Í tænastu sum prestur møtti eg av tilvild eini eldri kvinnu. Kendi hana ikki, hevði ongantíð hoyrt um hana. Hon var farin um tey áttati. Meti hana sum eina megnar kvinnu. Hon livdi sítt stilla lív, og sagt er um hana, at hon gjørdi ongum ónáðir. Lívið lagar seg ymiskt, og einvíst viðrák eyðkendi ikki lívsleið hennara. Hon var ógift, einlig mamma við børnum. Uttan at lýsa søguna út í æsir, so verður mett, at tað mangan má hava verið strævið. Kærleikin til børnini var drívmegin í hennara lívi, og úrslitið er vakurt. Tilvildin førdi meg inn á gólvið hjá hesi aldrandi kvinnu. Hetta var ein sunnudag seinrapart. Hon var einsamøll inni, og sjónvarpið sendi eitt møti úr Havnini. Frelsunarherurin var á skíggjanum. Sangurin hugtakandi vakur og ljómandi tónleikur. Setti meg at lurta saman við kvinnuni. Vit lýddu á við andakt. Tá møtið var liðugt, gekk prátið lívliga. Andaligt prát um kirkjur, samkomur og orðsins boðan. Henda kvinnan var ikki kend innan kirkjudyr. Hon gekk hvørki í kirkju ella á møti. Hennara vitjan í gudshúsum var sjáldsom. Onkuntíð, og tað vóru fleiri ár ímillum vitjanirnar. Blíðskapurin var stórur, og eg kendi hennara hjartalag fløvandi. Eg segði nøkur løtt og fitt orð um tann livandi sangin, ið eyðkennir Frelsunarherin. Ein gleði, ein góður boðskapur og heit hjørtu. Kvinnan gav mær rætt og legði afturat : “Eg biði altíð fyri øllum, sum prædika í sjónvarpinum. Eg taki ikki dagar ímillum, um tað er kirkjan ella samkomurnar. Fyri mær eru tey øll Guðs børn.” Eg gav mær stundir at lurta og segði einki. Kendi á mær, at orð vóru óhóskandi. So legði hon nakað afturat, ið gjørdi meg andaliga ríkan : “Eg biði altíð fyri tær, prestur. Tær og øllum teimum, ið prædika, teimum, ið eg kenni.” Samtalan lærdi meg nakað virðismikið. Lívið er ikki so einfalt, at vit kunnu rúma tilveruna hjá øllum og nýta tey røttu orðini. Eg hevði ikki væntað at hitt eina andaliga kvinnu júst á hesi vitjan, eini kvinnu, ið var fleiri míl fremri enn eg sjálvur. Ein løgin kensla vitjaði. Var ikki nøgdur við meg sjálvan. Var tað veruliga satt, at ein andaligur vegleiðari kundi meta so skeivt? Síðani henda dag unnist mær ikki væl at meta um andaligu dygdir teirra, ið eg kenni ella teirra, ið koma á mína lívsleið. Tað er nóg mikið at hava mistikið seg eina ferð. Henda kvinnan var í síni hugsan savnandi. Her var ikki talan um vit, tit og onnur. Einleikin var gjøgnumførdur. Tey kristnu eru eitt. Ymiskleikin minti um limirnar á kroppinum. Hendur og føtur eru veruliga hvør sítt. Men sama likam hevur bæði hendur og føtur. Eg havi gingið í kirkju alt mítt lív. Havi lisið gudfrøði. Havi virkað sum prestur eitt langt tíðarskeið. Og tó, so hendi opinberingin inni í stovuni hjá eini eldri kvinnu, ið als ikki var virkin kirkjugangari. Henda eldri kvinnan átti nakað virðismikið, hon átti ein halgidóm. Hjartað var bústaður frelsarans, og Jesu navn varð hildið hátt í hevd. Tá hon føddi lív og gjørdist einlig mamma, møtti umhvørvið henni við frástøðu. Í hesi sváru støðu møtti hon Jesusi úr Nazaret. Hann var øðrvísi enn tey kristnu annars. Størri mál av kærleika, eingin frástøða, einans vælmeint orð. Tað var nakað, ið henda kvinnan ongantíð gloymdi. Hon var møtt við náði og miskunn. Ikki einans tað. Børnini vórðu signað, og lyftið um trúskap og ferðalag alt til veraldar enda helt og heldur. Havi vitjað vakrar kirkjur og halgidómar heima og uttanlands. Stórleiki, vakurleiki og tign. Tað er als eingin orsøk at undirmeta tað vakra, - og tað er hóskandi, at bústaður Guðs er væl hildin. Havi vitjað í einum heilt vanligum húsum, har einki var ovurhonds vakurt og flott. Tó, so er henda vitjanin ein hin fremsta í mínum lívi. Eitt hús, har tøkkin til Guds fyri náði og miskunn føddi eina lívsfatan, ið ikki tók dagar ímillum menniskju. Eitt hús, har náðin føddi tøkkina, og tøkkin ríkaði lív teirra, ið stukku inn á gólvið. Er tað veruliga satt, at eg við mínum orðum kann tendra eitt ljós? Er tað veruliga satt, at eg við míni medferð kann sløkkja ljósið? Ein kvinna vísti mær leiðina. Eg sá gøtuna til einleikan ímillum tey kristnu, - vit eru brøður og systrar. Sá, at eg sjálvur einans gekk hesa gøtu av náði Guðs í Jesusi Kristi. Lærdi, at lívið er heilagt. Amen. Orðið : “Áður enn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, áður enn tú komst av móðurfangi, halgaði eg teg....”. (Jeramia 1,5) Jógvan Fríðriksson, biskupur
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|