimum, ið ikki trúgva ella ikki eru átrúnaðarliga sinnaði.
Rákið gongur eisini ein annan ódámligan veg. Bøkur verða skrivaðar og reglur orðaðar, har hin frælsi heimur villist í sínum egna frælsi. Nú átrúnaðurin roynir at skilja og fata, verða aðrar bøkur skrivaðar, ið gera tilveruna torføra og fløkta. Møguliga bindur hin frælsi og frígjørdi heimurin haft um síni egnu bein. Øll átrúnaðarlig symbol skulu burtur á almennum støðum. Tú mást ikki hetta. Tú mást ikki hatta, - hava klæðir ella krossar.
Miðøldin við øllum sínum andaligu forboðum er avloyst av nýggjum forboðum. Tann frælsi heimurin skerjir sítt egna frælsi. Nútíðin er um at missa seg burtur, tí mannarættindi skerja rættin hjá kvinnum og monnum. Mannarættindi eru góð, og ávísar ásetingar neyðugar. Men hvar er markið til frígjørt snævurskygni?
Eyðvitað er hesin lestur ikki nøkur neyv viðgerð av nøkrum sum helst. Hugvekjandi annars, at vit nútíðar menniskju hava fløkt okkum inn eitt frælsi so stórt, at torført er at finna vegin út á ljósar frælsar fløtur fyri øll. Bæði tey í húgvu, turriklæði og berandi krossar.
Er tað veruliga talan um frælsið, um eg missi meg burtur og fari skeivur av málinum, um onkur klæðir seg øðrvísi enn eg sjálvur? Hvar er tá samleikin, javnvágin og fatanin?
Í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara fann kristnin friðin, ið hesin heimur ikki eigur at geva. So tað er eingin orsøk at stúra og ræðast. Vit eiga frælsi og frið í Jesusi. Amen.
Orðið : “Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.” (Jóhannes 8,36)
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Admin tann 12/03/2010, 08:44 |
|
|