Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er í grein á Vágaportalinum endurgivin fyri at siga, at hann vildi ikki tikið lut í einum almennum døgverða fyri íslendska forsætisráðharranum, Jóhonnu Sigurðardóttir og konu hennara, Jóninu Leósdóttir, nú tær eru á almennari vitjan í Føroyum. Hann sigur vitjanina vera eina "provokasjón" sum skal "signalera" ímóti skriftunum. Er Jenis av Rana skeivt endurgivin, eigur hann at rætta tað beinanvegin. Er hann rætt endurgivin, átti hann at skamma seg. Eg vil tí gera greitt, at Jenis av Rana og Miðflokkurin umboðar á ongan hátt politisku skipanina í Føroyum ella føroysku tjóðina við sínum ófólkaligu úttalilsum. Vit síggja tað hinvegin sum ein stóran heiður, at forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir kemur á almenna vitjan í Føroyum saman við Frú Jóninu - umboðandi frændatjóð okkara, íslendingar. Íslendingar eru einasta sjálvstøðuga tjóðin í heiminum, sum uttan fordómar bjóðar føroyskum umboðum á almennar vitjanir í Íslandi og tekur ímóti okkum sum javnlíkar. Á sama hátt vísa bæði íslendskir forsætisráðharrar, forsetar, ráðharrar og onnur íslendsk umboð føroyingum ta sømd, at vitja okkum á jøvnum føti, sum vóru vit fræls tjóð. Tí er tað tess meiri andsagnarkent, at ein politikari skal signalera persónligar fordómar og persónligt ófrælsi afturímóti. Hesum taka vit frástøðu frá og ynskja Jóhonnu og Jóninu hjartaliga vælkomnar í Føroyum á almenna vitjan. Høgni Hoydal Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|