ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Í kovboyklæðum og hatti

Vagaskjattan >>

Dómkirkjan í Keypmannahavn var klødd til hátíð, tá tann nýggi biskupurin, Peter Skov-Jakobsen, varð vígdur 30. august 2009. Stór og tignarlig er kirkjan, og sangurin fylti rúmið. Í kirkjunnar málnýtslu verður rúmið kallað skipið.

Myndatalan er greið. Vit eru mynstrað umborð, inntil vit koma í havn og mynstra av. Kirkjan er eitt skip, ið førir hin einstaka yvir lívsins hav. Í logn og góðum veðri. Í andróðri og tungari aldu. Í óveðri tá bondini bresta.

Skipið hevur kós mót himinsins havn. Neyðugt er at hava loðsin umborð. Kirkjan ynskir at æra og tilbiðja Jesus Krist. Ynskir at bjóða fólki umborð og veita eina tænastu, meðan vit sigla fjørðin.

Ì góðum summarveðri stóðu kirkjunnar hirðar klæddir í skrúð og bíðaðu eftir, at kirkjuklokkan segði frá, at nú er halgur fundur. Tíðin var ikki komin, tá klokkan sló 14. Tíðin var búgvin, tá hennara hátign, Drotningin, kom saman við fylgi sínum.

Tað dró út eina løtu. Prestar, próstar og biskupar. Umboð úr norðurlondum saman við donskum systrum og brøðrum. Í fínasta skrúð, ikki minst nú tað er avgjørt, at tænastufólk kirkjunnar við tílík høvi nýta tey klæðir, ið hoyra til embætið.

Vit stóðu í tveimum longum røðum framvið høgru síðu á dómkirkjuni. Eitt stórt øki, so hóast nógv fólk var tað rúmligt, har hirðarnir stóðu.

Meðan bíðað verður, nú kemur ein ókendur maður í kovboyklæðum og hatti. Maðurin sá nakað viðtikin út. Hann var friðarligur, gjørdi ongum nakað og stillaði seg við síðuna av einum biskupi, ið hann kendi.

Ein sterk løta. Her stóðu kirkjunnar tænarar í fagrasta skrúð í tveimum røðum. Tvinni røð á 15 persónar, meðan tað triðja ræðið varð umboðað av einum manni í kovboyklæðum og hatti.

Tá klokkan ringdi, tók hesin ókendi hattin av høvdinum og vísti á kirkjuna og hevjaði hendur sínar móti himni. “Meistarin er fullkomin.” Tað var tað einasta, ið hann segði.

Hesa løtuna fara vit at minnast. Í okkara fínu klæðum við krossi úr reinum gulli. Tað glitraði av tign og virðum í sólini. Í triðja ræði sást eingin tímilig tign. Ein maður viðtikin og royndur í lívsins leiki.

Hugsanin elti allan dagin. Tá saman um kom, var so nakar munur á monnum? Vit í okkara fínu klæðum, vóru vit reinari?

Meistarin er fullkomin. Tað er hin einfaldi sannleikin. Ein áminning verd at minnast hjá teim kristnu sum heild. Um ikki øll nýta prestakjóla, so nýta vit fínar klædningar og onnur góð klæðir.

At vera væl ílatin er hóast alt sømiligt. Tað sigur frá virðing fyri løtuni og høvinum. Prestatænastan er ein serlig tænasta, og klæðini hava sín týdning, sína søgu og sína myndatalu. Klæðini eru ein ímynd av, at tað einans er Meistarin, ið er fullkomin og kann møta upp soleiðis, sum hann er. Vit mega klæðast av Guds dýrd og tign.

Maðurin í kovboyklæðum og hatti fekk náðir at standa einsamallur í triðja ræði. Eingin kom eftir honum, og teir kirkjuligu myndugleikarnir saman við løgregluni dugdu hógv. Trygdin var jú í hásæti, soleiðis sum hon skal vera, tá Drotningin er hjástødd.

Ein rík mynd og álvarsom. Rík er hon, tí ein uttanfyri tey bæði røðini fekk náðir at standa saman við kirkjunnar fremstu. Tað eigur at eyðkenna hina kristnu trúnna, at vit sum kristin draga at okkum og skapa hita í rúminum, skapa nærveru á gøtuni. Eingin ynskir at verða settur uttanfyri, og fáur ynskir einsemi.

Rík er myndin, tí sannleikin varð sagdur av einum, ið vit í fyrstu atløgu ikki mettu sum vitni. Møguliga vitjaði nakað av trongskygni ta fyrstu løtuna. Her stóðu vit so fín henda stóra dag, nú Keypmannahavn fekk nýggjan biskup, og Drotningin vitjaði. Men tað sindri ella tað nógva av fordómum var dyggiliga gjørt til skammar av manninum í kovboyklæðum og hatti. “Meistarin er fullkomin”.

Skrúðgongan byrjaði, og hin ókendi stóð stillur á sínum staði. Tá vit komu inn eftir kirkjugólvinum og sóu ta stóru myndina av Kristusi standa á altarinum. Tá var sannleikin fullkomin. Meistarin breiddi hendur sínar út. Góðska og náði við yvirskriftini sum undirskrift. “Komið higar til mín.”

Orðini frá tí ókenda vallaranum vórðu staðfest í Vor Frue Kirke. Prestar, próstar og biskupar søgdu saman við játtandi og syngjandi fólkum tað sama. Í ymiskum orðum varð staðfest og boðað, at Meistarin er fullkomin. Amen.

Orðið : “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” (Matt. 11,28)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Admin tann 11/03/2010, 13:39

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum