ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Elskar, elskar ikki

Bøkur >>

BFL: Í hesum døgum gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags út bókina Elskar, Elskar ikki, sum er eitt savn av norðurlendskum kærleiksstuttsøgum. Bókin kemur út á 8 málum samstundis og er úrslit av norðurlendskum samstarvi, sum hevur fingið stuðul frá Kulturkontakt Nord og Nordisk Ministerråd.

Í savninum eru sekstan stuttsøgur, sum lýsa forelskilsi og kærleika, og ikki bara tann, tú vilt taka ímóti, men eisini tann, tú helst vildi verið fyriuttan.

Kærleiki í gleði og sorg. Eru kenslurnar tær somu, uttan mun til um tú býrt í Føroyum ella í Grønlandi ella Svøríki, ella hvar tað skal vera?

- Á Bókadeildini gleðast vit um, at hetta er aðru ferð í ár, at vit kunnu geva út ungdómsbók, sum viðger samtíðina, tí tað var kravið, at søgurnar, sum komu í savnið, skuldu viðgera samtíðina. Hin fyrra ungdómsbókin er bókin Skriva í sandin eftir Marjun Kjelnæs, sum kom út fyri nøkum mánum síðani. Tað eru mong ár síðani, tað seinast komu upprunaføroyskar ungdómsbøkur út, sum lýstu samtíðina, men nú er bert at lesa, sigur BFL.

Føroyska íkastið eiga Marjun Kjelnæs við søguni Skriva í sandin og Rakel Helmsdal við søguni Spitølsk. Bæði Marjun og Rakel eru kendir høvundar her heima. Fleiri høvundarnir úr hinum londunum eru eisini kendir m.a. Sari Peltoniemi, Ingelin Røssland og Lars Mæhle umframt íslendsku Joninu Leosdottir, konu íslendska forsetismálaráðharran Johonnu Sigurðardóttir, sum hevur skrivað søguna Elskar meg, elskar meg ikki. Í samband við at bókin kemur út, vitjaði Jonina á Bókadeildini týsdagin 7.8.10 saman við vinkonuni Ásu Baldvinsdóttir, sum er búsitandi í Føroyum

Bókin er heft við klaffum og 200 bls. Hon kostar 180 krónur.

 


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 08/09/2010, 12:14

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum