Góður dagur í ríkisfelagsskapinum

Politikkur >>

Ein bankakreppa er ongantíð ein sólskinssøga. Hon setir síni djúpu spor í alt samfelagið, og tí er stóra avbjóðingin at finna loysnir, sum avmarka tapini.

Fyri at tryggja okkum ímóti ringast hugsandi avleiðingunum av eini møguligari bankakreppu, samtykti løgtingið, fyri tveimum árum síðani, at seta fyrsta av trimum bankapakkum í gildi fyri Føroyar. Hetta varð gjørt, fyri at skapa álit á bankarnar. Bankapakki I skuldi tryggja, at eingin misti innistandandi pening, um ein banki fór av knóranum.

Tað var eitt samt løgting, sum avgjørdi at seta bankapakka I í gildi fyri Føroyar. Tó vístu Tjóðveldi og Miðflokkurin á, at eftir teirra tykki høvdu føroysku bankarnir ikki so nógv brúk fyri bankapakkunum, tí teir høvdu ikki sett seg í somu vandar, sum danskir bankar. Flokkarnir søgdu, at  hetta fór at hava við sær, at føroysku bankarnir vórðu noyddir at gjalda inn í eina skipan, sum hevði til endamáls at bjarga donskum bankum.

”Enn einaferð eru tað tey, ið ikki hava tikið lut í ella fingið vinning av spekulasjón og virðisflutningi, ið skulu gjalda fyri, at tey, ið hava fingið vinning, verða bjargað”, søgdu flokkarnir í  álitinum til uppskotið.

Hetta gjørdist tó ikki veruleikin. Føroysku peningastovnarnir vóru als ikki uttanfyri vandastøðu, og tær útreiðslur, sum bankarnir hava havt av bankapakkunum, eru ikki farnar til at bjarga partaeigarunum, tí teir hava allir mist sítt.

Men kundarnir hjá Eik hava einki mist. Teir kunnu framvegis fara inn á allar deildir bankans og avgreiða síni bankaørindi. Har møta tey somu starvsfólkunum, sum vóru har áðrenn bankakreppuna, og allir pengarnir sum tey áttu á bók, eru framvegis har. Kundarnir hava einki mist orsaka av bankakreppuni. Landskassin bleiv heldur ikki noyddur at seta pengar í bankan, sum annars kundi verið ein avleiðing, og bankin bleiv ikki avviklaður (tað hevði verið ein vannlukka).

Tilboðið frá donsku stjórnini, um at seta bankapakkarnar í gildi fyri Føroyar, hevur virkað eftir ætlan. Harumframt hevur gott samskifti millum landsstýrið og donsku stjórnina, verið viðvirkandi til úrslitið. Enn einaferð mugu vit staðfesta, at samstarv er vegurin fram.

Høvdu vit harafturímóti yvirtikið fíggjarøkið og fíggjareftirlitið, so sum CHE-samgongan arbeiddi við, so hevði støðan í dag verið ein heilt onnur.

Meðan CHE-samgongan bjóðaði yvirtøkur og ruðuleika, so bjóðaði ABC-samgongan fíggjarligt støðufesti, og tað kunnu vit øll fegnast um.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 13/01/2011, 18:40

|





Aftur



Frítíðaravloysari

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum


Enneagrammið í Vinnulívinum

Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum


Deildarleiðari

Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber


Plantupakkar

Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar


Handverkari

Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði


Vinn uppihald í Danland

Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping


Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið

Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber


Ruddingar dagur

- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012


Sølufólk søkist

Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu


Námsfrøðingar til Sóljugarð

Nú verður søkt  eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august


Avgreiðslumaður: Svínoy

Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy


Reingerðarfólk til Farstøðina

Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini


Tak so handa lortin upp!

- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her


Stjóri til Vinnuháskúlan

Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja


Námsfrøðingar til Miðgarð

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð





_________________

Fylg við gróðrinum á Landgrunninum

Eftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðar

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum