Dekkarin á Finni Fríða, Ingolf S. Olsen, sum hevur farloyvi sum journalistur í Kringvarpinum, segði í Sjónvarpinum tey 'faktuellu tíðindini', at nótaskipini hjá Varðanum (nú mundi eg aftur gloymt navnabroytingina) fiskaðu fyri Saksaberg, tí Saksaberg hevur ikki trol, og hetta var gjørt fyri at fiska kvotuna upp hjá Saksabergi. Hetta er ikki endurgivið orðarætt, men nakað soleiðis málbar dekkarin Ingolf S. Olsen seg í sjónvarpinum, og hetta er spurningurin, sum eg havi kjakast út frá alla tíðina, hevur eitt skip í einum bólki rætt til at fiska kvotuna upp fyri eitt annað skip í einum øðrum bólki, ella sagt soleiðis: hevur eitt nótaskip rætt til at fiska eina felagskvotu upp fyri eitt ídnaðarskip? Tað er mín spurningur í málinum um Saksaberg og nótaskipini hjá Varðanum. Ein annar spurningur er so eisini, sum er áhugaverdur, men sera eldfimur, hví fær Saksaberg loyvi at fiska makrel, sum hann ongan møguleika hevur at fiska sjálvur? Hví fær eitt ídnaðarskip við ongum troli eitt loyvi at fiska makrel har tað krevst trol? Sera eldfimur spurningur, sum lættliga kundi verið brúktur av øðrum at søkja um onnur loyvi til at fiska okkurt sum tey ongan møguleika hava fyri at fiska, men at biðja onnur skip fiska fyri seg. Nú kemur Ingolf S. Olsen við postulati um, hvussu ein tekstur skal skiljast, hvat ið liggur í undirtekstinum, hvat ið meint verður við. Eisini kemur hann við eini nýggjari versión av einum kendum orðafelli, tá ið hann skrivar: - Onkuntíð gera menn seg klókar upp á, hvussu fanin lesur og tulkar Bíbliuna. Hetta var ein nýggj versión, sum eg ongantíð havi hoyrt fyrr, takk fyri Ingolf! Tá ið spurningurin tók seg upp í míni verð, var tað viðvíkjandi, hvørt eitt skip fiskar fong fyri eitt annað. Tí er tað orðingin 'at fiska av' sum gjørdist áhugaverd. At skilja hesa orðing, veldst alt um, hvar tú stendur, tá ið tú hyggur. Stendur tú umborð á skipi hjá Varðanum, so sært tú tað sum 'at fiska hjá'. Stendur tú í landi, sum eg geri, so sært tú tað sum 'at fiska fyri'. So spurningurin er, hvussu tað skal skiljast 'at fiska av'. Í míni verð er hetta tað sama sum, at næmingar eru til roynd, og ein næmingur skrivar ein stíl fyri ein annan næming, sum so avleverar stílin sjálvur við undirskrift. Er tað loyvt? Nei. Hetta var eisini tað, sum upprunaliga misnøgdin var um frá teimum, sum vístu á tað, at nótaskip fiska fyri eitt ídnaðarskip av felagskvotu. Hetta var eisini tað, sum eg arbeiddi út frá, hvørt tað er loyvt at "ein næmingur skrivar ein stíl fyri ein annan til eina roynd". Nú veit eg, at sjómenn flenna tjúkt eftir hesum døminum, sum eg her taki fram, men hetta er so ein frálík mynd av, hvussu hetta mál hongur saman. Tí vísti eg eisini á dømi við Norðborg og teimum smærru trolarunum, men sjálvandi eru fleiri onnur dømi at vísa á, hvussu hetta mál skal skiljast. Eg vísi til orðing hjá tær, sum eg ikki rættiliga fati, tá ið tú skrivar: "Mær vitandi hevur onki nótaskip á feltinum fiskað kvotur hjá ídnaðarskipum. Pumpað varð upp í ídnaðarskipið Saksaberg úr trolposunum hjá nótaskipunum, og hesar nøgdirnar fóru av kvotuni hjá Saksabergi". Okay, eg spyrji, hvussu kom fiskurin í trolposarnar hjá nótaskipunum? Svam hann av sær sjálvum ella var hann fiskaður? Stóðu menn á dekkinum við spann í bandi og fyltu úr havinum í trolposarnar? Viðvíkjandi spurninginum um umsóknina frá 2002 um umskipingarloyvi, so kom tað eitt sindur dátt á meg, at fáa hetta skjal í innlitsumbønini frá Fiskiveiðieftirlitinum. Hevur Fiskiveiðieftirlitið ongi onnur skjøl enn frá 2002, spurdi eg. Hvussu ber tað til, at Fiskiveiðieftirlitið hevur nýggj skjøl frá Thor viðvíkjandi Athenu og Poseidon um umskiping og fiskiskap og móttøku, men elligomul frá Varðanum/Vinnuni, spurdi eg. Hvat er hetta fyri nakað? Og so viðvíkjandi svartkjafti? Hvat var tað fyri ein kvota í 2002, tá ið Fiskiveiðieftirlitið veipar so við hesum skjali og brúkar tað sum eitt prógv fyri, at so nógv er loyvt og at Fiskiveiðieftirlitið einki hevur gjørt? spurdi eg eisini meg sjálvan. Fyrst viðvíkjandi fiskiskapinum í 2002 eftir svartkjafti: Her var talan um frítt fiskarí. Í 2002 var spurningurin ikki, hvussu nógv skuldi fiskast, men hvør. Nótabátarnir kravdu at bert teir skuldu fiska svartkjaftin, men so fingu ídnaðarskipini eisini lov at fiska, eisini Saksaberg, tóat hann ikki fekk trolað, og var høvuðsargumentið tá í 2002, at føroyingar vunnu sær rættindir í svartkjaftinum. Hetta var støðan í 2002 Ingolf, og tað er út frá hesum baksýninum, at tú skal lesa svarið frá Fiskimálaráðnum skrivað av Andrasi Kristiansen. Hetta skriv er IKKI skrivað til makrelin í dag, men skrivað í 2002 viðvíkjandi svartkjaftinum, sum ikki hevði nakra felagskvotu. Vit kunnu kanska siga, at tá ið Fiskimálaráðið hevur skrivað hetta svarið, so hevur Fiskimálaráðið neyvan hugsað um, at tað fór at verða brúkt/misbrúkt viðvíkjandi makrelveiðu í 2010, so tí er tað heilt ófatiligt, at Fiskiveiðieftirlitið, ein stovnur sum hevur eftirlit við veiðuni undir Føroyum, brúkar hetta svarið sum eitt slag av verju fyri, at óreglusemi á feltinum er loyvt. Tað er fullkomiliga útyvir mítt forstand at skilja hetta Fiskiveiðieftirlit at tað brúkar eitt skriv frá 2002 sum er viðvíkjandi heilt øðrum umstøðum og í eini heilt aðrari tíð, at verja at nótaskip fiska felagskvotu hjá ídnaðarskipum, tí tað sum Fiskiveiðieftirlitið veruliga ger er, at tað verjir at nótaskip fiska av kvotuni hjá Nærabergi og Atlantsfarinum. Tað er tað sum er veruliga kjarnin í málinum Ingolf! At enda við fari eg at umbera, at eg bert fyrru ferðina brúkti 'Print Screen frá Kringvarpinum' og ikki skrivaði at tú, Ingolf S. Olsen, hevði tikið myndina. Eisini fari eg at siga uppaftur, at bíðað verður í spenningi eftir eini niðurstøðu frá Fiskimálaráðnum um hetta mál, og geri eg tí ikki meira við henda spurningin beint nú. ólavur Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|