ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Hvussu var við Brimil-túrinum í Norra, George?

Mítt tastatur >>

Fyrst skal eg siga, at um eitt blaðfólk er so lætt at mutra, at nakrir pinnamatar í Brússel taka alt journalistiskt meðvit frá tí, so átti tað at fingið sær eitt annað arbeiði.

Mutur er ikki nakað sum vit hava nógv av í Føroyum, ikki tað slag av mutri sum onnur og størri lond kenna til, so tað at yvirføra hetta á føroysk viðuirskifti, er ikki rætt.

Tað er altíð so lætt at kasta alla skuld á politikaran. Nú skal politikarin hava skuldina av, at ein dimmulingur/sjónvarpsmaður verður mutraður. Men er ikki okkurt ravruskandi galið við journalistinum, at hann verður mutraður?

Tað er mín hugsan, at tað altíð er ein spurningur um journalisturin kennir síni mørk og sínar uppgávur, tí politikarin - uttan mun - eisini teir sum halda seg vera so meinaleysir og fittir - roynir alla tíðina at fáa sín boðskap fram og hann brúkar øll snildir og einamest miðlarnar.

Hetta er ein støða sum eitt blaðfólk eigur at vita. Hetta er heldur ikki nøkur nýggj støða sum nú er íkomin, soleiðis hevur tað altíð verið.

Aktuella málið, at Uttanríkisráðið bjóðar tveimum journalistum til Brússel frá Kringvarpinum til tess at kunna okkum føroyingar um ymiskt har niðri í sambandi við bæði eitt og annað, og nú ein granskingarsáttmála, er einki mál hjá Dimmu at taka upp.

Journalisturin, George L. Petersen, sum skrivað hevur greinina og sum er farin at grópa í viðurskiftum hjá øllum, var sjálvur boðin til Norra, tá ið Brimil skuldi yvirtakast, og fekk alt goldið.

Hvat nú George L. Petersen?

Kringvarpið var eisini boðið við til Danmarkar herfyri, tá ið Vinnumálaráðið, Johan Dahl, var í Danmark, og tá gjørdi Dimma einki!

Hvat nú George L. Petersen?

Tá ið tú ert "súrur" um bara eitt ráð, og ikki "súrur" inn á eitt annað ráð, so er okkurt ikki rætt!

Nú luktar okkurt, George!

Eg hugsi at tað er skeivt av einum miðli sum Dimmalætting, at halda seg verða so reina, at hon ikki onkuntíð verður keypt til onkra uppgávu, tí tað verða allir miðlar alla tíðina.

Hygg bara Landssjúkrahúsið, George!

Nú hevur Landssjúkrahúsið allar starvslýsingar í Dimmu, og nú er friður, ikki sannheit.

Tá ið allar starvslýsingarnar vóru í Sosialinum, tá var alt Landssjúkrahúsið endavent av Dimmu, men so komu pengarnir, og so kom friðurin!

Í hesum tætta samfelagnum sum vit liva í, so er eitt sindur vandamikið at spæla ov "reinur" og "súrur"!

ólavur


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 03/06/2010, 14:13

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum