ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Jenis og fariseisman!

Lesarin skrivar >>

Undirritaði var sjúkrameldaður í 20 manaðir, og hevði tá høvi og stundir til at lesa tey fýra evangeliini ummaftur og ummaftur, kanska tilsamans nakrar túsund ferðir.  Endamálið við hesum var at finna Jesus óheftan av Paulusi, Pæturi og Lutheri. Tí tað er soleiðis, at vit sum eru børn av protestantismuni, vit hava lisið Jesus við eygunum  hjá Paulusi og Pæturin, og vit sum eisini eru børn av lutherdóminum, somuleiðis gjøgnum eyguni hjá Lutheri.

Men, Jesus eigur heilt greitt eitt sjálvstøðugt lív í teimum fýra evangeliiunum, uttanum restina at Nýggja Testamenti, og har hitta vit ein Jesus, ið er heilt øðrvísi og nógv meira kollveltandi, og grundleggjandi kollveltandi, enn tann Jesus sum mangan verður prædikaður, litaður av allari kirkjusøguni.

Teir tjúgu mánaðirnar bleiv tað mær heilt greitt, at  sæð frá sjónarmiðið Jesusar, so eru alt ov mong av teimum, ið eru ídnast at prædika  (tað tey nevna) læru Jesusar, ella kristindóm, í veruleikanum í bólki við erkamótstøðufólkunum hjá Jesusi í evangeliiunum, sum eru farisearnir og teir skriftlærdu.

Orsøkin er helst tann, at sannur kristindómur, læra Jesusar, er ónatúrlig fyri okkum menniskju, tí Jesus setur næstakærleikan framum øll boðini, meðan religiøsa menniskjan nýtir boðini sum skjól móti menniskjaligu egoismuni. Fyri Jesusi kom tørvurin hjá meðmenniskjanum fyrst, og síðani okkara egni tørvur - hettar er í stríð við tað nátúrligt menniskjaliga, har vit sjálvi altíð koma fyrst.

Alt í fariseismuni og alt í læruni hjá teimum skriftlærdu, sum Jesus stírddist ímóti, finna vit tíverri alt ov ofta júst í kristindóminum, og kanska serliga á høgravonginum í kristindóminum - men ikki bara har. Í heilatiki so tykist Jesus mangan rættuliga fremmandur í kirkju síni (við kirkju meina vit her, tey ið ganga undir heitinum kristin).

Tær støðurnar Jenis av Rana tykist at taka í átrúnaðrligum/politiskum málum minna meg mest um støðutakanina hjá farisearunum og teimum skriftlærdu, heldur enn hjá Jesusi. Skuldi eg verið illavorðin, so kundi eg funni uppá at sagt, at í líknilsinum um miskunnsama samariubúgvan, er Jenis av Rana antin presturin ella levitturin, og als ikki Jesusímyndin, hin miskunnsami sámariubúgvin.

Eg ætli mær ikki á nakran hátt at fordøma Jenis av Rana sum kristi menniskja, vit hava trúarfrælsi og liva í einum frælsum landi. Hann hevur rætt til sínar áskoðanir (hóast hann ikki viðurkennur áskoðanina hjá øðrum). Men eins og hann mangan metir seg hava rætt til at kroysta sínar kristnu/politisku áskoðanir niður yvir føroyingar við makt og snildni, somuleiðis havi eg loyvi til at bera fram mína sannføring um tann Jesus sum eg kenni.

Eg hugsi her um Jesus, sum sýndi sín solidaritet við at nema við tey spidalsku, sum át og drakk saman við syndarum, og sum tosaði við tey, ið ongin annar vildi vita av. Jesus var, sum kunnugt solidariskur við syndarum, men ikki við syndini.  Samstundis er hann so ólíkur tí almenna persóninum Jenisi av Rana, sum í heilatiki til ber.

Hetta er ikki eitt álop á privatpersónin Jenis av Rana – eg kenni hann ikki, havi aldrin hitt hann. Men, hann er ikki longur privatpersónur, tá hann fremur ”majestetsfornermilsi” móti íslendsku tjóðini!!! Spurningurin er um hann ikki eisini fremur ”majestetsfornærmilsi” móti sjálvum Guði Skaparanum, tá hann ikki vil virka í anda Hansara, soleiðis sum vit kenna Hann í Jesusi Kristusi?? Spurningurin er um hann ikki hevur sett Jesus til viks til frama fyri Mósesi, Profetinum, Paulusi, Pæturi og Calvin??

Tað sigst at fariseisman, sum so, doyði við templinum í Jerusalem.  Men, í Føroyum tykist hon enn at hava góðar treytir, og serliga í høvuðsfarisearanum Jenisi av Rana og hannsara fylgi!!

Bergur Jacobsen

P.S.! Um so er at hann nýtir hetta høvið kalt og kyniskt til atkvøðufiskaríð, so telist hann javnt millum kristnu bøðlarnar í evropeisku søguni. ( Men, eg fái meg illa til at trúgva, at hann við vilja trampar ománá kristusfyrimyndini, næstakærleikanum, fyri egið gagn!?)


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 07/09/2010, 16:01

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum