ve?ri?



Eingin spurningur í løtuni



Vis atkvøður
________________

Vinkonu vikuskifti í Reykjavík

Atlantic Airways hevur sett saman vikuskiftispakka til Reykjavíkar við gisting á Hotel Reykjavík NATURA


Summarferia í Costa Brava

Fonn Flog hevur góð summartilboð uppá pakkaferðir til Barcelona og Costa Brava


Tax Free tilboð

Tax Free faldarin hjá Atlantic við hópin av góðum tilboðum


DVÆRGEN á pall í Norðurlandahúsinum

Framsýningar >>

Teater FÅR302 úr Keypmannahavn vitjar  leygardagin 28. august Norðrlandahúsið við sínum stóra norðurlendsku leiki Dværgen.

Altjóða virkni íslendski leikstjórin Egill Pálsson hevur leikstjórnað leikin. Egill Pálsson er ikki ókendur í Føroyum, tí í 2009 leikstjórnaði hann nógv rósta leikin 4:48 Psykose eftir Sarah Kane við leikbólkinum Tvazz í Tórshavn. Pálsson hevur vunnið  stóra viðurkenning fyri sínar sýningar í Danmark og hinum Norðurlondunum. Aftan á norðurlendsku turnéina við Dværgen er Egill Pálsson umbiðin av m.o.. National Teater í Mannheim og Schaubühne í Berlin.

Teater FÅR302 er stigtakari til verkætlanina “Ny Nordisk Scenekonst og Dialog”, sum nú endaliga ber  frukt við einari norðurlendskari turné; Dværgen vitjar í Norðurlandahúsinum, Malmø Stadsteater, Uppsala Stadsteater, Tribunalen Stockholm, Lokál Teaterfestival,  Borgarleikhúsið í Reykjavík, Klockriketeatern, Helsinki, Københavns Musikteater, Dramatikkens Hus í Oslo og og í egnum hølum í Teater FÅR302.

“Eg havi lagt til merkis, at eg til tíðir ræði fólk. Men er tað ikki sær sjálvum, tey blíva bangin fyri? Tey halda, at tað er eg, sum ræði tey, men tað er innari dvørgurin í teimum, hendan menniskjaliga veran við apuandliti, sum stingur høvdið upp úr dýptini av teirra sál. Tey ræðast, tí tey vita ikki, at tey hava eina slíka veru inni í sær.” Úr Dværgen

Dvørgurin hatar hálovanini  av list, kærleika og vísundi. Hann heldur lítið um alt tað, sum mennir menniskjuni. Hann øvundar øllum  og hatar alt, sum røkkur longri,  enn hann ger:  Vit leggja  innara búrhundin  og innistongda  medvitið undir náðileysan lupp,  og vísa kensluna  hjá dvørginum av at vera fysisktog mentalt avbyrgdur  – eitt minkað menniskja.

Svenski nobelvirðislønti rithøvundurin Pär Lagerkvist skrivaði sína illaboðandi og hugvekjandi skaldsøgu í 1944 um ein óndan dvørg við eitt prinsahoff í Italia undir endurburðartíðini,  og peikaði samstundis í sínum ritverki á samtíð sína og undirlutakensluvitanina hjá Nasismuni. DVÆRGEN er eina obduktión av tí ónda og hugvísind tess.. Hugvísindi hjá tí ónda sæð úr vísindaligum, átrúnaðarligum, politiskum, estetiskum og ideologiskum sjónarhornum. Við íblástur frá hernaðar- og polististavarðhaldsfongslum er pallurin  settur í eitt slag av kliva,. Legan, klivin, verður  brotin niður,  so hvørt sum sýningin líður. Niðurbróting og upploysn eru ímyndir av  menniskjasligu offrunum, og vitloysinum í  krígnum, og av hvussu óndskapur upploysir humanismuna.

Sýningin er kl. 19.30 og varir 1 t. 20 minuttir. Aftan á sýningina verður orðaskifti við leikstjóranum Egill Pálsson. Til ber at síggja brot úr leikinum á nlh.fo.

Leikurin er ikki fyri børn.


Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo

Ólavur í Beiti tann 24/08/2010, 13:42

|





Aftur



Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir

Vit umvæla  øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar


Framsøkið samskiftisfólk

- Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti


Søluskúli í Føroyum

Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni


Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo

Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum


Aðalfundur

Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14


Samskifti í dag

- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining


Grundleggjandi Leiðsluskeið

- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata


Starvsfólk til reingerð á Sýnini

Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal


Stjóri til Føroya Handilsskúla

- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram!


Sethús til sølu í Sandavági

Sethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm


Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið

Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber





_________________

Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhita

Havstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toski

Kanna føroyskar rottur

Á Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landið

Fleiri nýggj fiskasløg

Ein av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum