Tað er at frøast um, at vit kunnu staðfesta, at búskaparin aftur er í vøkstri eftir nøkur ár við afturgongd. Landsbankin vísir á í sínari nýútkomnu frágreiðing, at ábendingar eru um, at okkara búskapur er við at venda í 2010 – frá afturgongd til framgongd. Mett verður, at BTÚ fer at vaksa við 3% í 2010 og við 5% í 2011. Somuleiðis er arbeiðsloysið farið at minka aftur. Hetta eru góð tíðindi, sum vit øll saman kunnu fegnast um. Tað sær út til, at fíggjarpolitisku tiltøkini hava sín stóra part í broyttu gongdini. Við m.a. at lata hallið á løgtingsfíggjarlógini vera uml. 700 mió. kr. og hækking av ALS-gjaldinum, so hevur hetta stimbrað búskapin. Samstundis sum hildið hevur verið aftur í almennu útreiðslunum, og onnur vakstrartiltøk eru sett í verk. Tað er eyðsæð, at vit ikki kunnu hava stórt hall fleiri ár á rað, og tað merkir, at vit í løtuni og tey næstu árini fara at minka hallið, so tað er burtur í 2015. Mest sannlíkt fer vøksturin í okkara búskapi, og í heimsbúskapinum, at verða lutfalsliga lágur næstu árini. Í flestu londum er bæði tann privata og tann almenna skuldin stór, og neyðugt er við spariætlanum fyri at fáa tamarhald á almenna hallinum og vaksandi almennu skuldini. Hóast vit eru væl fyri í Føroyum í so máta, tí vit hava lítla og onga skuld, so er alneyðugt at vit styrkja og brynja okkara búskap til komandi ár. Okkara størsta avbjóðing er at skapa langtíðarvøkstur í okkara búskapi, so vit sleppa undan alt ov stórum sveiggjum, sum hava óheppin árin á okkara samfelag og okkara almennu tænstur. Fyri at røkka hesum er m.a. neyðugt, at fáa bilbugt við yvirkapasitetin og høga veiðutrystið á fiskistovnarnar kring Føroyar, at fremja produktivitetsfremjandi atgerðir, at halda aftur í almennu útreiðslunum og at betra um skattagrundarlagið. Megna vit at gera hetta, so kunnu vit fáa ein góðan og sterkan búskap, sum er munandi betri brynjaður til at standa ímóti búskaparligum sveiggjum, sum koma við jøvnum millumbilum. Tað fer m.a. at geva okkum gott grundarlag fyri at tryggja og útbyggja okkara vælferðartænstur. Tað eru ongar lættar loysnir, men tung tøk eru tikin, og verða tikin, men staðfest er nú, at tað gongur rætta vegin. Latið okkum eisini fegnast um ta framgongd, sum er staðfest. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður Um tú veitst okkurt, sum Vágaportalurin ikki veit - skriva so til beiti@kallnet.fo
Aftur
Umvæling - góðir eykalutir og rímiligir prísir
Vit umvæla øll vanlig sjónvørp og allar flatskíggjar Framsøkið samskiftisfólk - Vit leita eftir einum framsøknum, ídnum og dugnaligum samskiftisfólki við góðum hegni til skrivligt samskifti Søluskúli í Føroyum
Skúlin er egnaður til fólk sum dagliga arbeiða við sølu, men sum vilja menna og styrkja síni søluevni Ókeypis teoriroynd á Teoriroynd.fo
Teoriroynd.fo er Føroya einasta heimasíða, har tú sleppur inn til bestu online dygdarroyndir á marknaðinum Aðalfundur
Frælsi hevur aðalfund í MB-húsinum í Miðvági, leygardagin 11. februar 2012, kl. 14 Samskifti í dag
- við høvuðsatliti til mynda- og lýsingargreining Grundleggjandi Leiðsluskeið
- Skeiðið vendir sær til fólk sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv í tí privata Starvsfólk til reingerð á Sýnini
Søkt verður eftir starvsfólki til reingerð á Sýnini at byrja 15. februar 2012. Talan er um starv 23 tímar um vikuna í miðal Frá Miðvágs-Sandavágs skúla
Innskriving av næmingum til 1. flokk komandi skúlaár verður í skúlanum í Sandavági mánadagin 30. januar klokkan 17 Stjóri til Føroya Handilsskúla- Hevur tú hug at standa á odda fyri Føroya Handilsskúla, virka fyri góðum arbeiðsumhvørvi og hevur hugsjónir um framtíðar vinnuútbúgvingar, so eigur tú at bjóða teg fram! Sethús til sølu í SandavágiSethúsini eru í trimum hæddum. Mið og loftshædd eru innrættað. Í niðastu hæddini er góður kjallari. Tilsamans eru húsini 120 kvm 'Havið tók teir' er seinkað
Bókin "Havið tók teir" er nú endurprentað og fæst í bókabúðunum og forlagnum Fulltrúar til Fjarskiftis- og Kappingareftirlitið
Tvey størv, sum ávíkavist løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, eru leys at søkja og verða sett skjótast til ber _________________ Spennandi vísindalig grein um tosk og sjóvarhitaHavstovan er við í eini spennandi vísindaligari grein um tosk og sjóvarhita, sum júst er útkomin. Greinin snýr seg eisini um ferðing og atburð hjá toskiKanna føroyskar rotturÁ Fróðskaparsetrinum eru tey nú farin undir at savna inn rottur frá ymiskum støðum kring landiðFleiri nýggj fiskasløgEin av spurningunum sum granskararnir, sum hava almannakunngjørt nýggju grønlendsku tølini, seta sær, er, um økti hitin í sjónum er orsøkin til økta talið av fiskasløgum |
|