ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Fátøk, - men gav seg ríkan

Vagaskjattan >>

Heimsins lond kvíða í ráðaloysi, og støðan er ikki góð. Arbeiðsloysið veksur, og fólk verða uppsøgd. Tað er ein trupul tíð, og vit mega taka trupulleikan í álvara. Tað er ein svár støða at vera uttan arbeiði, pening ella sosiala trygd.

Fíggjarkreppan er ikki einans ein kreppa innan vinnu og búskap. Trupulleikin er størri enn so, tí kreppan í fíggjarheiminum kann gerast persónlig. Tilveran hongur saman, og tað er torført at liva uttan pening í einum framkomnum samfelag. Vit skulu øll gjalda fyri el, hita og øll onnur gjøld. Tað er torført at varðveita gleðina, um vit sita í kulda og myrkri. Sera torført, um vit eru uttan býli ella eru heimleys.

Í gomlum døgum var tað sosiala økið ein persónlig ábyrgd. Grannarnir hjálptu til, tá neyðin bankaði á dyrnar. Onkur átti kjøt, annar mjólk og hin triði gav teim svangu fisk. Tað var eitt øðrvísi samfelag enn nútíðar samfelagið. Í dag kunnu fólk hava tað trupult, sjálvt um tey fáa kjøt, mjólk og fisk, tí útreiðslurnar av húsarhaldinum kosta tøkan pening.

Vit eru spakuliga avvand við at hava ábyrgd hvør av øðrum, tí samfelagið hevur yvirtikið tann persónliga leiklutin og ábyrgd hins einstaka. Á ein hátt er hetta gott, men møguliga eru óheppin hjáárin.

Hinvegin kunnu vit í eini kristnari andakt staðfesta, at persónlig hjálp veitt í kærleika kennist heitari enn hjálpin frá samfelagnum. Ein vøkur hugsan og eitt kók av fiski, tað er ikki bara nakað smávegis. Hvør gáva hevur sín uppruna í umhugsni, kærleika og virksemi. Einki av tí, ið gott er, er ein sjálvfylgja. Tað, sum verður tikið sum ein sjálvfylgja, varðveitir ikki góðskuna.

Uttan at missa veruleikan úr eygsjón verður ásannað, at fátækt er tað fólk, ið ikki megnar at geva teim sjúku, gomlu og teimum, ið bera brek, sømilig kor. Hetta krevur almikið av okkum øllum. Ikki einans tann politiska skipanin, men eisini vit, ið prædikað evangeliið um Jesus, - vit mega øll taka ábyrgd og endurskoða okkara lívsstíl.

Á døgum ápostlanna var tað sosiala medvitið størri. Eingin orsøk er at halda, at alt var gott. Skriftin vísir í áminningum sínum á, at alt langt frá var, sum tað átti. Hin fullkomna tilveran er valla at finna á jørðini.

Nakað bendir tó á, at tey fyrstu kristnu tóku tað dupulta kærleiksboðið í álvara. At elska Guð og elska næstan er ein vøkur hugsan. Hugsanin er tó væl vakrari, um kærleikin sæst aftur í tilveru og degi. Kærleikin í verki hevur eitt heilt annað og djúpari virði. Føgur orð eru góð eina hóskandi løtu, men verða orðini ikki umsett til ítøkilig verk, fáa tey ikki langa livitíð.

Hin kristna trúgvin hevur flutt seg nakað. Tann samhaldsfasta hugsanin er víkjandi fyri tí persónliga rákinum, har trúgvin snýr seg um hin einstaka og Guð.

Eingin ivi er tó um, at trúgvin er persónlig. Vit taka støðu til og tilbiðja Guð. Tað er avgerð hins einstaka at taka støðu til Jesus og tað, ið hann segði og gjørdi.

Tey fyrstu kristnu høvdu tó eina sosiala fatan, ið vit kunnu læra av. “Menn øll tey, sum trúðu hildu saman og høvdu alt í felagi; og tey seldu ognir sínar og góðs sítt og býttu sundur millum øll, eftir tí sum ein og hvør trongdi.” (Ápostlasøgan 2,44-45)

Søgan um tey fyrstu kristnu sigur frá, hvussu tey skipaðu síni viðurskifti. Í dag eru tað vit, ið skulu skipa okkara viðurskifti. Umstøðurnar eru óivað rættiliga ymiskar, so skilagott er at taka hóvligar avgerðir, nýta vit og skil og meta um støðuna. Men satt er tað, at vit kristnu hava saman við mannaættini eina felags ábyrgd av samfelagnum og tilveruni.

Sum ungur prestur hitti eg eina gamla konu. Hon átti fleiri børn, og sagt varð um hennara húski, at tey vóru fátøk fólk. Á ongan hátt múgvandi hvørki í krónum ella lunnindum.

Henda konan var eitt sjáldsamt menniskja. Hon gav í eystur og vestur, smáar fittar og nýtiligar gávur. Hon mintist so mong í teirra sorg og gleði. Enntá gav hon mat til treingjandi, sjálvt um hon hevði nógvar munnar at metta.

Tað sjáldsama var, at við deyða hennara varnaðust tey avvarðandi, at hon var væl betri fyri fíggjarliga, enn nakar hevði roknað við.

Tá mintust tey avvarðandi orðini, sum henda gamla hevði sagt. Hon fekk spurningin, hvussu hon hevði ráð at geva so nógv, hon, ið einki átti?

“Eg gevi meg ríkan”, - var hennara einasta viðmerking.

Guð elskar ein glaðan gevara. Amen.

Orðið : “Jesus segði við hann (unglingan) : “Vilt tú verða fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!””

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Admin tann 12/03/2010, 08:54

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum