So varð bardagin um fiskidagar av á hesum sinni, og eftir svimur ein toskastovnur, sum hevur ongan livandi kjans. Verður toskurin ikki tikin sum pinkalítið yngul av makreli ella øðrum rovfiski, so verður hann tikin sum toskamurtur ella millumfiskur av teimum nógvu milliónum húkum, sum verða ringdir niður á landgrunnin hvørt ár. Hvussu nógvir húkarnir eru vita vit ikki neyvt, tí tað verður ikki skrásett. Tað, sum húkurin ikki fær fatur á, tekur trolið sær av nakað seinni. Toskurin er virðismiklari enn hýsa og upsi, og verður tí tikin, so hvørt nakað er at fáa. Síðan fiskidagaskipanin byrjaði, er umleið triði hvør dagur tikin burtur. Talið av fiskiførum er tó ikki minkað tilsvarandi. Skipini hava sostatt færri og færri dagar í part og flestu sigla við undirskoti. Orsøkin er, at reiðarar hveppa seg við at taka skipini úr flotanum, tí teir halda, at fiskiloyvið í sjálvum sær hevur stórt virði, hóast dagatalið er minkandi. Hetta eru tey ódeyðuligu fiskiloyvini, sum Heini í Kunoy plagar at taka til. Brúk er fyri eini skipan, so skipatalið kann minkað, so hvørt sum fiskidagarnir fækka. Eitt hugskot kundi verið, at skipaeigarar gjalda inn eina tvungna uppsparing hvørt ár, í samband við at teir fáa fiskiloyvi útskrivað. Upphæddin kundi verið tengd at virðinum á skipinum ella at veiðuni seinasta árið. Uppsparingin skuldi so verið útgoldin, tá skipið fór úr flotanum. Umframt hetta afturgjald kann skipaeigarin selja sjálvt skipið og teir fiskidagar hann hevur eftir. Hetta hevði gjørt tað meira hugaligt at tikið skip úr flotanum, so fleiri fiskidagar vóru í part til restina av flotanum. Hetta var bert eitt hugskot og íkast til kjakið, um hvussu fiskidagaskipanin kann gerast enn betri. Bjarti Thomsen, Nólsoy Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|