ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Jalig jól

Vagaskjattan >>

Hin hvíti kavin hylur mark og ong. Kavin er vakur og fjalir nógv av tí, ið skemmur umhvørvið. Alt órudd er kava undir. Kavin klæðir jørðina í reinan vetrar búnað.

Nøkulunda sum við kavanum er tað við jólunum. Ljós lýsa í glugga og vrá. Ymiskir litir gera ársins myrkastu tíð ljósari. Líkasum foldin ber nakað av óruddi undir kavanum, á sama hátt kann tað hugsast, at tey mongu ljósini fjala eitt tómrúm.

Sjáldan havi eg varnast so nógva neiliga umtalu av jólunum sum í ár. Í adventini hava mong trinið fram í fjølmiðlunum og varpað ljós á, at allur gleimur og glitur ikki einvíst er tann rætta myndin av jólunum. Ljósini, stákanin og meldurin fjala eitt tómt ella myrkt øki í okkara innara menniskja.

Eitt áhugavert sjónarmið, ið sigur frá einum álvarsemi, sum fjøldin sjáldan gevur gætur.

Tað eru fólk, sum hava tað torført um jólini. Ymiskar lagnur og vanlagnur elva til tunglyndi ella einsemi. Einsamallur á jólum, tað ljóðar minni jólaligt.

Havi grundað yvir, um tað er nakar munur á at siga jalig jól ella gleðilig jól. At ynskja einum menniskja jalig jól, - hvat sigur tað? At ynskja gleðilig jól, - hvat sigur tað?

Megni ikki at geva eitt endaligt boð, tí hugsanin er ikki fullborin. Jalig jól nema jørðina og tað jarðiska. Tilgongdin til jólahátíðina, samveran á jólum og jólahaldið. Eru vit tilvitað jalig ella ótilvitað neilig. Tað er ein stórur munur á gerandisdegnum, um vit hugsa jaliga, taka lívið í álvara og skapa tað góða í orði og verki.

Jólini eru sum fólkslig hátíð ikki nógv verd, um kavin og ljósini fjala nakað, sum hóast alt er minni gott og darvandi. Hinvegin er tað gagnligt, at vit fríðka um tilveruna. Tað er í sjálvum sær jaligt, at tað neiliga verður niður tónað. Vit kunnu halda eini jalig jól til gagns og gleði fyri okkara egnu. Vit kunnu minka um einsemi og fátækt og gera jólini jalig fyri tey, ið onkursvegna ikki megna jólini.

Vit kenna heilsanina “gleðilig jól”. Hon er jólalig. Gleðin er ikki ein objektiv stødd. Gleðin nemur kenslurnar, og hon er, kemur og fer. Gleðin er eitt innihald, ið ikki beinleiðis kann vigast og málast, men kann síggjast og hoyrast. Gleðin er djúp, viðkvom og rein.

“Mær er kensla í barmi, sum fróan meg ger, // sum lívgar mítt hjarta á ungmannaferð. // Mær er nakað í sinni, // eitt kærasta minni // við kertum og lag // frá móður, eg hoyrdi á jólum, // tá sálmin hon kvað.”

Gleðilig jól er ein heilsan, ið vit bera hvør øðrum. Í kirkjuligum høpi nemur máliskan ta sannroynd, at hin himmalska gleðin er komin til jarðar í Jesusi.

Máliskan jalig jól hevur menniskjað sum grundlið. Vit eru skapandi, vit fremja og avrika.

Máliskan gleðilig jól sigur frá nøkrum, ið kemur til okkum. Gleðin kemur uttanífrá og tekur búgv í okkum. Gleðin verður fødd, vaknar til lívs, so hon hoyrist og sæst. Gleðin er so djúp, at hon er djúpari enn tann jarðiska tilveran. Vit kunnu vera rímiliga glað, sjálvt um vit eru kedd, trist ella bera sorg. Gleðin er ankrað í nøkrum, ið er størri enn jarðiska tilveran.

Jólini siga frá, at jørðin fær stórfingna vitjan. Guð letur einborna son sín føða av ungari moyggj. Hin himmalski tekur búgv á jørðini og verður menniskja.

Gleðin kemur til okkum, hin sanna gleðin kemur uttanífrá. Hon er ankrað í Guði og hevur Jesus sum innihald.

Hin sanna gleðin tekur jørðina í álvara, tí hin himmalski kom í holdi. Talan er ikki um eina hugmynd. Hin himmalska gleðin ger jólini jalig : “Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum alvi tínum og av øllum huga tínum og næsta tín sum sjálvan teg.” (Luk. 10,27)

Jólini eru gleðilig, tá vit geva Guði og okkara medmenniskjum gætur. Gleðin hevur trengri kor, um vit seta okkum sjálvi í miðdepilin.

Jólini eru gleðilig, um vit í tilveru og degi eru jalig. Síggja tað vakra og góða í okkara kæru og okkara medmenniskjum. Tendra eina kertu, savna saman gullkorn og lýsa sum stjørnuskot vanligar løtur. Amen.

Orðið : “Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir.” (Matt. 2,10)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Admin tann 12/03/2010, 08:49

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum