Hon hongur í køkinum á bróstinum inn ímóti stovuni. Myndin er einføld, og bakgrundin blálig. Litfagrar blómur. Nakrar eru gular, aðrar eru reyðar. Hetta er fyri mær heimsins dýrasta mynd. Varð farið í ein handil, ið selur ella keypir list, so varð eg valla ríkur. Eingin uttan húsfólkið dugir til fulnar at meta um virðið. Jú, ein annar persónur kennir prísin, tí viðkomandi hevur goldið myndina í ótta, angist og tárum. Goldið myndina, - ikki við peningi. Ein dýr mynd, tí hon er keypt og givin eftir lívlát og deyða. Hon misti fyrst sonin og síðani mannin. Eitt slag av løgnum takksemi fer ígjøgnum kroppin, tá ein góður døgurði kemur á borðið, og eyguni flyta seg frá matinum til veggin. Her sita vit í køkinum og gloyma at njóta matin og samveruna. Matur í klassa A. Øll familjan savnað, og tó so avger tað gráa veðrið uttandura veðurlagið í køkinum. Ístaðin fyri gleði og lív valdar tøgn. Tað kemur fyri slíkar dagar, tíbetur ikki ofta, at vit gloyma at takka fyri matin. Tilveran er so sjálvsøgd, at hon køvir matarlystin. Tá so eyguni hvíla á myndini lýsnar. Hin ringa samvitskan vaknar. Her sita vit í allari yvirflóð og eta ein góðan døgurða uttan at njóta lívið og tilveruna. Hetta stóra undurið at eiga síni nærmastu á lívi. Kynstrið er at liva lívið mitt í tilveruni áðrenn deyðan. Eftir deyða og skilnað er tað í huganum, at lívið kann livast saman við teimum, ið vóru og eru farin. Nakað eftir jarðarferðina fingu vit myndina. Vit bæði konan eru væl við húsið. Tað lá eyðvitað í luftini at hjálpa til eftir førimuni, og sum prestur gjørdi eg einans mínar skyldur. Vit hugsaðu ikki um nakað meira enn tað, at nú var hvíldin komin, og jarðarferðin var vøkur. Tað lá einki annað aftanfyri okkara virksemi enn at hjálpa til, gera tað virðiligt og vakurt. So ein dagin kom myndin borin av eini dóttur, ið vit eru góð við. Her er ein tøkk frá mammu. Hon hevur ikki so nógv uppá seg, men mamma vildi fegin geva tykkum báðum hesa myndina. Vit vistu ikki rættiliga, hvat vit skuldu siga. Vit vóru ovfarin og als ikki fyrireikað at fáa tøkkina ítøkiliga. Tøkkin var innpakkað, so konan pakkaði út. Myndin er í motivi og litum lýst omanfyri. Vakrir litir, blómur, ið lata seg upp móti ljósinum. Blómur, ið leggja bløðini saman. Blómur, har bløðini tykjast knýtt, sorgblíð. Mitt ímillum blómurnar stendur ein lítil yrking, ið sigur mær meira, enn eg megni at skriva. Havi í langa tíð ætlað at umsett yrkingina til føroyskt, men megni tað ikki. Myndin er djúp og sannleikin á altjóða støði, so vit endurgeva yrkingina, so sum hon stendur skrivað. Trofast venskab Det gir trygghet Ríkur er tann, ið eigur gott vinalag. Ríkur er tann, ið gevur gott vinalag. Tað er henda kenslan av samanhaldi og tryggleika, ið gevur lívinum virði av nýggjum. Kann lívið veruliga fáa nýtt virði? Er tað vón fyri degnum í morgin? Er tað sannlíkt, at gøtan kennist trygg at ganga, sjálvt um myrkur legst á vegir várar? Tað er ein gomul kristin dygd, at vit knýta bond og dugna hvør øðrum, tá á stendur. Nógv gott býr í fólkinum. Vit tosa ikki ofta um tað, - og skilagott er ikki at tosa ov mikið. Tað ræður um at vera hjástødd mitt í lívinum, - ikki ummælari av lívinum. Ein av teimum berandi sannleikunum í kristnu trúnni er kærleikin, at vit eru hjástødd og hava umsorgan hvør fyri øðrum í góðum eins væl og tungum døgum. Jesus steðgaði á og birti vón, har login var um at sløkna. Tað er als ikki hóskandi at fara lætt um sorg og trega. Virðing fyri lívinum krevur virðing fyri deyðanum. Skrivað stendur um Jesus, at hann feldi tár, tá Lázarus var deyður. Aðrastaðni lesa vit, at vinir Jobs sótu hjá honum í tøgn í sjey dagar, tá vanlagnan av álvara rakti Job og húski hansara. Hin kristna trúgvin er ikki ein bók, har allar frágreiðingar og øll úrslit kunnu lesast. Orðið um Jesus gevur áræði og mót. Jesus gevur lívinum eitt dýpi av anda, sum ongantíð fánar burtur ella doyr. Hann, sum er ljósið, lívið og ævinleikin. Jesus, ið gevur lívinum eitt nýtt virði og stimbrar síni vitni, so vit kunnu kynda ljós mitt í tilveruni. Geva lívinum nýtt virði. Amen. Orðið : “Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. ...Gangi eg í dimmum dølum. Einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur teir ugga meg.” (Sálmur 23,1.4) Jógvan Fríðriksson, biskupur
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|