ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Eitt nýggjárslyfti

Vagaskjattan >>

Um ársskiftið verður mett um støðuna. Nakað vignaðist væl. Onnur viðurskifti vóru so nøkulunda. Hjá teimum flestu er eitt sindur av hvørjum. Hjá øðrum gjørdust árið eitt ár við sorg og sakni.

Vit lýsa samkenslu við teimum, ið hava mist við deyða ella mist á annan hátt. Vit ynskja Guðs signing yvir øll tey, ið bera tungar byrðar.

Um ársskiftið hyggja vit frameftir. Vit seta út í kortið og leggja ætlanir. Vit hava hugskot og hugsjónir. Torført er at koma fram á leið, um máttloysi og døpur hugsan køvir viljan. Dapurt lyndi køvir hugin.

Tað fer at bragda av nýggjum. Tað blíðkar fyri vónríkum monnum. Teir byggja, ið liva. Longu nú um ársskiftið leingist dagurin, tað gongur mót ljósari tíðum.

Eitt fyribrigdi, ið ger lívið lættari, er kynstrið at fyrigeva. At gera støðuna upp árliga er í mangar mátar gagnligt. Týdningarmikið at biðja um fyrigeving og fyrigeva. At fyrigeva opnar dyr. Ein nýggjur møguleiki til sámiligt lív og rímiligt samskifti. Viðhvørt eru arrini sjónsk, sjálvt um vit fyrigeva og fáa mistøk vári fyrigivin.

Hugsa vit um tað kristnu trúnna, so er tað ein trygd, at Guð elda eingi ár. Hann er hin sami, álítandi og trúfastur. Hansara kærleiki hevur eitt navn. Jesus er kærleiki Guðs, frelsarin, ið føddur er, og hvørs hátíð vit halda fram til 20. dag jóla.

Guðs fyrigeving er meira fulltøkin enn fyrigeving manna. Tað er gott, at Guð kann fyrigeva heilt og fult. At hann unnir okkum ein nýggjan dag, eitt nýtt ár. At hann gevur okkum ein nýggjan møguleika til eitt ríkt lív, sjálvt um vit viltust av leið og fóru skeiv av málinum.

Mær tørvar ein nýggjan møguleika. Mær tørvar Guðs náði. Mær tørvar ein, ið er størri enn eg sjálvur. Mær tørvar eina hond at halda í. Mær tørvar at ein hond heldur mær.

Orðini hjá tí gamla profetinum lýsa Guðs fyrigeving. Guðs fyrigeving er ikki at bøta um skaðan ella at seta eitt plástur á sárið. Talan er um eina endurskapan. Um onkur er í Kristi, er hann ein nýggjur skapningur. Tað gamla er farið. Tað er vorðið nýtt.

“Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum skýggj tínar syndir; vend við til mín, tí at eg eri loysnari tín.” (Jesaja 44,22)

Sat ein morgun framman gluggan og sá út yvir grannalagið. Ein kaldur vetrardagur, kavi og klárt veður. Í lýsingini varnist eg royk úr skorsteininum í grannahúsinum. Oljufýrið tendraði, og nakað av royki sást. Fylgdi hesum royki ávegis út í luftina. Nøkur sekund, møguliga eitt minutt, so var roykurin horvin.

Myndin varð ein andakt. Hetta er Guð, Jesu Kristi faðir. Fyrigivið er fyrigivið. Tað eru ongar leivdir av skuldini. Tað hanga eingir lepar við. Syndin er strikað, eins og roykurin hvørvur út í bláa luft.

Mær tørvar Guðs fyrigeving, og mær tørvar fyrigeving frá menniskjum. Nógv er gott, men alt er ikki gott og vakurt. Møguliga er tað ytra rímiliga vakurt, men tað innara menniskja ber blettir, ið einki menniskja sær. Teir ósjónligu blettirnir níva og darva.

Vit eru mong, ið hava givið eitt nýggjárslyfti. Summum eydnast rímiliga væl, og hjá øðrum minkar hugurin at geva slík lyftir, tí tey halda ikki.

►    Eg fari at taka annað skinn um bak, ganga og eta grønt
►   Ætli mær at vera meira saman við mínum kæru
►   Ynski at vera eitt betri menniskja

Mangt annað er, ið vit orða sum eitt nýggjárslyfti. Tað er altíð gott, at seta sær eitt mál. At vilja tað góða er í sjálvum sær gott. Tí góð ynski og lyfti um bót og bata staðfesta, at vit hugsa um tilveruna og lívið. Lyftið ber boð um, at vit innast inni ynskja at taka ábyrgd av lívinum.

Eisini Guð gevur eitt nýggjárslyfti. Hetta lyftið er ein staðfesting av góðsku, kærleika og nærleika. Guð lovar ikki bót og bata, tí Guð er menniskjum bót og bati.

Guð bjóðar okkum at koma til sín við øllum tí, ið tyngir og bagir. Hann lovar at vera við okkum allar dagar alt til veraldar enda. Hann strikar okkara syndir eins og roykurin, ið hvørvur út í bláa luft. Hann vil søkkja syndir várar í tað djúpa havið.

Lyftið er ikki eitt lyfti, ið framtíðin skal staðfesta. Lyftið er staðfest í Jesusi Kristi, hansara lívi, deyða og uppreisn. Men framtíðin kemur at staðfesta, at Jesus er ein livandi frelsari fullríkur fyri øll tey, ið ákalla navn hansara. Amen.

Orðið : “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.” (Hebrearabrævið 13,8)

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Admin tann 12/03/2010, 08:52

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum