Tann triðja septembur kom eitt tíðindaskriv sendandi til Vágaportalin frá forkvinnuni í teknisku nevndini í Havnar kommunu, um at nú hevði býráðið keypt 16 bussar. Tíðarvend stórtíðindi og super gott fyri borgaran í Havn, at fáa so nógvar og nútímans bussar. Vágaportalurin bar eisini hesi breaking news í einum stubba, har víst var til, hvat forkvinnan segði í skrivinum, og tað orðarætt. Men nú er ein rætting komin eftirsíðan á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, har rætti boðskapurin verður kunngjørdur: Býráðið samtykti hóskvøldið at taka upp samráðingar um ein nýggjan sáttmála við Gundurs Bussar. Tað er rættingin til fyrru greinina sum var kunngjørd her á Vágaportalinum. Eitt sindur harmiligt er tað, at býráðslimir senda sovorðið skrambul út til pressuna sum einki hald er í, tí hetta er við at skaða umdømið hjá okkum miðlum sum taka tað upp. Tað vísur seg at vera rættiligt wild west við tíðindaflutninginum í Havnar kommunu, har hvør hanus og janus sendir út tíðindir og gongur við einum lítlum spinnara í hvørjum buksulumma. At vísa seg, er hetta sera óheppið, tá ið pressugreðin vinnur á fornuftini, tí nú koma skolurnar omanyvir okkara óseku herðar, vit sum manna pressutoymið í Føroyum, og býttari eru vit sjálvandi, at taka sovorðið upp. Men skal kunningin vera, so skal hon vera sonn, og tí er mítt hugskot, at leiðslan í Tórshavnar kommunu fær skil á hesum wildwest býráðslimum sum ikki hava skilt, hvat eitt býráð hevur samtykt. Sum miðil hevur Vágaportalurin einki ímóti, tvørtur ímóti, at fáa tilfar av tíðindavirði, men hereftir verður helst strammað eitt sindur í, so ikki Vágaportalurin verður lagdur undir at bera vrangan vitnisburð og soleiðis koma í ringt orð. Tað hevði eisini klætt seg forkvinnuni í teknisku nevnd, um hon sendi út eina rætting sum umbering fyri, ikki at hava kunnað rætt, bæði sær sjálvum og okkum miðlum at gagni. ólavur Les eisini: Rætting á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|