| ________________ |
Fótbóltsferð til Slovenia
Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Ljubljana 05/10 og heimaftur tann 09/10 |
Í mjørka yvir Mykinesi |
Stóðu á farstøðini og bíðaðu eftir bussinum. Vóru ávegis á flogvøllin ein góðveðursdag á heysti. Hin gulligi liturin spældi sær í sólini, ið takkaði fyri summarið. Sólin minti á, at um ikki so drúgva tíð kemur stytsti dagur. Væl var hon viknað, men ljósið vinnur altíð siður, - loksins.
Nakað av fólki møtti. Kend andlit. Mitt í rúgvuni sást ein ókendur maður við einum lítlum málningi í hondini. Málingin var ikki tornað, so myndin varð borin varisliga.
Av tilvild komu vit í prát. Ein áhugaverd samrøða, djúp og samstundis einføld. Hetta var ein útlendskur listamaður. Hann var á veg vestur á flogvøllin. Vitjanin var av á hesum sinni.
Hann vísti mær myndina og spurdi, um eg kendi landslagið. Hugtakandi mynd, nakað av grasi, steinum og trøum.
“Hetta er tann Gamli Kirkjugarðurin í Havnini. Her eru nøkur trø, og her er ein gravsteinur. Sært tú navnið. Hetta er mítt navn. Eg havi málað ein gravstein við mínum navni.”
Løtan var øðrvísi enn aðrar. Listafólk hugsa djúpt. Tað er ein frægd at skoða ein málning, ið bæði er einfaldur og torførur at greina. Kenslan var løgin. Ein listamaður hevði málað ein kirkjugarð og ein gravstein við sínum egna navni.
Maðurin var als ikki hugtungur. Hann staðfesti einans veruleikan. Líkasum heystið er ein árstíð í náttúruni. Á sama hátt við mannalívinum. Sjálvt um lívið er vakurt, so er deyðin hin seinasti fíggindin. Maðurin við líggjanum kemur í sínum tíma.
Samtalan var hugnalig. Mitt í málninginum ymsastaðni millum gravsteinar varnist eg nakrar krossar. Hugdi nærri at myndini og legði til merkis, at tann eini krossurin átti myndina. Vónin um tað æviga lívið. Mitt á einum kirkjugarði birtist vónin, tí krossurin í miðjuni, Kristi krossur, skapti ljós og kveikti lív. Kristi krossur sigur frá, at deyðin hevur fingið sín yvirmann. Krossurin ber boð um lív og er sigursmerki teirra kristnu.
Gekk nakrar dagar í Keypmannahavn, og málningurin stóð sjónskur sinninum. Ferðin byrjaði mánadagin undan Alla halganna sunnudegi, og nú var vikan meira enn hálvrunnin. Fóru ein túr inn á Ráðhúsplássið eitt kalt hóskvøld. Alt var vanligt, og tó. Nøkur fólk í hvítum klæðum spældu ein leik. Ljós varð varpað á hesi fólkini. Tey vóru ikki einans í hvítum klæðum. Tey høvdu veingir. Ymiskar rørslur, ið myndaðu lív, vón og hita. Hetta vóru ung fólk, sum við rørslum og leiki boðaðu tað, ið vit minnast Alla halganna sunnudag.
Tað er ein ævinleiki heima hjá Guði. Eitt myrkt kalt heystarkvøld millum bilar, óljóð og ferð á fólki. Ævinleikin, nakað trygt og fjálgt. Tað er ein Guð, ið elskar tey livandi og tekur sær væl av teim deyðu. Vit minnast tey, ið eru sovnað og løgd til hvíldar. Vit lýsa í Jesu navni frið yvir minni teirra. Navnið á gravsteininum er ritað í hendur Guðs. Nøvn teirra ókendu, ið ikki fingu stein og grøv, eru kend av Guði. Ritað í hendur hansara, ritað í bókina, lívsins bók.
Ein vika í Danmark gongur skjótt, og fríggjakvøldið sveimaðu vit yvir Mykinesi. Flugu aftur og fram. Tað var mjørki, og vit náddu ikki málið í fyrstu atløgu. Fóru til Bergen og lógu nátt.
Soleiðis er lívið. Vit náa ikki altíð málið. Ymiskt kemur í vegin, sjúka, deyði og sorg. Lívið er viðhvørt sum flúgving í mjørka yvir Mykinesi, ja enn álvarsamari.
Leygardagin gekst væl. Vit komu heim í øllum góðum. Ein deilig manning umborð á flogfarinum. Mær rann mangt í huga á hesi flogferðini, hugsaði í andakt og kvirru. At hugsa um lívið í mjørka yvir Mykinesi. Hin fremmandi ferðandi við einum málningi av einum kirkjugarði og eini áskrift av sínum egna navni á einum gravsteini. Tey ungu fólkini, klødd sum einglar. Tað ókenda málið, sum í trúnni er kent.
Alla halganna dag minnast vit tey farnu. Í mongum kirkjum verða nøvn teirra lisin, ið eru farin hetta seinasta árið. Álvarsemi í luftini og á sjónum, hetta gávuríka og tó so krevjandi havið. Eisini hagin og fjøllini.
Vit minnast tey farnu í virðing og tøkk. Vit tendra ljós í kirkjunum runt heimin. Krossurin sigur frá, at vit vegna Jesus Krist eru arvingar til ævigt lív. Einastaðni í mjørkanum liggur málið fyri framman. Tá vit loksins koma hagar er friður, Kristi friður.
Lívið er ikki altíð lætt. Viðhvørt er tað svárt. Ikki altíð sól og summar. Viðhvørt er tað mjørki, og vit hóma ikki málið fyri degnum í dag, degnum í morgin og als ikki um eina viku.
Eisini í myrkrinum er Jesus. Hjástaddur hóast alt. Amen.
Orðið : “Sí, í mína hond havi eg rist teg, borgargarðar tínir eru mær altíð fyri eyga.” (Jesaja 49,16)
Jógvan Fríðriksson, biskupur

Tann almenna svimjingin byrjar aftur leygardagin 11. septembur

Hevur tú hugsjónir og hegni at føra Søvn Landsins inn í framtíðina?

Eitt spennandi starv sum málsviðgeri á manningardeildini er leyst at søkja

Sláturmiðstøðin í Haraldssundi ger klárt at fletta oktober mánaða út

Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnuhúsið
Íbúð, helst møblerað, ynskist til leigu

Hús í Klaksvík til sølu fyri besta boð yvir 600.000 kr.

Hús til sølu í Sandavági um hóskandi boð fæst

Søkt verður eftir lærara til Miðvágs-Sandavágs skúla
Gamli skúli í Sørvági verður um stutta tíð liðugt umbygdur. Í tí sambandinum verður útskrivað navnakapping til bygningin

SKYTTENS fóður er í høvuðsheitum framleitt úr fiski og høsnarunga
Í samband við bygging av nýggjum barnagarði í Miðvági verður El-arbeiðið hervið boðið út