ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Hvussu gongst við Boðanesheiminum, Heðin?

Lesarin skrivar >>

Borgarafundurin var 28/1-2009. Aftaná fundin var ein kjaksending í sjónvarpinum, har Rósa Samuelsen, Heðin Mortensen og eg luttóku. Har var millum annað sagt, at tað skuldi ikki ganga rúm tíð, áðrenn eitt røktarheim stóð úti á Boðanesi, sum skuldi hava 64 búpláss.

Nú skriva vit 5. september 2010. Heimið hevur longu fingið navn, men enn er spakin ikki settur í til at byrja byggingina.

Vit síggja við jøvnum millumbili, at skrivað verður í bløðini um tey gomlu, sum liva undir óvirðiligum umstøðum, tað hava vit sæð fleiri dømi um.

Ein kona kærdi herfyri sína neyð. Maður hennara, sum er vorðin hjálparsleysur, er røktarsjúklingur, er endaður á sjúkrahúsinum í Klaksvík, sjálvtum tey altíð hevur búð í Havn. Pláss er ikki fyri honum á Landsjúkrahúsinum longur og einki røktarheim er at fara á. Hettar er ikki nakað eindømi.

Støðan er einki broytt, enn liggja liðugtviðgjørd gomul fólk á Landsjúkrahúsinum alt ov leingi, tey eru røktarsjúklingar og hava ongastaðni at fara. Sama søgan, nú næstan 2 ár aftaná borgarafundin.

Tummas í Garði úttalaði seg um tað sama, segði at Landsjúkrahúsið ikki hevði ábyrgdina av sjúklingum, tá tey vóru liðugtviðgjørd, tað var Tórshavnar kommuna sum mátti hava ábyrgd av sínum borgarum. So kemur svar í miðlunum frá Heðin Mortensen, har hann sigur :Tað er ikki kommunan ið hevur ábyrgdina av eldraøkinum, tað hevur landið." Kommunan hevur í lóggávu fingið heimild til at byggja ellis- og røktarheim, um landsstýrið góðkennir verkætlanina og játtar rakstur til heimini. Hettar merkir ikki, at kommunurnar hava ábyrgd av, at fólk, ið hava tørv á røkt fáa hana."

Hettar "skurrar" í mínum oyrum.

Trupulleikin er, at kommunan hevur einki røktarheim at bjóða hesum somu fólkum, hví? Tí onkur hevur sovið í tímanum og ikki fylgt upp uppá hvussu stórur tørvurin er.

Um tað er land ella kommuna er revnandi líka mikið.

Tað virkar so óbúgvið at keglast í miðlunum um hvør hevur ábyrgdina, ístaðin fyri at TAKA ábyrgd og gera nakað við trupulleikan.

Vit hava ØLL ábyrgd av at okkara gomlu verða virðiliga viðfarin, serliga politikararnir, vildi eg hildið.

Um man ikki kann finna útav at arbeiði yvirum mørk í Føroyum við 50.000 innbúgvarum, ja, so er ikki ringt at skilja hví tað er kríggj úti í tí stóru verð.

Vælsignað eigi tykkum, byrjið at arbeiða fyri at fólkið fær tað betur og gravið hasa barnsligu stoltheitina niður.

Jóna Mortensen


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 05/09/2010, 10:28

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum