Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin



ve?ri?



Skulu vit halda fast um makrelin?

Ja so avgjørt
Nei samráðast
Mær tað sama

Vis atkvøður
________________

Fótbóltsferð til Slovenia

Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Ljubljana 05/10 og heimaftur tann 09/10


Eingilin og jólamaðurin

Vagaskjattan >>

Adventin er ein fólkslig hátíð. Stákan og nakað av strongd. Vit renna um kapp við tíðina. Adventin telur fýra vikur, og jólini nærkast. Vit ynskja at møta hátíðini fyrireikað.

Søgurnar um upprunan til jólamannin lata vit liggja. Hann er ein hugnaligur maður í fyrstu syftu. Sum frálíður hvørvur hugnin, og vit ynskja honum hvíld í einar tíggju mánaðir um árið.

Um jólamaðurin er í andsøgn við kristnu trúnna er torført at meta. Nógv av tí tímiliga er á markinum til kristna siðvenju ella sambærligt við kristna trúgv. Torført er at taka dagar ímillum alt tað, ið býðst. Annars er alt mær loyvt, men ikki alt er gagnligt. Skriftin nevnir økir, ið hvørki eru gagnlig ella skaðilig.

Var uttanlands og kom inn í ein stóran handil. Í durunum stóð ein el-drivin jólamaður. Hann nikkaði blíður og vísti eitt skelti við áskriftini : “1 par av hosum fyri 40 kr. 7 pør av hosum fyri 100 kr.”

Hetta var jólamaðurin. Boðskapur hansara kostar, og keyparin rindar kostnaðin. Hugnin dregur, og møguliga keypa vit meira enn neyðugt. Jólamaðurin er ikki einvíst unniligur. Hann kennist ræðandi hjá foreldrunum og teimum, ið ikki eru fíggjarliga væl fyri. Í kreppu og arbeiðsloysi er jólamaðurin dýrur.

Jólamaðurin livir einans tveir mánaðir um árið. So er tann hugnin burturi, og gleðin, ið var, er horvin.

Tað tykist sannlíkt, at jólamaðurin er ímyndin av fólksligum keypsjólum. Vit keypa uttan veruliga at varnast, at vit sjálvi eru fangað í meldrinum.

Eisini heima hjá okkum hanga nakrar nissur. Meti tær óskaðiligar. Tær hava altíð verið har um jóltíðir. Úti hjá ommu hekk eitt andlit av einum jólamanni í lúkuni til kaminina. Kenni ongan, ið fekk skaða av hesum. Í mun til mangt annað er myndin av einum jólamanni friðsæl.

Tað er ein onnur mynd, ið hoyrir jólunum til. Einglarnir eru í glugganum og á jólatrænum. Einglarnir í orðum, tónlist, prædiku og lestri.

Tað var nakað, ið eyðkendi uppvøksturin, og tað er nakað, ið vit hava givið víðari til yngra ættarliðið. Myndin av einglunum er ein prædika um Guð, Jesus og Heilagan Anda. Myndin er ein mynd, sum gevur nakað, ið ikki kostar. Gevur eina gleði, sum varir alt árið, sjálvt um vit gráta, tí vit mistu ein, ið vit elskaðu.

Einglarnir fylgja barninum í leiki og spæli. Teir eru við a ferðini millum heim og skúla. Einglarnir sita hjá barninum, tá farið verður til songar um kvøldið, og náttin er óunnilig. Einglarnir og børnini, - altíð.

Einglarnir eru ein veruleiki bæði á himni og jørð. Ein teknaður eingil ella ein figurur avmyndar eingil Harrans. Teir eru sendiboð Guðs, ið veita vernd og verju, - eisini, tá ólukkan rámar og týnir lívið.

Jólamaðurin hevur ongantíð órógvað stórvegis. 7 pør av hosum, tað er tað, ein jólamaður kann geva. Møguliga okkurt dýrari og flottari, ið einans hitar ein part av kroppinum ella als ongan hita gevur. 7 pør av hosum skulu als ikki undirmetast, tí klæðir skulu vit øll hava, og leikur hóvar børnunum væl.

Men einglarnir, teir eru dýrabarari og geva lívinum djúpari fyllu. Teir hava fylgt mær alt lívið, og myndin av einum eingli ber boð um nakað heilagt. Móður Jesu, Maria, fekk vitjan av einum eingli.

Mong onnur í skriftini fingu vitjan av einglum. Eisini nú á døgum fáa vit vitjan av eingli Harrans. Eisini føroyingar í Føroyum fáa vitjan av einglum beinleiðis og óbeinleiðis.

Beinleiðis sipar til ta sannroynd, at vit síggja ella hoyra eingilin. Talan er um eina sjón ella eitt upplivilsi.

Skriftin sigur annars, at mong óvitandi hava hýst einglum. Eitt menniskja kemur á gátt og vitjar eina tunga og dapra løtu. Vit kenna á okkum, at Harrans sendiboð hevur vitjað.

Harrans eingil er mikið meira enn jólamaðurin. Eingilin hitar hjartað og veitir sálini frið.

Sjey pør av hosum eru góð. Allar gávur eru góðar. Guð elskar ein glaðan gevara. Takkið í øllum førum sigur skriftin.

Eingilin er hjá okkum Guðs vegna og boðar tey gleðiboð, at okkum er ein frelsari føddur. Eingilin vísir á Jesus, ið er Guds jólagáva, - friðurin, gleðin og lívið.

“Sov blítt og søtt, og droym um sól
sum lýsir yvir garð
Guð faðir, hann ið himni er,
skal ansa eftir tær.

Tær einglar sínar sendir hann,
um vøggu standa teir;
tí kanst tú sova trygt og væl
og óttast einki meir.”

Amen.

Orðið : “Harrans eingil kring teir stendur, ið hann óttast, og hann teimum bjargar.” (Sálmur 34,8)

Jógvan Fríðriksson, biskupur



Aftur



Svimjihøllin í Sørvági

Tann almenna svimjingin byrjar aftur leygardagin 11. septembur


Stjóri til Søvn Landsins

Hevur tú hugsjónir og hegni at føra Søvn Landsins inn í framtíðina?


Málsviðgeri til Sjóvinnustýrið

Eitt spennandi starv sum málsviðgeri á manningardeildini er leyst at søkja


Vit fletta seyð

Sláturmiðstøðin í Haraldssundi ger klárt at fletta oktober mánaða út


Ráðgevi til Vinnuhúsið

Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnuhúsið


Íbúð í Keypmannahavn

Íbúð, helst møblerað, ynskist til leigu


Hús í Klaksvík

Hús í Klaksvík til sølu fyri besta boð yvir 600.000 kr.


Hús til sølu

Hús til sølu í Sandavági um hóskandi boð fæst


Lærarastarv

Søkt verður eftir lærara til Miðvágs-Sandavágs skúla


Navnakapping

Gamli skúli í Sørvági verður um stutta tíð liðugt umbygdur. Í tí sambandinum verður útskrivað navnakapping til bygningin


Hunda- og kettufóður

SKYTTENS fóður er í høvuðsheitum framleitt úr fiski og høsnarunga


Útbjóðing

Í samband við bygging av nýggjum barnagarði í Miðvági verður El-arbeiðið hervið boðið út





_________________

Altjóða ráðstevna um pelagisku fiskastovnarnar

Í 2010 hava danir formansskapin í Norðurlendsk Ráðharraráðnum. Í hesum sambandi hava Føroyar formansskapin í norðurlendska samstarvinum innan fiskivinnu í 2010

Streymmáting í Suðuroyarfirði

Mándagin 21.juni setti Brimil ein streymmátara niður á botnin í Suðuroyarfirði. Hetta er liður í einari verkætlan, sum hevur til endamáls at gagnnýta sjóvarfalsorkuna, og at veita neyvari sjóvarfalskunning

So var øskan aftur her - nú eisini í myndum

Mikruskopið á Náttúruvísindadeildini kann nú vísa okkum hvussu hendan vælsignaða Eyjafjallaøskan sær út: Gjøgnumskygd, helst úr glasi, grábrún, hvassar kantar og 0,01-0,1 mm til støddar

Bland í klokkutíðunum fyri Munkagrunnin

Í talvuni við streymviðurskiftunum á Munkagrunninum, sum standa í Skipalistanum, er tíverri ein villa íkomin. Nýggj talva er nú tøk

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum

100 ára føðingardagsgáva frá Tvøroyrar Býráð

Fríggjadagin 26. februar 2010 handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, eina gávu til Klaksvíkar Kommunu í sambandi við 100 ára føðingardag kommununnar.