Gríma: Fríggjadagin 27. august kl. 20 verður premiera á Tjóðpalli Føroya. Sjónleikarbólkurin Gríma spælir einmansleikin Apan, eftir Franz Kafka. Tað eru feðgarnir Egi Dam og Búi E. Dam sum á fyrsta sinni samstarva í sjónleikarahøpi. Búi sum leikstjóri og Egi spælir Apan. Apan byggir á stuttsøguna hjá Kafka “Ein Bericht fur eine Akademie”. Apan sum fekk navnið Reyði Pætur, er biðin um at halda ein fyrilestur fyri “æraðu limunum í Akademinum” um sína transformatión frá lívinum sum apa og til ein kultiveraðan Europeara. Skotin og fangaður við Gullstrondina í Afrika verður hann settur í eitt búr og førdir við einum skipi til Europa. Einasti møguleikin fyri at sleppa undan fangilsi, er at læra seg at herma eftir menniskjunum. Og skjótt dugir hann at spýta og drekka rom saman við manningini, líka so væl sum hann eisini lærdi seg at tosa sum teir. Reyði Pætur fortelur, at tá hann kom til Europa fekk hann valið ímillum djóragarðin ella varite´ina. Hann velur tað seinna, - og setur sær fyri at blíva menniskja. Eitt tema sum ofta gongur aftur í skaldskapinum hjá Franz Kafka, er menniskja sum roynir alt tað er ment, fyri at passa seg til og rætta seg eftir teimum normunum sum eru galdandi í samfelagnum,- men hvussu tað enn roynir hevur tað altíð kensluna av at verða uttanfyri, at verða fremmant. Hetta er eisini temaði í leikinum “Apan ”, hesaferð lýst við apuni sum gerst menniskja, enntá eitt sera væleydnað menniskja, - í hvussu er at síggja til. Franz Kafka var borin í heim í Prag í 1883 og doyði 1924 bert 40 ára gamal. Hann er ein av mest virdu rithøvundum í nýggjari tíð. Best kendu verk hansara eru skaldsøgurnar Prosessin, Slottið og Amerika, og av stuttsøgum kunnu nevnast Dómurin, Broytingin og Metamorphosis sum eisini er dramatiserað, í hesu søgu skrivar Franz Kafka um lagnuna hjá ein ungum manni, sum ein morgun vaknar og uppdagar at hann er transformeraður til eitt risa insekt. Nýggjur tónleikur er gjørdur til sýningina og er tað Rógvi á Rógvu sum komponerar og spælir á sýningunum. Marjun Jóanesardóttir og Jóanes Andreasen standa fyri palli og búna og Árni Baldvinson ger ljósið. Finn Hesselager er vegleiðari. Leikurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum, KulturKontaktnord, Mentanargrunni Landsins, Fjølrit, Tórshavnar Býráð og Tjóðpalli Føroya. Fyrsta framførsla av Apuni verður á Tjóðpalli Føroya fríggjakvøldið 27. aug. kl. 2. Spælt verður hvørt kvøld kl. 20 fram til 6. sept. Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|