ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Enn eitt met í Klaksvík

Innlendis >>

Orð/Myndir Dávur Winther: Í Klaksvík fingu tey ikki bara fyrsta innandura svimjihyl, baðiland, øku og heilsukliva og alt hitt - Nú hava tey eisini fingið fyrstu altjóða góðkenndu startskamlarnar í danska kongaríkinum í svimjihøllini í Klaksvík. Ja, hetta eru teir triðju í norðurlondum.

Hátíðarløta var í svimjihøllini í gjárkvøldið við drúgvari skrá, har røður vórðu hildnar, frágreiðingar um skammlarnar og royndarlopum av skammlunum.

Talan er um sama slag av startskamlum, sum verða brúktir til altjóða svimjistevnur sum til dømis EM, HM og OL, ið hava ein serligan kíla aftan til at seta av ímóti, og innbygda tøkni til at kunna staðfesta tjóvstartir við. Klaksvíkar Svimjihøll er so vítt vit vita bara triðja høll í Norðurlondum, ið hevur ognað sær hetta slag av skamlum, og fyrsta í danska kongaríkinum.

Torkil Mørkøre, svimjihallarleiðari bjóðaði vælkomin, og greiddi frá skránni og frá arbeiðnum, sum gjørt er. Eisini takkaði hann býráðnum og Ægir fyri eitt skilagott samstarv, sum hevði lyst svimjihøllina á altjóða støði.

Dan Hjelm, formaður í Ægir helt røðu og takkaði býráðnum fyri gott samstarv og helt tey við hesum taki, høvdu lyft seg á altjóða støði, so sum tað sømdi seg einum røttum felag.

Borgarstjórin, Gunvá við Keldu og Jógvan Skorheim, formaður í Mentanarnevndini, saman við Jón Heystoy, formanni í Svimjisambandi Føroya  avdúkaðu startskamlarnar.

Jógvan Skorheim formaður í Mentanarnevndini helt røðu, har hann vísti á, at tað er stuttligt at vera partur av einari kommunu, ið eigur fólk og felagsskapir, ið virkuliga vilja okkara býi tað besta. Vit síggja tað ferð eftir ferð, at felagsskapir ynskja at taka tøk, fyri at Klaksvíkin skal síggjast á heimskortinum. Mentanar- og ítróttarfeløgini sláa seg ikki til tols við at standa í stað. Heldur vilja tey gera alt, fyri at koma longur fram innan teirra grein.

So hevur eisini verið hesaferð. Tá ið skamlarnir skului keypast, var tað ikki møguligt hjá Klaksvíkar Býráð einsamøllum at standa við hesari íløgu. Men við góðum samstarvi og ein ótrúligum vilja frá svimjifelagnum Ægir, fingu vit eina loysn á hesum. Eyðkenni fyri samstarvið var, at báðir partar vildu felagnum og Klaksvíkini tað besta, og vóru til reiðar at taka tøk. Og nú er sjón fyri søgn - tað hevur eydnast!

Áðrenn svimjarar hjá Ægir royndu startskammlarnar, greiddi Petur Heðin á Fløtti, venjari frá hvussu teir virkaðu og serliga frá týdninginum av hesum fongi til tann føroyska svimjiheimin.

Jón Heystoy, formaður í Svimjisambandi Føroya helt røðu; har hann metti at hetta var so stórt lop í altjóða heimin, at nú kundi bert ein 25 x 25 m hylur, fyri ikki at tala um ein 50 m hylur, gera tað betur. Tit eru undangongufólk her norðuri og tit duga at taka tøk! Tað hava tit víst fleiri ferðir.

Síðani varð boðið til kaffi og køkur, og prátið gekk so lystiliga - Ikki sørt at bæði politikara, umsjónarfólk og svimjifólk annars vóru nakað errin. Men tað høvdu tey sanniliga grund til.

Og longu í dag sleppa startskamlarnir at royna seg, tí tá er svimjikapping fyri 15 ára gomul og yngri í svimjihøllini í Klaksvík.

 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 04/09/2010, 09:56

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum