ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Høggararnir

Bøkur >>

- Lítli býurin Suomussalmi tætt við russiska markið varð brendur niður longu 7. desember, tá ið teir fýra túsund íbúgvarnir vóru fluttir burtur, øll uttan eg. Eg var føddur her, hevði búð her alt mítt lív og kundi ikki hugsað mær at verið nakrar aðrar staðir – so tá ið eitt fremmant skepilsi dáttliga stóð framman fyri mær í hvítum eyðkennisbúna og las upp av einum arki, at eg skuldi burtur, setti eg hælirnar í kavan og læt meg ikki vika av fetanum, soleiðis man tað vera um allan heim, tað er altíð e i n, í minsta lagi e i n, ið ikki ger sum hini, honum nýtist ikki so mikið sum at vita hví, og her í Suomussalmi var tað eg ...

Í fyrstuni hava russarnir einki eiri í honum, men sum frá líður taka teir hann við upp í høggaratoymið. Russisku viðhøggararnir eru allir noyddir við í kríggið, teir eru ikki vápnaførir menn, illa útgjørdir og illa útbornir bæði kropsliga og sálarliga til hetta arbeiðið. Tann vitan, sum Timmo hevur um viðhøgging og um at lívbjarga sær í hørðum kulda undir ringastu umstøðum, ger hann til eitt slag av fyristøðumanni í toyminum, ein, sum gevur illa støddu russunum áræði og vón. Tá ið finsku herliðini koma aftur, tá ið tey hava rikið fíggindan burtur, verða spurningar settir við atburðin, sum Timmo hevur víst mótvegis hersetingarvaldinum, men gomlu fordómarnir um, at hann er lítið at sær til vit, bjarga honum undan krígsrætti, og hann fellur aftur í tann lítillátaða leiklut, sum hann hevði í býnum framman undan krígnum.

100 næmingar valdu Roy Jacobsen
Hundrað næmingar úr seks ymiskum studentaskúlum og øðrum framhaldsskúlum við so ymiskum bakstøði sum ravmagnsgrein, almennari ítróttagrein og heilsu- og almanna- og sniðgevingargrein vórðu bidnir um at lesa átta samtíðarskaldsøgur. Tey fingu tríggjar mánaðir til at lesa bøkurnar.

Norsk Kritikerlag valdi tær átta skaldsøgurnar, sum vórðu hildnar at vera bestu norsku skaldsøgurnar árið 2005: Roy Jacobsens «Hoggerne» Tore Renbergs «Kompani Orheim» Marita Fossums «Forestill deg» Steinar Opstads «Samle øksene inn for kvelden» Thure Erik Lunds «Uranophilia» Thomas Espedals «Brev – et forsøk» og Nils Øyvind Haagensens «Nils Øyvind Haagensen skriver».

Spenningur og álvara
– «Høggararnir» hjá Roy Jacobsen hevur alt, sum ein góð bók skal hava, hildu Hanna Helgevold og Henrik Vagle Dalsgaard úr Stavanger Katedralskole, sum bæðu hava sitið í næmingadómsnevndini. Í grundgevingunum søgdu tey m.a. um bókina, sum varð kosin vinnari: – «Høggararnir» bjóða okkum eina góða søgu við forvitnisligum innihaldi, hon hevur gott rák og er skrivað á einum snøggum og fjølbroyttum máli. – Skaldsøgan tekur upp týdningarmikil evni sum kærleika og sakn og hvussu tað ber til at vera eitt gott menniskja sjálvt í tuplum og skakandi tíðum. – Roy Jacobsen dugir at bera lesaranum hesi sáru viðgerðarevnini á ein næstan ráan hátt – uttan at gerast sentimentalur, hildu Hanna og Henrik.

– Harumframt verður tú tikin við inn í ein heilt fremmandan og øðrvísi veruleika. Søgan fer fram í Vetrarkrígnum í Finnlandi árið 1939. Tað er hugtakandi, at ein norskur rithøvundur megnar at skriva so glæsiliga og sannførandi um nakað púra fremmant, hildu teir báðir ungu lesararnir.

Roy Jacobsen var eyðvitað stak væl nøgdur við viðurkennandi orðini og virðislønina, sum var eitt áritað listaverk eftir Ørnulf Opdahl. Roy vildi vera við, at hann hevði fingið tvær virðislønir: Aðra, við tað at dómsnevndin valdi «Høggararnar», men líka nógv tí at virðislønin «hevur givið mær vón um framtíðina».

“Ravmagnaða megin í ramliga frásøgukynstri Roy Jacobsens livnar úr tí, sum hendir undir skræðuni, har kenslur og hugsanarhættir greina seg út og vaksa saman, og orð og tilgongd kykna. Úr sama stað gongur undirskrúvan hjá rithøvundinum: alt í einum hevur okkurt borið á, okkurt ógreiniligt, næstan duldarfult, men kortini týdningarmikið, fyri ikki at siga lagnuløtt, og sjónarhornið hevur broytt kós eitt lítið vet. Tað er eitt hugtølandi bragd, sum altíð ger meg líka ovfarnan og spentan, og tað er júst soleiðis, stórur skaldskapur skal krúpa inn í ein. Les bókina! Nú fari eg út at høgga við og fáa hita í kroppin, kenna meg sum eina hetju.” (Stefan Spjut, Svenska Dagbladet).

“Henda lítla perlan av einari bók veksur og veksur í tær eftir tað, at tú hevur lisið hana. Ja, eisini meðan tú lesur hana! Frá byrjan var søgan um vetrarkríggj, viðhøgging og ein serskølt í einari landsbygd ikki tað, sum eg væntaði fór at stuttleika mær og hugtaka meg so fullkomiliga. Heldur ikki væntaði eg, at íshelvitið í einum kríggi skuldi kunna bera mær so miklan klókskap og fjálga, sum rithøvundurin fær gjørt við hesum reglunum. Men tað ger Roy Jacobsen við hesari bókini.” (Lesari hjá De Norske Bokklubbene).

“Eitt tølandi og tilveruliga skakandi meistaraverk”. (Kristeligt Dagblad)

“Hann er frásøgumaður framúr, Roy Jacobsen. Hann skrivar einfalt og óskaput; kensluliga, men verður tó ikki grátsøtur, kallmansliga, men verður tó ikki ógvorðaður.” (Dagbladet)

Um menniskjakærleika, um stórleikan í lítlu menniskjuni og heilagleika lívsins. «Høggararnir» er ein hugtakandi tilverulig skaldsøga um sjey menn, sum mugu taka toyggið í felag, um brenni og hita og einar damuskógvar. Og um orðið “takk”.

Roy Jacobsen, f. 1954, er ein av Noregs mest viðurkendu rithøvundum. Bøkur hansara eru komnar út í 21 londum. Hann hevur fingið ein hóp av virðislønum, eitt nú Ivar Lo-prisen, Kritikerprisen, Gyldendalprisen, Bokhandlerprisen (tvær ferðir) og ikki minst Ungdommens Kritikerpris 2005 fyri júst «Høggararnar», har dómsnevndin m.a. tók soleiðis til: “Glæsiligar, veruligar og glógvandi lýsingar, sum taka okkum á bóli og senda okkum nøtrandi kylingar niður eftir bakinum.” Í 1991 var hann í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsin fyri skaldsøguna “Seirherrerne” í 2004 fyri skaldsøguna “Frost”.

«Høggararnir» kom út á norskum í 2005, og umframt føroyskt er higartil týdd til 11 onnur mál: franskt, kroatiskt, serbiskt, kekkiskt, týskt, pólskt, enskt, niðurlendskt, russiskt, danskt og svenskt.

“Høggararnir”, sum er 176 síður stór, er gjørd prentbúgvin hjá Cre8 í Klaksvík og prentað hjá Narayana í Jútlandi. Jákup í Skemmuni hevur týtt bókina úr norskum, og útgevari er forlagið Nýlendi. Bókin kostar 200 krónur og fæst í øllum bókabúðum.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 14/06/2010, 15:43

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum