ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Fleiri nýggjar bøkur

Bøkur >>

 

Skriva í sandin

Longu áðrenn hon kom út, hevur ungdómsbókin Skriva í sandin fingið nógv lovorð á vegnum

Bókadeildin gav í gjár út nýggja ungdómsbók, ið Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað.

Tað eru fimtan ár síðani, at tað seinast kom upprunaføroysk ungdómsbók út frá Bókadeildini, tvs. bók, ið lýsir gerandisdagin hjá ungdómi.

Higartil hava Sonja Schneider, Lydia Didriksen, Birgit Arge, Sólrún Michelsen og Heine Hestoy skrivað ungdómsbøkur, men av tí at tað er so langt síðan og viðurskifti hjá ungum broytt í allar mátar, hava vit eftirlýst, at rithøvundar fóru undir at skriva fyri ung, tí vit meta tað hava týdning eisini at skriva søgur, sum fara fram í Føroyum, og sum ung kenna seg aftur í.

Tí eru vit sera fegin um nýggju bókina og kunnu viðmæla hana til bæði ung og vaksin.

Skriva í sandin fer fram eitt vikuskifti í Havn, og søgan verður søgd úr sjónarmiðnum hjá tíggju ungdómum.

Ummælarar hava lagt dent á, at bókin er aktuell og er skrivað á ungdómsmáli, so hon er leikandi løtt at lesa.

Vit kunnu leggja aftrat, at hon harumframt er væl skrivað. Hetta er bókmentalig dygd, og høvundurin er ikki bangin fyri at taka tabuevni upp og dugir sera væl at lýsa viðurskifti, sum ungfólk stríðast við og hugsa nógv um hesa truplu tíð, tá ið alt broytist bæði í sinn og skinn.

 

 

Eitt fullfíggjað verk við søgum úr Narnia

Nú er seinasta bókin við Søgum úr Narnia komin út, og við hesum er Bókadeildin komin á mál við at geva út alt verkið hjá C.S.Lewis um Narnia.

Seinasta bókin í røðini er Hin seinasti bardagin.

Bardagin, ið verða skal, er millum tað góða og tað ónda í gandakenda heiminum Narnia. Her í seinastu bókini í røðini stendur bardagin millum Tirian, kongin í Narniu, og teir óndu kalormarnar. Endiliga verður greitt, hvat fer at vinna. Tað góða ella tað ónda.
Bókin er so mikið spennandi, at tað verður torført at leggja hana frá sær aftur.
Bøkurnar við søgum úr Narnia eru sjey í tali. Fyrsta kom út í 2005, og nú er so seinasta bókin komin út.

Umframt at hetta er eitt snotiligt verk at hava standandi á hilluni, so eru hetta góðar, spennandi søgur, sum fara fram í einum ævintýrheimi, fullar av tilsipingum til bæði veruligt og andaligt lív.

Tað ger ikki verkið verri, at myndprýðingarnar eru tær klassisku hjá kenda enska teknaranum Pauline Baynes.

Hin seinasti bardagin er 178 bls., og Theodor Hansen hevur týtt.

 

Í bókarøðini við søgum úr Narnia eru nú hesar bøkur at fáa:

 

Systirsonur gandakalsins

Leyvan, gívurin og klædnaskápið

Hesturin og drongurin

Kaspian kongssonur

Ferðin við Morgunvallaranum

Silvurstólurin

 

 

Barn undir krígnum

Bókadeilin hevði tíðindafund á Sankta Frans skúla tann 26.mai. Lærarar og næmingar á skúlanum høvdu saman við Bókadeildini skipað fyri degnum fyri at heiðra Elina á 90 ára føðingardegnum.

Í sambandi við at Elin gjørdist 90 ár tann 26. mai, gjørdi Bókadeildin av at heiðra hana við at geva bók hennara Barn undir krígnum út aftur í nýggjari útgávu.

Bókin kom út á fyrsta sinni fyri tjúgu árum síðani og fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs. Hon hevur leingi verið útseld. 
Krígstíðin er týdningarmikil partur av søgu okkara, og nú 70 ár eru liðin, síðan bretar komu higar at verja land okkara, hildu vit, at hetta var júst rætta bókin at geva út.
Bókin lýsir tíðina, tá ið bretar hersettu Føroyar í 2. veraldarbardaga, og serliga hvussu børn upplivdu hesa tíðina.
Innihaldsliga er bókin hin sama, men fleiri aðrar myndir eru við umframt tær upprunaligu, sum kunnu lýsa hetta tíðarskeiðið við gleði og sorg.

 

 

Bókadeild Føroya Lærarafelags


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Petur Pólson tann 13/06/2010, 23:29

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum