ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


Eingin leggur í at svara skandalublaðnum Dimmalætting

Mítt tastatur >>

Tað munna vera fáar oddagreinir, ið eru so avskeplaðar sum oddagreinin í Dimmalætting í dag, undir yvirskriftini "Góði Jørgen".

Ritarin handan hesa oddagrein er antin ein úrlatin dimmulingur, sum stendur við buksunum faldaðum niður á knø, ella ein av teimum súru, frá hinari deildini á Dimmu, sum hatar Heðin Mortensen/Javnaðarflokkin og Jørgen Niclasen/Fólkaflokkin.

Oddagreinin, sum als ikki kann metast sum ein oddagrein, men heldur sum eitt súrt lesarabræv í einum skandalublaðið, sum Dimmalætting er vorðin, er so súr, at tá ið eg las tekstin, tí hann var sendur mær, sá eg handa "súra" fyri mær, tá ið hann var í Sjónvarpinum.

Tað ringasta við hesum súra lesarabrævinum í skandalublaðnum Dimmalætting er ikki, at Vágaportalurin verður nevndur, tað er peanuts og verður bert tikið sum gott PR-stunt, men tað ringasta er, at blaðið er so kroyst av tí, sum Vágaportalurin hevur skrivað, at tað leggur eftir øllum vágafólkum og skuldsetir tey fyri vága-patriotismu - eitt fólk, sum er tað mest vinarliga og mest altjóða sinnaða í Føroyum, helst tí vit hava havt Floghavn her í so mong ár og ikki eru vorðin "súr" sum tann eina greinin á Dimmu er.

Orsøkin til, at uttanríkisráðharrin og helst eisini aðalstjórin ikki ditta sær at svara skandalublaðnum Dimmalætting er, at blaðið sendir skítbýttar innlitsspurningar fleiri ferðir um dagin - einamest frá Dimmulinginum - og eru spurningarnir sum slíkir og á hummara- og músa støði:

- Hví slapp hann ikki við til Washington?

- Hví slapp hann við til Washington?

- Tá ið hin slapp við, hví slapp hann so ikki við og heldur ikki hann?

.....

- Hví slapp hann í Setanarnevndina?

- Hví slapp hann ikki í Setanarnevndina?

- Hví var hann ikki koyrdur úr Setanarnevndini, og ein annar valdur, tá ið hin ikki slapp, sum kortini slapp í Setanarnevndina?

.....

- Eru uttanríkisráðharrin og aðalstjórin í familju?

- Hví eru uttanríkisráðharrin og aðalstjórin í familju?

- Hevði tað ikki verið betri um uttanríkisráðharrin og aðalstjórin ikki vóru í familju?

o.s. fr.

Tann vanligi lesarin sær, hví eitt ráð, sum er at sær komið, ikki vil hava nakað við slíkt tómt svass at gera, sum verður sent frá Dimmulinginum dagliga!

Eitt býtt spyr meira enn 10 vís fáa svarað, er helst einfalda niðurstøðsn hjá Uttanríkisráðnum viðvíkjandi skandalublaðnum Dimmalætting!

ólavur

Les eisini:

Jørgen umhugsar at kæra Dimmu


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 29/06/2010, 21:31

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Frá Miðvágs-Sandavágs skúla

Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


'Havið tók teir' er seinkað

Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum