Bygdaráðið í Vága Kommunu hevur ikki havt annað enn arbeiðsfrið í tí langa tíðarskeiðinum, ið er liðið síðani hesin trupulleikin varð almannakunngjørdur. Hóast langa tíð og nógv góð og kvalifiserað uppskot frá bæði lærarum og foreldrum um møguligar loysnir, ið kundu betra um umstøðurnar hjá bæði lærarum og børnum, hevur bygdaráðið valt eina loysn, ið liggur langt frá hesum uppskotum, og sum vit foreldur onga kunning hava fingið um áðrenn skúlabyrjan. Yvirhøvur kann staðfestast, at bygdaráðið ikki einaferð í hesum málinum hevur valt at kunna okkum foreldur um nakað sum helst av sær sjálvum. Tvørturímóti er tann lítla kunning, ið er komin, altíð komin, tá vit foreldur ella lærarar hava sett fyrispurningar ígjøgnum fjølmiðlarnar. Hetta verður væl prógvað við tí viðmerking, ið í dag er komin frá borgarstjóranum í samband við at undiritaða fyrr í dag sendi bræv til vágaportalin um málið. Vit foreldur fingu onga kunning um, at tað yvirhøvur var staðfestur soppur á skúlanum, fyrr enn vit sjálvi sendu fyrispurningar til bygdaráðið, og hetta hevur eyðkent alt hetta málið. Um bygdaráðið frá byrjan hevði valt at vera opið um gongdina í málinum og hevði havt góð argument fyri teimum avgerðum, ið vóru tiknar, hevði støðan verið ein onnur. Men tá bygdaráðið hevur valt at lata vera við at kunna okkum um, hvat hendir í málinum, eru vit noydd at seta fram almennar fyrispurningar um hetta fyri at fáa svar. Nú hevði eg væntað mær eitt meira konstruktivt svar enn eina bøn um arbeiðsfrið, tí sum áður sagt hevur bygdaráðið ikki havt annað enn tíð og frið til at finna eina góða fyribilsloysn, so at okkara børn kundu koma aftur úr summarfrítíð til annað enn hetta, ið møtti okkum. Tað ber illa til at flyta fokus frá trupulleikanum, tá hann førir við sær trivnaðar- og heilsutrupulleikar fyri okkara børn! So mín spurningur til borgarstjóran er: Heilt ítøkiligt, hvat er tað fyri ein loysn, tit arbeiða við, og kunnu vit foreldur væntað at verða kunnað um gongdina í málinum framyvir? Miðvágur, 31/8 – 10 Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|