Roknskaparleiðarin hjá Gjaldstovuni hevur sent vinnufyritøkum bræv um, at nú skulu allar rokningar sendast inn til rokskapardepilin hjá Elektron. Hettar er beinleiðis ímóti Løgtingsins vilja, sum havnaði uppskotinum um, at rokningar skulu sendast talgildar til tað almenna. Talan er ikki um at senda rokningar, sum viðheft pdf skjal fyri ikki at senda umvegis Postverk Føroya, men sum e-rokning, ið er ein sera spesiellur háttur at roknskaparskipanir tosað saman á. Ein sera kostnaðarmikil og tíðarkrevjandi háttur. Málið byrjar sum eitt tingmál, tá ið ynskt verður at lóggeva fyri, at allar rokningar til ta almenna skulu sendast inn elektroniskt til Roknskapardepilin. Málið fær ikki undirtøku í Løgtinginum, tí víst var eitt nú á, at tað var at áleggja vinnuni nógv eyka stríð og at mett var, at fyritøkur sjálvar fóru at umstilla seg til elektroniskar rokningar so líðandi. Tískil vann uppskotið ikki frama og tað er ikki kravt, at rokningar, ið verða sendar til tað almenna, eru talgildar. Ikki eingang størstu fyritøkur í landinum hava tílíka skipan. Men nú biður Gjaldsstovan smáar fyritøkur senda rokningar tann vegin uttan heimild. Ein vinnurekandi sigur við Vágaportalin, at eitt, sum er sera álvarsamt, er, at roknskaparleiðarin hevur sent trúnaðarskjøl út til email adressur hjá fyritøkum. - Vit eins og aðrar fyritøkur móttóku okkara tøl yvir sølu til alt ta almenna. Tað er fullstendiga órelevant at fáa slík tøl sendandi. Tískil standi eg, eins og flest onnur fullstendiga spyrjandi yvir, hví ið vit skulu móttaka eitt yvirlit, hvat ið vit hava selt til ta almenna síðan fyritøkan byrjaði. - Tað er óforsvarligt og eg ivist stórliga í, um tað er lógligt at senda slíkar upplýsingar. Tey innternu sølutølini hjá fyritøkuni er tað, ið ein fyritøka roynir at goyma vegna kappingarstøðu v.m. - Í okkara førum bleiv tað sent til okkara kontakt eina tilfeldiga kontakt adressu, ikki eingang mína persónligu teldupost adressu. Tískil er tað heilt ótrúliga óforsvarligt gjørt. Eg hugsi serliga um trygdina hjá fyritøkunum. - Tað er sera álvarsamt at senda tílík tøl út. Tí tað vísur sølutølini sum ein fyritøka hevur sent til allar fyritøkur undir landinum. Email er ein sera ótryggur samskiftisháttur. Tað er ikki krypterað skjal, ei heldur nakað loyniorð við. Enntá útgreina, hvussu nógv er selt til hvønn almennan stovn. - Umframt, at Rokningardepilin er ein skipan hjá Gjaldstovuni (Elektron), sum IKKI hevur heimild til at krevja, at fyritøkur skulu senda rokningar tann vegin. - Hetta er ein beinleiðis villeiðing og kann koma at kosta fyritøkum sera nógvar pengar. Tí nú skulu fyritøkur til at rinda nógvar pengar fyri at fáa gjørt eina tillaging sum ikki er lógarkravd. - Umframt, at tað kemur at kosta umsitingargjald til Elektron hvørja ferð, ið ein rokning verður send inn. - Eg skal eisini gera vart við, at Elektron hevur gjørt eina skipan uttan at endamálið var at fylgja einari lóg, men heldur ein "smartur" máti at levera rokningar. Men tað verður koyrt út sum at tað er álagt fyritøkum at gera soleiðis. - Hettar setur Elektron og Gjaldsstovuna í eina sera forfordeilda kappingarstøðu í mun til aðrar KT fyritøkur. - Vit hava í fleiri ár sent rokningar umvegis email sum pdf skjal, tað hevur fungera fínt. Men nú skulu vit til at senda rokningina á ein serligan hátt har ið vit rinda fyri hvørja rokning. - Eg skal eisini viðmerkja, at ein roknskaparskipan er sera kostnaðarmikil. Og hvat við fyritøkum innan annan ídna, t.d mat, hondverk o.a. - Eg trúgvi ikki, at tær fyritøkurnar hava avanseraðar roknskaparskipanir og tískil er hettar sera undarligt farið fram. Serliga tá ið Løgtingið hevur talað, skrivar tann vinnurekandi til Vágaportalin, men tað eru fleiri aðrir sum siga tað sama. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
AfturFrítíðaravloysari
Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysara til reingerð og security á flogvøllinum Enneagrammið í Vinnulívinum
Ad astra skipar fyri einum stuttligum og mennandi degi við fokus á, hvussu enneagrammið kann nýtast í vinnulívinum Deildarleiðari
Sjóvinnustýrið søkir eftir deildarleiðara til Skrásetingar-, Løgfrøði- og Samskiftisdeildina (SLS) at byrja skjótast til ber Plantupakkar
Vága kommuna fer aftur í ár at býta út plantupakkar til borgarar sínar Handverkari
Vit sóknast eftir handverkara til rørsmiðjuarbeiði Vinn uppihald í Danland
Kiwanis Rósan skipar nú í sambandi við innsavning til vælgerandi endamál fyri eini telefonkapping Eftirlitsfólk til Sjóvinnustýrið
Søkt verður eftir eftirlitsfólki til Sýnsdeildina at byrja skjótast til ber Ruddingar dagur
- verður í Vága Kommunu leygardagin tann 19. mai 2012 Sølufólk søkist
Okkum tørvar fólk við kunnleika og royndum í sølu Námsfrøðingar til SóljugarðNú verður søkt eftir námsfrøðingum, til Sóljugarð í Sandavági, at byrja 15. august Avgreiðslumaður: Svínoy
Strandfaraskip Landsins fara við hesum at bjóða út rakstraruppgávuna til at verða avgreiðslumaður úti í Svínoy Reingerðarfólk til Farstøðina
Við hesum verður søkt eftir einum fólki til reingerð av Farstøðini Tak so handa lortin upp!
- Um tú hevur hund, hevur tú skyldu til at taka upp eftir honum. Sí video her Stjóri til Vinnuháskúlan
Starvið sum stjóri á Vinnuháskúlanum er leyst at søkja Námsfrøðingar til Miðgarð
Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Miðgarð _________________ Fylg við gróðrinum á LandgrunninumEftir ein langan og myrkan vetur, eru regluligarkanningar av gróðri á Landgrunninum nú aftur byrjaðarSpennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|