Tað er alt árið. Men best sæst tað í summarhálvuni, tá dagarnir eru langir og lýggir: - Tað sæst á býarmyndini, hon er sum hamskift Heima, í skúla og barnagarði, á arbeiðsplássinum og allastaðni, har vit koma saman, er nógv blivið øðrvísi: - Frukt og grønt á borðinum Hetta var ikki so fyri fáum árum síðani. Úti sást tú ikki eina sjel aftaná arbeiðstíð, býurin var steindeyður. Tað kundi henda seg, at man bar eyga við onkran original, sum hættaði sær út at renna og sum ikki legði í at fólk gløddu og risti við høvdinum. Ongin tosaði um rørslu, orðið bleiv ikki brúkt um nakað, sum hevði við dagliga lívið at gera. Frukt og grønt og onnur kaninføði var meir at kalla eksotisk garnering á køksborðinum enn mett sum stimbrandi íkast í kostinum. Nú er ein onnur verð. Haldi at fólkaheilsurákið, sum hevur tikið seg upp hesi seinastu árini, er ein høvuðsatvoldin til hesar broytingarnar í okkara lívsstíli. Og nú ið Fólkaheilsurenningin verður um vikuskiftið – so sum Útvarpið framúrskarandi hevur umrøtt alla vikuna - hevur tað ikki minst verið Fólkaheilsurenningin, ið fyrstu ferð varð í 2004, sum hevur birt upp undir hetta rákið. Og síðani øll tey óteljandi heilsuátøkini, sum feløg, arbeiðspláss, skúlar og stovnar hava skipað fyri kring alt landið. Fólkaheilsurenningin bleiv til sum ein ímynd av Fólkaheilsuætlanini fyri Føroyar, sum varð løgd fram av politiska myndugleikanum á vári 2006, og sum allir liðir í føroyska samfelagnum hava tikið so fult og væl undir við. Hesum kunnu vit bæði gleðast um og vera stolt av. Tað fara vit eisini at síggja nú í vikuskiftinum! Kjarnin í Fólkaheilsurenningini er júst hesin: øll skulu kunna vera við! Hetta er ikki fyri elituna men fyri ein og hvønn sum bara tímir. Á hvørjum ári eru nógv, sum í allari mannamúgvuni í Fólkaheilsurenningini hætta sær at royna fyrstu ferð - og síðani halda á! Kann heldur ikki lata vera við at nevna roykilógina – hon sum kom fyri góðum tveimum árum síðani og bannaði royking innandura. Tá vóru nógv í øðini. Men hygg nú! Vildi nakar í dag vent aftur? Eitt er, at vit kunnu anda frítt innandura - Haldi eisini, at onki hevur sum roykilógin elvt til, at vit hava fingið hetta spennandi íkastið til býarlívið við øllum hesum nógvu uttandura kaféunum. Góða fólkaheilsurenning! Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|