ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Kann ein sannleiki føða lygnina?

Vagaskjattan >>

Ímillum allar vansar er tað ein fyrimunur við kavanum. Tað klæðir lendinum at vera ílatin vetrar búnan. Hin hvíti liturin umboðar reinleika, og reinleiki er í mangar mátar ein dygd. Hugsa vit um matvøru og heilsu, so er reinføri eitt krav.

Sum við flest øllum reinleika, hevur kavin eisini óhepnar fylgir. Bæði arbeiði, gongd og ferðsla verður darvað, tá kavin verður til gler. Tað løgna er annars, at sjálvt tað vakra kann gera lívið tyngri og torførari.

Lívið lærir. Øll vaksin vita, at náttúran ikki er so rein, sum hon tykist at vera. Kavin fjalir. Eyðvitað er myndin vøkur, men ein vøkur mynd kann fjala sannleikan. Undir kavanum liggja fjaldir lutir. So skjótt lýðkan kemur við támutum veðri ella regni, kemur mangt og hvat til sjóndar.

Kavin hevur ein bága við sær. Kuldin elvir til trega hjá teim, ið stríðast við gikt ella líknandi pínu. Líðingin í kroppinum økist í takt við minkandi hita og vaksandi kulda.

Kavin skapar ein annan bága í samspæli við ljósið og sólina. Reinleiki og ljós eru dygdir, sum okkum hóvar væl. Tað er sunt og gott, tá reinføri er í hásæti. Tvørrandi reinføri er beinleiðis vandamikið. Ljósið ger tað lættari at liva. Tað styttir um ta myrku tíðina og gevur orku.

Men er tað nú so einfalt hóast alt? Hugsa vit um lívið og flyta myndirnar inn í tilveru manna, er tað so satt, at reinleiki og ljós einvíst eru jalig?

Havi í hesum sambandi hugsað um sannleikan. Eyðvitað ynskja vit at hoyra sannleikan og tráða eftir tí, ið er satt. Samljóð við veruleikan. Ikki eina avlagaða mynd. Ikki ein veruleika, ið fyrst er vakur, eftir at jørðin er klødd við kava.

Sum prædikumaður havi eg mangan grundað yvir hetta evnið. Serliga í føstuni tá pínslusøga várs Harra Jesu Krists verður lisin og umrødd í kirkjunum.

Eyðvitað skulu vit halda okkum til sannleikan, hin eina og evsta sannleikan. Tað er eingin dygd og skapar ikki varandi eydnu, um vit tilvitað skáka okkum undan sannleikanum. Ósannindi elur ikki eydnu og er við longdini tungur og møðandi burður.

Málsliga er sannleikin eitt bundið navnorð. Sannleikin er altíð sannur. Tað er eingin løta, har sannleikin ikki gagnar. Sannleikin er Guðs vera og tilvera, hin evsti og sanni. Orð Jesu eru kend : “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið.” (Jóhannes 14,6)

Men orð menniskjans, okkara metingar, endurgávur og tulkingar. Vit avlaga mangan sannleikan í bundnum formi til ein sannleika í óbundnum formi. Ein sannleiki sum óbundið navnorð er tíðarbundin og undir persónligum árini og meting.

Týski gudfrøðingurin Dietrich Bonhoeffer sat í fangalegu undir seinra heimsbardaga. Hann var ákærdur og skuldsettur fyri fíggindaligt virksemi mótvegis týska statinum. Bonhoeffer átalaði ta viðferð, ið jødarnir og aðrir minnilutar í tí týska samfelagnum fingu. Hann varð avrættaður stutt áðrenn krígslok.

Í einum brævi frá tilveruni sum fangi grundar hann yvir, um ein sannleiki veruliga kann føða lygnina og avlaga veruleikan. Ein tíðarbundin og smalt tulkaður sannleiki kann í einum størri samanhangi føða lygnina. Tilveran er ein eind, og ein óbundin sannleiki má lýsast og viðgerast í eini størri heild. Tað er heildarmyndin, sum er sannleikin.

Tá Jesus verður førdur frá Kajfasi til landshøvdingaborgina, síggja vit eitt áhugavert orðaskifti ímillum Pilatus og Jesus. Pilatus roynir at finna eina haldgóða ákæru mótvegis Jesusi og setur spurningin : “Men so ert tú kongur kortini?”

Jesus svaraði : “So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan...” (Jóhannes 18,37)

Meðan Jesus talar um sannleikan í bundnum formi, so skiftir Pilatus yvir í tann óbundna formin og spyr : “Hvat er sannleiki?”

Eitt áhugavert skifti. Kann tað veruliga hugsast, at ein sannleiki er í mótsøgn við sannleikan?

Í øllum førum hendi tað, at ein sannleiki um Jesus, tað at hann er kongur, førdi til deyða og krossfesting. Hin heildarskapandi sannleikin varð krossfestur.

Sum prædikumaður stríðist eg við spurningin, um eg við mínum óbundna sannleika krossfesti sannleikan so at skilja, at lívið hjá øðrum verður truplari at liva vegna ein sannleika.

Einaferð fyri nógvum árum síðani møtti eg sannleikanum. Satt at siga, so var tað sannleikin, ið møtti mær. Tað gav mær eitt støði og útsýni, eg aldrin áður hevði kent ella vitað um. Ein sannleiki um meg og næsta mín sæddur ígjøgnum sannleikan, Jesus. Amen.

Orðið : “Tí av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman á náði; tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi.” (Jóhannes 1,17-18)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Admin tann 12/03/2010, 08:56

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum