Ein av bussunum hjá felagnum á Giljanes, sum stóð parkeraður á Nesinum, er farin á rull í morgun og endaður niðri í fjøruni. Sambært løgregluni, so hevur hon staðfest, at bremsurnar vóru ikki fyri, tá ið bussurin stóð niðri í fjøruni, tað vil siga, at bussurin er farin av rull av sær sjálvum. Vágaportalurin hevur eisini tosað við Niels Joensen, sum eigur felagið sum hevur tveir bussar og vallaraheimið á Giljanesi, og hann sigur, at tá ið hann kom til bussin í morgun, so sá alt vanligt út. - Klokkan 9.20 startaði eg bussin, tí eg skuldi brúka hann at koyra ferðafólk við í morgun, og lat hann standa ígongd, sum vanligt er. So fór eg inn á vallaraheimið, og tá ið eg kom út aftur, so var bussurin farin á rull. - Tað vil siga innanfyri einar umleið 5 minuttir eftir, at hann er startaður, er bussurin bara farin á rull, og tað kann verða at ein hvirla hevur tikið í hann, so hann er farin, sigur Niels Joensen við Vágaportalin. Bussurin var brúktur til koyring í gjárkvøldið, sambært Niels Joensen. Og hann metir ikki, at bussurin, sum er 19 ára gamal, verður gjørdur aftur, men tað er so ein spurningur sum Trygd fer at taka støðu til. Tryggingarfelagið Trygd hevur eisini verið á staðnum í morgun. Vallaraheimið á Giljanesi verður væl vitjað og var juni mánaði ein góður mánaði, meðan august mánaði ikki var so góður, sigur Niels Joesen. Myndir: Jógvan Helgi Hansen
Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|